Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 22 september 2018 20 Árni Gregersen Ongantíð áður hava føroysk virki útlutað so stórar upphæddir í vinningsbýti til sínar eigarar sum í 2017. Hetta vísir ein gjøgnumgongd, sum Sosial­urin hevur gjørt av teimum fyritøkum, sum ígjøgnum hesi seinastu 18 árini hava fing­ið heiðurin frá Vinnuhúsinum at gerast ársins virki. Metstór vinningsbýti Í 2017 útlutaðu 10 av teimum 16 fyritøkunum, sum hava vunnið hendan heiður vinningsbýti, og upp­hæddin var methøg heilar 795 mió.kr. Serstakliga er tað alivinnan, ið hevur størstu út­gjaldingarnar av vinningsbýti. Bakkafrost útbetalti sínum eigarum heili 513 mió.kr. í vinnings­býti, og hin føroyski alirisin Luna út­ betalti 200 mió.kr. Ársins fyritøka í fjør, Smyril Line, letur eisini góðu gongdina koma eigarum sínum tilgóðar við at útgjalda 41 mió.kr. í vinningsbýti í 2017. Byggifyritøkan Articon betalti 12 mió.kr. í vinnings­býti, VestPack 10 mió.kr. og Vónin 9,5 mió.kr. Stóra ávirkan á almennu inntøkurnar Góða gongdin hjá hesum fyritøkum hevur al­ stóran týdning fyri bæði kommunukassar runt land­ið, har tær hava sítt virksemi, og ikki minst lands­kassan. Við einum vinningsbýti upp á 795 mió. kr. í 2017 hava hesar 10 stóru fyritøkurnar óbein­leiðis givið møguleika til eina inntøku hjá landskassanum upp á útvið 300 mió. kr. í vinningsbýtisskatti. Føroyski vinnings­býtis­ skatt­ur­in er 35%. Skapa nýggj arbeiðspláss Tey 15 samtøkini, ið hava verið heiðrað sum ársins virki, skapa nýggj nógv nýggj arbeiðs­ pláss. Fyri tveimum árum síðani var samlaði lønar­kostnaður teirra knappliga ein milljard krónur. Hetta er í dag komið upp á knappliga 1,2 milljard krónur. Hesi seinastu fimm árini hevur eitt nú Bakkafrost vaksið um starvsfólkatalið við 50 pro­sentum, so tað nú starvast næstan 1.000 fólk í Bakkafrost samtakinum. Nógv av hesum vøkstri eru nýggj arbeiðspláss, ið ikki vóru framman­undan, so talan er um ein veruligan vøkstur. Onnur feløg, ið hava havt somu góðu gongd, eru Articon og Smyril Line, sum hava skapt nógv nýggj arbeiðspláss hesi seinastu árini. Hvør verður ársins virki Undan hvørjum vinnudegi er sjálvsagt, at nógv verður gitt um, hvør fer at fáa heiðurin. Um tikið verður støði í góðari gongd og ikki minst at nýggj arbeiðspláss verða skapt á burðar­ dyggum støði, so eigur P/f Gist & Vist at vera eitt gott boð. Felagið, har Jóhannes Jensen er bæði stjóri og høvuðspartaeigari, hevur hesi seinastu fimm árini havt eitt avlop eftir skatt upp á til­ samans 22 mió.kr. Starvsfólkatalið er farið úr 107 í 2012 upp í 175 í 2017, og lønirnar eru meir enn tvífaldaðar, sam­stundis sum bruttovinningurin er vaksin á hvørj­u­m ári. Tað er eyðsæð, at Gist & Vist er mark­naðar­ leiðandi á gistihús- og matstovuøkinum við ný­skap­andi og dynamiskum framtøkum á hvørjum ári. Úrslitð hjá Gist & Vist var eitt avlop áðrenn skatt upp á 9 mió.kr. í 2017. Ársins virki útluta metstórar upphæddir til sínar eigarar – GIST & VIST ER EITT BOÐ UPP Á ÁRSINS VIRKI 2018 Tey 15 samtøkini, ið hava verið heiðrað sum ársins virki, skapa nýggj nógv nýggj arbeiðspláss. Fyri tveimum árum síðani var samlaði lønarkostnaður teirra knappliga ein milljard krónur. Hetta er í dag komið upp á knappliga 1,2 milljard krónur