Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 26 september 2018 20 Vilmund Jacobsen Edvard Mikkelsen, ættaður av Toftum og bú­ sitandi í Søldarfirði, sum eigur og rekur fyri­ tøkuna EM Asfalt, keypti í fjør bygningin í Saltanga­rá hjá Jóhannusi Jacobsen, elektrikara­num, róptur. - Bygningurin hevði staðið til sølu í eina rúma tíð. Eg hevði hug at gera íløgu í eina fast­ ogn, og tá eg hevði umhugsað støðuna, legði eg eitt boð inn, sum seljarin góðtók, og eg var nøgdur við keypsprísin, sigur Edvard Mikkel­ sen. Bygningurin er í tveimum hæddum á 180 fermetrar hvør hæddin – við handils-og goymslu­hølum í niðastu hæddini. Síðan EM Asfalt keypti bygningin í Saltangará, hevur eigarin fingið lutfalsliga nýggju fyritøkuna, Byggiverk hjá Ólavi Lang­ gaard, bæði at tekna og innrætta tvær tær ovastu hæddirnar til leiguíbúðir. - Ólavur Langgaard, sum er sonur Jóan Petur Lang­gaard, ið eg kenni væl, hevði ný­liga stovn­að hesa fyritøku, tá vit gjørdu sam­ar­ beiðs­avtalu. Ólavur Langgaard er byggi­frøð­ ing­ur, skilagóður at skifta orð við, og eg eri stak væl nøgdur við tað arbeiði, sum fyritøkan hjá honum higartil hevur gjørt. Edvard Mikkelsen sigur, at arbeiði at um­ byggja bygningin til íbúðir byrjaði ikki rættiliga fyrr enn fyrst í desember mánaði í fjør. - Eg væntaði, at hetta arbeiði fór at taka umleið eitt ár. Tað hevur gingið rættiliga væl, og allar fýra íbúðirnar standa væntandi lidnar í november. Góðar íbúðir Edvard Mikkelsen sigur, at hetta er ein stór íløga tilsamans við keypi og umbygging, og íbúðirnar verða bygdar við leiguendamáli – og ikki sølu. - Eg skal ikki avvísa, at alt er til sølu, um prísurin er hin rætti, og sjálvandi kann bygn­ Asfaltfyritøka byggir nú leiguíbúðir í Saltangará - AFTURMELDINGARNAR, EG HAVI FINGIÐ, ERU, AT TAÐ ER STUTTLIGT AT SÍGGJA OKKURT Í HJARTANUM Í KOMMUNUNI, SUM ER EITT SINDUR ØÐRVÍSI ENN TAÐ VANLIGA OG TRADITIONELLA, SIGUR EDVARD MIKKELSEN