Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 27 september 2018 20 ing­urin seljast undir einum. Men, tað hevur ikki verið endamálið við keypi og umbygging, sigur hann. Tær tvær íbúðirnar í ovaru hæddini verða 90 fer­metrar hvør, og tær báðar í niðari hæddini – mið­hæddini – verða 85 fermetrar hvør. - Í øllum íbúðunum verða tvey kømur, køkur og stova í einum, wc við brúsu og síðan eitt goymslu­rúm í hvørjari íbúð. Edvard Mikkelsen sigur, at íbúðirnar sjálv­ sagt eru bygdar samsvarandi nýggju byggi­ reglu­gerðini, og tær eru skildar sundur við góð­um skottveggi. - Alt er væl bjálvað, og stórur dentur hevur verið lagdur á, at ljóðbjálvingin er so góð, sum hon yvirhøvur kann vera. Eg havi valt at brúka hita­pumpu við ventilatión, og í øllum vind­eyg­ um eru trý løg av glasi, sigur hann. Eitt, sum sermerkir nýggju íbúðirnar í Saltangará, er, at tær hava hvør sína altan á 27 fer­metrar, ið líka sum er bygd oman úr hvørjari íbúð og soleiðis “hongur” yvir gonguteiginum í mið­býnum. Spurdur, hvussu tað gekk at fáa loyvi til at bygg­ja altanurnar út yvir gonguteigin, sigur hann, at tað var eingin trupulleiki. - Runavíkar kommuna hevur víst hesum áhuga, og afturmeldingarnar, eg havi fingið, eru, at tað er stuttligt at síggja okkurt í hjartanum í kom­mununi, sum er eitt sindur øðrvísi enn tað van­l­iga og traditionella. Nógv ringja Edvard Mikkelsen sigur, at nú íbúðirnar skjótt standa lidnar, hava nógv fólk ringt og spurt um møgu­leikar fyri leigumáli. - Eg havi hugsað at langtíðarleiga einar tríggj­ar av íbúðunum og so kanska hava eina stand­andi til stutttíðar leigu, men endalig av­ gerð er ikki tikin um hetta enn. Hann sigur, at allar íbúðirnar eru fullkomiliga at­skildar við inngongd oman fyri bygningin í Saltangará. Hvør íbúð hevur soleiðis eisini sín málara og el-teljara. - Jú, eg vil siga, at íbúðirnar eru nakað serstakt. Tær liggja mitt í hjartanum í Runavíkar kommunu við útsýni og altan oman yvir høvuðs­gøtuna í býnum. Her er stuttur vegur til handils, banka, lækna og apotek, og her er lut­fals­liga stuttur vegur út í vøkru náttúruna við Toftavatn, har gongugøta er bygd um innara vatn. Teinurin í bili út til komandi tunnils­munn­ an í Saltnesi er lítil og eingin. Edvard Mikkelsen sigur, at íbúðirnar eisini eru bygdar soleiðis, at tær eru egnaðar til fólk við rørslutarni. - Í ovaru síðu av bygninginum er lyfta, og tí eru allar íbúðirnar eisini lætt atkomiligar, eins og tær eru laðar soleiðis, at tær eru egnaðar til fólk við rørslutarni, sigur hann. Eigarin av EM Asfalt sigur seg vera ógvuliga spent­an upp á, at íbúðirnar nú um stutta tíð standa lidnar. - Alt hevur eydnast væl higartil, og byggi­ arbeiðið hevur gingið væl. Hetta er ein íløga, sum í fyrsta umfari ikki verður nøkur penga­ maskina, men sum upp á sikt vónandi rind­ar seg aftur. Tað hevur eydnast at halda verk­ ætlan­ini innan fyri ætlaðan kostnað, sum eg setti út í kortið, tá keyp og avtala um um­bygg­ ing varð gjørd, sigur hann. 12 fólk hjá EM Asfalt Edvard Mikkelsen stovnaði EM Asfalt í 2003, men í nøkur ár fyri ta tíð hevði hann saman við øðr­um fingist við asfalt og grevstur. - Vit asfaltera fyri øll, um eg so kann siga, bæði alment og privat, og vit asfaltera um alt landið. Soleiðis hava vit eisini asfalterað nógv fyri kommunur, ymisk feløg, og vit hava asfalt­ er­að nógv fyri privatfólk. Í dag verður at kalla alt asfaltarbeiði útboðið, men tað er fallið EM Asfalt í lut at gera stór arbeiði fyri eitt nú J&K Petersen, har teir hava asfaltterað nógv á flogvøllinum. Teir hava eisini asfaltterað nógv fyri Articon og Jóan Petur Vang, timburmeistara – fyri at nevna nakrar av upp­gávunum úr rúgvuni. Tá Norðoyatunnilin varð bygdur, høvdu teir asfaltarbeiði í tunlinum, sum man vera eitt tað størsta einstaka arbeiði, sum EM Asfalt nakrantíð hevur gjørt. - Vit eru 12 fólk í EM Asfalt, og her havi eg lagt stóran dent á at hava fólkini í gongd alt árið, soleiðis at útskifting av fólki í størst møgu­ lig­an mun kann umgangast. Stórur dentur hev­ur verið lagdur í, at fólkini hjá okkum hava arbeiði og fáa løn alt árið. - Tað er soleiðis, tá tú fæst við asfalt, at tað kann vera rættiliga nógv at gera í tíðarskeiðum, men tá so veturin kemur, kann arbeiði arbeiði minka – alt eftir, hvat er í útboði. Edvard Mikkelsen sigur, at tá hann hevur sett fólk í fyritøkuni, hevur hann eisini lagt seg eftir, hvørjar førleikar fólk annars hava, og hann ásannar, at tað mangan hevur verið hent at havt fólk við handverkaraútbúgving í starvi. - Vit hava nógvar maskinur, og vit gera alt við­líkahaldsarbeiði sjálvi. Í Søldarfirði hava vit verkstaðsbygning, har viðlíkahaldsarbeiði kann gerast, og her verður nógv gjørt í teimum slakaru tíðarskeiðunum um veturin. Hann sigur, at tá EM Asfalt varð stovnað í 2003 og árini eftir, var nógv at gera. - Síðan kom eitt deydligt tíðarskeiði í 2008, 2009 og 2010. Tá kom tað væl við, at vit høvdu verið góðir við pengarnar, sum vit høvdu tjent ár­ini undan og høvdu nakað at standa ímóti við hesi 2-3 vánaligu árini eftir 2008, sigur hann. Nógv í gongd Í løtuni asfalterar EM Asfalt eitt nú í Eystur­ kommunu, Syðrugøtu og Leirvík, og fyri­tøk­ an arbeiðir fyri SEV í Vestmanna, um­framt at onkur arbeiði eisini verða gjørd í høvuðs­ staðnum og aðrastaðni kring landið. - Jú, hesi seinnu árini hevur nógv verið at tikist við, og tað er gleðiligt at síggja, at arbeiði er til allar hendur í samfelagnum, sigur Edvard Mikkel­sen. Hjá EM Asfalt starvast 12 fólk, og eigarin leggur dent á, at arbeiði er til fólkini alt árið – eisini um veturin, tá minni asfaltarbeiði vanliga er Tað er Edvard Mikkelsen, ið eigur og rekur fyritøkuna, EM Asfalt, sum hann stovnaði í 2003 Her eru fýra leiguíbúðir, allar við 24 fermetra stórari altan oman yvir gonguteigin í miðbýnum í Saltangará Mynd: Vilmund Jacobsen