hósdagur 20. september 2018síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
29
September 2018
21
Íverksetarahúsið søkir eftir einum
ágrýtnum og nýskapandi stjóra við
góðum samstarvsevnum, at standa á
odda fyri eini áhaldandi menning av
íverksetan í øllum Føroyum.
Starvið fevnir um dagliga leiðslu av
virkseminum hjá Íverksetarahúsinum
og stjórin hevur ábyrgd av tryggja, at
virksemið livir upp til endamálið hjá
grunninum.
Uppgávurnar hjá stjóranum eru
millum annað, at
• Menna íverksetaraumhvørvið kring
alt landið
• Tryggja at íverksetarahúsið
er sjónligt við kunnandi og
upplýsandi arbeiði í øllum Føroyum
• Marknaðarføra tænastur og
virksemi hjá Íverksetarahúsinum
• Skapa eitt spírandi umhvørvi,
sum er við til at draga nýggjar og
nýskapandi vinnuspírar og fyritøkur
til húsið
• Ráðgeva og vegleiða nýggjum
vinnuspírum við hugskotum, sum
hesir ynskja at seta í verk, umframt
at ráðgeva verandi fyritøkum
• Stimbra samstarvið millum
vinnuspírar og vinnulív
Stjórin skal í samstarvi við
nevndina seta framtíðarkósina hjá
Íverksetarahúsinum og tryggja, at
hendan verður framd í verki.
Førleikar og væntanir
Stjórin skal við nýhugsan, ábyrgd og
áræði ganga á odda fyri at menna
Íverksetarahúsið.
Vit vænta, at tú hevur
• viðkomandi útbúgving á bachelor
ella kandidatstøði frá hægri
lærustovni
• viðkomandi starvsroyndir
• innlit í fíggjarstýring
• innlit í føroyskt vinnulív, nýskapan
og íverksetan
• góð samstarvsevni
• ídni at seta og náa ásettum málum
Umsøkjarar við leiðsluroyndum hava
fyrimun.
Starvs- og lønarviðurskifti
Starvið er fulla tíð, 40 tímar um
vikuna.
Høvðusarbeiðsstaður er í Klaksvík,
men arbeiðið hjá Íverksetarahúsinum
er kring alt landið.
Løn sambært avtalu.
Umsókn og freist
Umsókn við lívsrensl og øðrum
viðkomandi skjølum skulu verða
nevndini í hendi í seinasta lagi
mikudagin 26. september 2018
og skulu sendast við telduposti til
rannva@bituff.com.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði.
Nærri upplýsingar um starvið
fáast við at venda sær til Rannvá
Troest, forkvinnu í nevndini fyri
Íverksetarahúsið, á tlf. 289193.
Les meira um Íverksetarahúsið á
www.iverksetan.fo.
Stjóri til Íverksetarahúsið
Burturkast
ella tilfeingi?
IRF sendi í fjør 191 tons av trolum
og netum uttanlands til endurnýtslu.
Hetta er ein vøkstur á 60%
samanborið við 2016.
Lesið meira um skiljing og
endurnýtslu av trolum, netum
og gørnum á www.irf.fo
Í felag gera vit Føroyar grønari.
Tlf. 41 42 43
irf@irf.fo