hósdagur 20. september 2018síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
30
september 2018
20
Vilmund Jacobsen
Univice, sum liggur við Rókahavnina í Runavík,
er stovnað í 2010, og tað vóru teir tríggir, Jóhan
Henrik Olsen, Petur Jákup Petersen og Jógvan
Andrias Debes, sum stovnaðu fyritøkuna.
Í 2013 keypti Jóan Petur Frederiksberg seg
inn í fyritøkuna, og eigaraviðurskiftini nú eru, at
Jóhan Henrik Olsen, Jógvan Andrias Debes og
Jóan Petur Frederiksberg eiga Univice.
Keyptu AWI Boats
Tey fyrstu árini leigaði felagið seg inn í hølini,
sum AWI Boats átti í Runavík, og her varð
høvuðsdentur lagdur á arbeiði við rustfríum til
eitt nú virkir og skip.
Virksemi hjá Univice vaks skjótt, og longu
eftir einum ári varð verkstaður og goymsla fult
etablerað á sínum øki.
Um ársskiftið 2012/2013 keypti felagið
kendu fyritøkuna, AWI Boats í Runavík, sum
í mong ár hevði bygt glastrevjabátar, og síðan
hava Univice og AWI Boats húsast í tilsamans
1200 fermetra stóra bygninginum í Runavík,
sum Univice eisini keypti í samband við
yvirtøkuna av AWI.
AWI Boats er elsta og best kenda navn
innan framleiðslu av glastrevjabátum í
Føroyum. Felagið hevur bygt einar 300 bátar,
sum eru spjaddir um øll norðanlond.
Eftir at Univice keypti AWI Boats, hevur
felagið eisini bygt bátar, og síðan yvirtøkuna
eru sjey útróðrarbátar bygdir til Grønlands.
Í dag starvast eini 20 fólk hjá Univice,
og høvðusvirksemið er framvegis innan
framleiðsluútbúnað úr rustfríum stáli.
Univice veitir eisini ráðgeving í samband
við
tekningar
og
projekteringar
hjá
viðskiftafeløgum
til
framleiðslulinjur
og
arbeiðsgongdir á virkjum og á skipsdekkum.
Á veg til Grønlands
Tá Vinnan í Sosialinum hitti stjóran í Univice,
Jóhan Henrik Olsen, í telefonini mikukvøldið,
var hann í Keypmannahavn á veg til Grønlands
á fiskivinnustevnuna, Polar Fish í Sisimiut, har
Univice hevur bás.
Stevnan er í ítróttarhøllini í býnum nú um
vikuskiftið, 21., 22. og 23. september.
- Hetta er ein messa, sum skiftir millum
Grønland og danska býin, Ålborg, soleiðis
at hon annaðhvørt ár er í Grønlandi og
annaðhvørt ár í Danmark.
Jóhan Henrik Olsen sigur, at tað serliga er
samstarvið um útróðrarbátarnar, sum Univice
og AWI Boats hava bygt til grønlendingar, ið
ger, at fyritøkan er við og hevur bás á stevnuni.
- Vit hava verið við á Polar Fish í fleiri ár,
og vit halda tað vera umráðandi at vísa andlit
og vísa okkara útboð við eitt slíkt høvi. Áður
hava vit fingið sambond á Polar Fish, sum
seinni hava ført til sáttmálar, og tað er slett
ikki óhugsandi, at sáttmálar upp á longri sikt
kunnu spyrjast burtur úr hesi luttøku.
AWI – eitt vørumerki
Stjórin í Univice vísir á, at tað var fyrrverandi
eigarin av AWI Boats og pionerurin innan
bygging
av
føroyskum
glastrevjabátum,
Aðalstein
Anthoniussen,
sum
legði
grundarlagið undir samstarvinum við Grønland
um bátar.
- Síðan vit keyptu, hevur Aðalstein
Anthoniussen verið okkum góður í ráðum og
hevur eisini virkað sum eitt slag av konsulenti
í hesum sambandi. Hetta hevur gjørt, at vit bara
hava hildið fram við tí, sum hann slóðaði fyri, tó
at hann ikki longur er í starvi hjá okkum.
Jóhan Henrik Olsen sigur, at teir sjey
útróðrarbátarnir, sum AWI Boats í hansara
tíð hevur bygt til Grønlands, serliga eru bátar
í støddini 33 og 39 føtur, og har skrokkurin er
serbygdur til grønlendsk viðurskifti.
Nógvir fyrispurningar
- Vit hava ein ógvuliga góðan og sterkan
krokk, men tá vit hava bygt bátar til Grønlands,
hava vit bygt teir eyka sterkar, tí viðurskiftini
hjá útróðrarmonnum í Grønlandi eru serstøk.
Stjórin í Univice vísir á, at tað kortini hevur
verið eitt sindur aftur og fram við bygging av
útróðrarbátum til Grønlands, men so seint sum
2017 bygdu teir ikki færri enn tríggjar bátar til
Grønlands – og í ár er ein farin yvir hagar.
- Vit fáa nógvar fyrispurningar úr Grønlandi,
men í løtuni hava vit ongan ítøkiligan sáttmála.
Tí hevði tað komið væl við, um okkurt spurdist
burtur úr á Polar Fish um vikuskiftið.
Jóhan Henrik Olsen vísir á, at í einum føri
keypti sama felag í Grønlandi tríggjar AWI-
útróðrarbátar.
-
Eftirspurningurin
eftir
føroyskum
útróðrarbátum í Grønlandi hongur sjálvsagt
neyvt
saman
við
fíggingarmøguleikum,
Univice vil
selja fleiri bátar
í Grønlandi
- TAÐ STENDUR Á AT FÁA NÓG MIKIÐ AV ARBEIÐSMEGI, OG VIT KUNDU SAKTANS HAVT NAKRAR
MASKINSMIÐIR AFTRAT. UM SO VAR, KUNDU VIT OFTARI SAGT JA TIL YMISK ARBEIÐI, SUM VIT VERÐA
SPURDIR UM OG OFTA NOYÐAST AT SIGA NEI TIL, SIGUR STJÓRIN Í UNIVICE Í RUNAVÍK, JÓHAN
HENRIK OLSEN, SUM Í LØTUNI ER Í GRØNLANDI VIÐ BÁSI Á MESSUNI, POLAR FISH Í SISIMIUT
Síðan Univice yvirtók AWI Boats, hava teir bygt sjey glastrevjabátar til Grønlands, og í fjør fóru tríggir bátar til Grønlands