hósdagur 20. september 2018síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
31
september 2018 20
kvotum og fiskiskapi í Grønlandi. Føroysku
útróðrarbátarnir í Grønlandi verða serliga
brúktir til veiði eftir svartkalva og partvís eftir
toski, og tá kann talan bæði vera um garna-og
línuveiði.
Í sínari tíð hevði AWI BOATS eisini eina
jollu, sum ikki minst varð ætlað grønlendska
marknaðinum, og nakrar jollur vórðu eisini
seldar.
Men, her ásannar stjórin í Univice, at tað eru
aðrir – eitt nú danir – sum eru ógvuliga sterkir,
tá ræður um slíkar jollur.
- Men, formarnir eru tøkir, um so skuldi
verið, leggur Jóhan Henrik Joensen aftrat.
Gera glastrevjaarbeiði
Í Føroyum eru nógvir AWI-bátar. Nógvir eru av
støddini 23, 27 og 28 fót, og eisini eru fleiri av
teimum størru AWI-útróðrarbátunum.
Men, útróðurin í Føroyum hevur ikki roynst
nakað serligur í fleiri ár, tó at tað eru teir, sum
hava fingið tað at borið til øll árini.
Univice og AWI Boats hava ongan sáttmála
havt í Føroyum, síðan felagið Univice yvirtók
AWI Boats.
- Hinvegin hava vit havt onkra leinging og
onkra umbygging, og vit hava havt nógvar
umvælingar av glastrevjabátum, sum eisini
er okkara sterka síða, nú vit fáast so nógv við
glastrevju.
Jóhan Henrik Olsen vísir á, at bedingin, sum
var á AWI Boats, er ikki longur, men Univice
hevur ein stóran stakkara, sum er ein stórur
truckur.
- Við stakkaranum kunnu vit taka stórar
útróðrarbátar upp. Ein AWI-bátur, sum er
39 føtur, vigar eini 14 tons, og tað er eingin
trupulleiki við stakkaranum, sigur hann.
Stjórin vísir á, at tað serliga er rustfría stálið
og arbeiði við glastrevju, sum eru sterku
síðurnar hjá Univice, men tað kemur eisini fyri,
at onkur motorur verður skiftur.
- Vit eru umleið 20 fólk til arbeiðis hjá
Univice, og vit arbeiða at kalla um alt landið,
eins og vit arbeiða umborð á skipum, har vit
hava verið við til at bygt verksmiðjur upp.
Vit kunnu gera nógv ymiskt – ikki minst úr
rustfríum og stáli annars, og vit kunnu gera
nógv innan glastrevju.
Eisini á Bakkafrost
Eitt av teimum stóru arbeiðunum hjá Univice
seinastu tíðina hevur verið á Bakkafrost á
Glyvrum, har nýggja og risastóra virki er bygt.
Her
hevur
fyritøkan
gjørt
ein
hóp
av
ymiskum
instaleringum,
rustfríum
hurðakørmum,
pavnum,
sliskum,
rørum,
rampum og mongum øðrum fyrifallandi.
- Vit hava eisini arbeitt nógv fyri kommunur
her í økinum, bæði Runavíkar kommunu
og Nes kommunu, og her hava vit gjørt
bryggjukantar, gelendarar ella gyrðingar, portur
og ymiskt annað, sum tørvur hevur verið á,
sigur hann.
Kundu verið fleiri
Jóhan Henrik Olsen sigur, at tað hevur staðið
á at fingið nóg mikið av arbeiðsmegi, og hann
viðgongur, at hann saktans kundi havt nakrar
maskinsmiðir aftrat í starvi.
- Um so var, at vit høvdu havt størri manning,
kundu vit oftari sagt ja til ymisk arbeiði, sum vit
verða spurdir um og ofta noyðast at siga nei til,
leggur stjórin í Univice aftrat.
Jóhan Henrik Olsen er stjóri í Univice, sum
hann eigur saman við Jógvani Andrias
Debes og Jóan Peturi Frederiksberg
Tað er her
í Rókini, at
Univice og AWI
Boats heldur til,
og her ber eisini
til at taka bátar
upp við stórum
stakkara, sum
felagið eigur
Vit eru góðkend at tjúkdarmáta skip, sum eru klassa hjá Bureau Veritas, Det
Norske Veritas og Sjóvinnustýriðinum.
Um tit hava tørv á einari av okkara tænastum, so vinarliga seti tykkum í
samband við okkum á:
Fartelefon nr. 225118
T-post bústaði: rosendal@olivant.fo
ASG sp/f
MARITIME CONSULTANT & SURVEYORS
Vit veita millum annað niðanfyri nevndu tænastur til skip og bátar:
•
Støðumetingar av skipum
•
Flaggskiftis sýn og fáa skip skrásett í Føroysku skipaskránni
•
Fyrireika skip til árligt-/høvuðsklassa sýn
•
Fyrireika skip til beding, viðlíkahald og ella umbyggjing
•
Standa fyri verkætlan tá skip skal á beding, viðlíkahaldast og ella umbyggjast
•
Vit veita niðanfyri nevndu tænastur við ultraljóð og magnet tólum.
•
Tjúktarmáta skip smíða úr stáli, aluminium og øðrum metallum
•
Tjúkdarmáta bátar bygdir úr glastrevju-, træ- og øðrum líknandi tilfari
•
Finna smáar lekar á maskinum, rørum og í el-skipanum, umframt at finna legur við breki
Post Box 93 ∙ FO-610 Saltangará ∙ Faroe Islands
Cell Tel. +298 225118 ∙ E-mail: rosendal@olivant.fo