mánadagur 24. september 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI SÍÐA 6
Funnu
grind á
Gøtuvík
TÍÐINDI SÍÐA 10
Hýsan
komin fyri
seg
Eitt kunnu vit í øllum førum siga
um Javnaðarflokkin: Tey hava ver
uliga gjørt sær ómak at spilla sítt
egna trúvirði.
Fyrst var tað Sonja Jógvans
dóttir, sum rýmdi úr flokkinum
sama dag, sum hon hevði valt Aks
el V. Johannesen til løgmann. For
nermað um okkurt, sum hon ikki
vil siga Føroya fólki. Síðani hevur
hon koyrt í sjálvdrátti.
So vóru tað vargarnir á Tvøroyri,
sum í heilum skulu gera seg upp við
at vera upp á tvørs, bæði av flokki
num sum so – og mín sann eisini í
einum traditionellum lokalum inn
anhýsisstríði á Tvøroyri.
Til kommunuvalið sprongdist
Javnaðarflokkurin á Tvøroyri. Onk
ur kallar tað maktgirnd – onkur
kallar tað persónligt stríð, men tað
førdi so til, at Kristin Michelsen
ikki stillaði upp á listanum hjá
Javnaðarflokkinum, men gjørdi sín
egna lista, sum hevði sum fremsta
mál at seta Javnaðarflokkin uttan
fyri ávirkan í Tvøroyrar býráð. Ein
gerð, ið sambært einhvørjari floks
viðtøku merkir, at hann ikki kann
stilla upp fyri flokkin til løgtings
valið.
Sum um tað ikki er nóg mikið, so
er flokkurin farin at stríðast inn
anhýsis um raðfesting av smærru
tunlunum. Sum um tað ikki var nóg
mikið at stríðast um raðfestingina
av tunlunum norð um Fjall á Borð
oynni.
Henrik Old eigur vónina hjá
fólki í smábygdum at fáa tunnil.
Um tað ikki var fyri hann, so hevði
eingin tosað um hesar tunlar yvir
høvur.
Men løgið, at flokkurin so ikki
finnur útav – innanhýsis – at rað
festa. Úrslitið av hesum klutrinum
er nú, at fólk í Fámjin og í Suðuroy
eru í øðini. Borgarstjórin í Fámjin
fer úr nevndini í javnaðarfelagnum,
tí at samgongan tekur Henrik Old
av ræði og sigur, at Dalstunnilin
skal gerast áðrenn Fámjinstunnilin.
Hvat bagir hesum fólkum, sum
so bráðræsin bóðu um fólksins álit,
tí tey høvdu loysnir upp á alt fyri
valið? Tey vunnu stórsigur og fingu
frítt at fara við øllum teimum góðu
loysnunum, sum tey høvdu.
Men innanhýsisstríð etur alt
upp. Tað etur flokkin upp, og tað
etur upp álitið, sum veljarin hevði
á flokkinum.
Tað er neyvan lætt at vera løg
maður við øllum hesum fólkunum.
Men onkur má sláa nevan í borðið.
Tit kunnu ikki vera bekent at biðja
um fólksins álit, tá tit misbrúka tað
so sannførandi tápuliga.
Uttan iva blunka allar ávaring
arlampur
í
Javnaðarflokkinum
blóðreytt.
Tað krevur jú fólkins álit at vera
stjórnarberandi.
NÚ MUGU TEY STÝRA SÆR
»Gamli Kristian« Jensen úr
Kvívík, sum í sínari tíð, í sam
bandi við el-verkið í Vági, var
við til at bora Føroya fyrsta
tunnil, og, eins og undirrit
aði, av egnum lívlongum
arbeiði kendi hvønn stubba
av føroyska vegakervinum,
segði
mær,
einaferð
vit
koyrdu til Dals, at hetta var
vandamiklasta vegastrekki
í Føroyum av tí, at vegurin
í veruleikanum hekk og enn
hongur á jarnboltum, sum í
sera bratta skráanum í nið
ara borði í bjarglendinum
høvdu verið settir niður í
boraði hol, og tá hesir boltar
eru rustaðir burtur, er vegur
in eisini horvin.
Nær tað verður, er ilt at
siga; men teir hava nú hildið
í væl meira enn mannsaldur,
so fyri at tryggja mannalív
má Dalstunnilin verða hin
fyrsti í røðini.
Um væl verður leitað,
hongur uml. hálvthundrað
ár gamla prosjektið í einum
av gomlu goymslukassunum
hjá LANDSVERK’i.
23.09.2018
Við heilsan
Heini Olsen
fyrrv. deildarleiðari
á proj. deildini
Gerið Dalstunnilin fyrst
Ætla javnaðarfólk at
styggja allar veljarar burtur?
Heini Olsen, fyrrverandi deildarileiðiari á Landsverki, er ikki í iva:
Gerið Dalsvegin ongnatíð ov skjótt!
Hesa næstu tíðina fer løg
reglan at hava eitt vakið
eyga við ferðsluni við skúl
arnar um morgnarnar.
Løgreglan
plagar
at
kanna ferðsluna við skúlar
nar, men nú hava tey gjørt av
at gera tað til eitt beinleiðis
átaksøki og sostatt hava tey
sett sær fyri, at ferðslan í
sambandi við skúlarnar skal
vera eitt øki, tey serliga skulu
seta kikaran á.
Í hesum sambandi fara
tey serliga at ansa eftir, um
tey sum koyra børn í skúla
hava tryggjað sær, at tey
sita í trygdarbelti – og at tey
eru fest eftir forskriftunum.
Men í sama viðfangi fer løg
reglan eisini at hyggja eftir,
um bilførarin tosar í hand
hildnari
fartelefon,
sam
stundis sum tey fara at hava
eyguni eftir dekkunum og
um bilurin, í aðrar mátar, er
eftir forskriftunum.
Fyrsta stigið varð tikið í
morgun, tá ið løgreglan stóð
við Hoyvíkar skúla og kann
aði ferðsluna. Har stóð væl
til, og eingin var skrivaður
fyri lógarbrot.
Eru børn undir 15 ár í
bilinum, er tað bilførarin,
sum hevur ábyrgdina av,
at tey sita í trygdarbelti,
og bilførarin fær klipp í
koyrikortið, gera tey ikki tað.
Men tey skulu eisini
verða spent eftir forskrift
unum. Dømi er um, at eitt
barn hevur sitið í trygdar
belti, men við eini skúlatasku
á rygginum. Tað er ikki eftir
forskriftunum, so tað kost
aði bilføraranum eina bót og
eitt klipp í koyrikortið.
Løgreglan hevur onkun
tíð sagt, at tað eru serliga
tvær umberingar, tey javnan
hoyra fyri at børnini ikki sita
í trygdarbelti. Onnur er, at
tey høvdu slíkan skund, at
tey góvu sær ikki stundir til
at spenna børnini í trygdar
belti og hin er, at túrurin er
so stuttur, tey tey hildu ikki,
at tað bilaði. Men hvørgin
av hesum frágreiðingunum
rína við hjá løgregluni, hava
tey sagt.
Spennið altíð
trygdarbeltið
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin