Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110 SLAKTIÐ Samgongan stendur saman - dalbingar fáa sítt berghol Politiskt stríð er um berghol, men stríðið avdúkar mest ósemjurnar í Javnaðarflokkinum Árni Gregersen GREINING: Stríð hevur tikið seg upp um, hvør berghol skal gerast fyrst til Dals ella fyrst til Fámjins. Stríðið er inni í samgonguni og helst mest innanhýsis í Javn­að­ar­ flokk­inum. Lands­stýrismaðurin við sam­ferðsluálum, Hendrik Old, hevur sagt, at skilabest er at gera berg­holið til Fámjins fyrst, tí har er so at siga klárt at byrja bein­an­ vegin. Men hetta sleppur hann eftir øll­um at døma ikki sjálvur at av­ gera. Restin av samgonguni við løg­ manni á odda hevur boðað frá, at soleiðis verður tað ikki. Landsstýrismðaurin skal fylgja Landsverki, sum klárt raðfestir berg­hol til Dals framum berghol til Fámj­ins. Fyrrapartin hevur lands­stýris­ fund­ur verið og hóast tunlar ikki vóru á dagsskránni, so ivast ongin í, at ma´lið fer at fylla nógv á fund­ in­um. Í grundini er talan um eitt lítið mál fyri øll – uttan tey, sum búgva í Dali og í Fámjin. Politiskt fyllir tað held­ur ikki serliga nógv, aðrastaðni enn í Javnaðarflokkinum. Halda saman Samgongan hevur hægri mál enn at stríðast um raðfestingina av tunl­um til smábygdirnar Dal og Fámj­in. Valskeiðið hevur verið óimeta­ liga buldrasligt og samgonguni er eydn­ast at fáa nógv stórmál framd. Tí er avgerandi, at hendan sam­ gong­an heldur valskeiðið út, meir ella minni. Neyvan nakar heldur, at tað er ser­liga smart at hava val 1. Sept­ ember, so mest sannlíkt er, at val verður í vár ella tíðliga í summar. Vit vita væl, at ein fíggjarlóg skal gerast fyri komandi ár. Tað fer helst at standa á at fáa semju um hana, men tað fer ikki at síggja ser­ liga gott út fyri veljarunum og við­ halds­fólkum hjá sitandi sam­gongu, megna tey ikki at semjast um fíggj­ ar­lógar­uppskotið fyri komandi ár. Í valárum er torført at gera fíggj­ arlóg, tí øll tingfólk vilja seta egin fingra­merkir á lógina og tað kostar vanliga nógvar eyka útreiðslur. Tí krevst ómetalig styrki av landsstýriskvinnuni við fíggj­ar­ málum at tálma hesum útreiðsl­um. Krøvini í góðum tíðum eru ógvus­ ligt og soleiðis eisini til komandi fíggj­arlóg. Bæði Javnaðarflokkurin og Tjóð­veldi seta stór krøv, meðan Framsókn meira heldur, at sam­ gong­an eigur at halda aftur og ikki økja ferðina á búskapinum. Hvat kann bíða Hóast tað er almenni raksturin, sum kostar mest í longdini, so er tað í løtuni íløgurnar, sum seta ferð­ina á búskapinum upp. Tí hevur samgongan longu sett sær fyri, at útseta summar av íløg­ un­um í eina tíð. Alment er ikki boðað frá, hvat verður útsett, men onki er at ivast í, at tjóðleikhús og húsarhaldsskúlin í Klaksvík standa á tí listanum. Eisini aðrar íløgur eru fluttar fram, men alt tað skal sjálvandi gjøgn­um parla­ment­ariska partin hjá sam­ gonguni. Tað sum vit ikki vita undan lands­stýrisfundinum, sum var hild­in meðan blaðið var skrivað, er hvussu hart landsstýrismaðurin við sam­ferðslumálum fer at berjast fyri berg­holinum til Fámjins. Hann skal sjálvandi gera sær eina meting hvør stuðlar honum í hes­um bardaga. Tað sum stendur eftir er, at tvey smá berghol hava avdúkað ósemj­ ur­nar í Javnaðarflokkinum eina­ ferð afturat Flokkurin er spjaddur, men neyv­an so spjaddur, at Hendrik Old fær suðuroyartingmennirnar at bakka seg upp í hesum máli. Tí endar politiska telvingin helst við, at løgmaður fær sítt ígjøgnum og Dals-tunnilin verður boraður fyrst og so eitt lyfti um,a t Fámjin sto stendur næst á skránni – og ikki Tjørnu­vík. Hendrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum, vil hava berghol til Fámjins fyrst. Løgmaður hevur boðað frá, at samgongan sigur, at berholið til Dals skal gerast fyrst. Landsverk sigur, at Dalsvegurin er vandamikil og tí edigur bergholið til Dals at raðfestast nummar eitt. Ewald Kjølbro mælir til tunnil til Dals áðrennn tunnil til Fámjins.