mánadagur 24. september 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GRANNAKRÍGGJ
Systkinabørn
stríðast um p-pláss
Dómarin bað partarnar royna einaferð
enn at finna eina loysn sjálvir, tí
um hann skal døma, kann annar
parturin standa eftir við ongum.
Danjal av Rana
Eitt familjustríð um ein atkomuveg
og eitt parkeringspláss endaði í
rættinum í síðstu viku. Tað eru tvey
systkinabørn, sum nú eru grannar,
sum í tvey ár hava ligið í stríð um
rættin til eitt parkeringsøki.
Húsini hjá teimum báðum liggja
á grundstykkinum, sum abbi teirra
í sínari tíð átti. Síðani bleiv stykkið
sundurlisið í tríggjar partar, ein
til abban, ein til sonin og ein til
dóttrina. Sonurin bygdi hús á sín
um øki í sjeytiárunum, meðan dótt
irin ongantíð bygdi á sínum øki.
Atkoman til húsini hevur altíð
verið heldur knortlut. Upprunaliga
gekk ein vegur gjøgnum stykkið
hjá dótrini, sum bæði abbin og son
ur hansara brúktu og síðani park
eraðu hvør í sínum lagi við hús síni.
Í áttatiárunum fer kommunan
undir at breiðka høvuðsvegin
fram við húsunum og avger tá at
leggja ein nýggjan veg niðan til
húsini gjøgnum eina grannaogn,
sum kommunan átti. Nú gongur
atkomuvegurin til húsini altso nið
an framvið sunnan fyri húsini hjá
soninum, síðani inn á grundøkið
hjá abbanum og yvir til húsini
bæði. Parkeringsøkið hjá soninum
liggur norðan fyri húsini. Enn sum
áður hava abbin og sonur hansara
báðir koyrt niðan eftir vegnum, inn
gjøgnum ognina hjá abbanum og
síðani sett bilin fram við húsunum.
Lat okkum so spola fram til
okkara tíð. Nú hevur abbasonurin
keypt húsini hjá abbanum og
óbygda grundstykkið hjá mammu
síni. Fyri trimum árum síðani keyp
ir so abbadóttirin húsini hjá pápa
sínum.
Garðurin stjól p-plássið
Og so er tað, at stríðið byrjar.
- Mitt á nátt setti hann brádliga
ein garð upp, sum forðar okkum at
nýta okkara parkeringsøkið, sigur
abbadóttirin um systkinabarnið.
Hon vil tí hava dómaran at døma
systkinabarnið at taka garðin niður
aftur og viðurkenna, at tey hava
rætt at koyra inn eftir hansara ogn
yvir á sítt parkeringsøkið, eins og
pápi hennara gjørdi, tá hann átti
húsini.
Abbasonurin vísir á sínari síðu
til, at vegurin liggur inni á sínari ogn
og at partur av parkeringsøkinum
hjá systkinabarninum eisini liggur
inni á sínari ogn. Tá nú systkina
barnið, síðani hon keypti húsini
frá pápa sínum, hevur grivið út
aftan fyri húsini til fleiri nýggj
parkeringspláss, helt hann tað
mundi vera í lagi, at hann setti ein
garð upp millum ognirnar, fram við
markinum.
- Og hann bleiv bygdur á alljós
um degi, ikki á miðjari nátt, segði
maðurin.
Hava ríkiligt av
parkeringsmøguleikum
Hann vísir á, at hóast tey ikki
longur kunnu koyra sama veg inn
á gamla parkeringsplássið, so er
framvegis atgongd inn á nýggja
parkeringsplássið og haðani inn
á gamla parkeringsplássið – og
nú uttan at systkinabarnið mugu
koyra inn á hansara ogn.
Sakførarin vísti á, at sambært
skjølum hjá kommununi var at
komuvegurin niðan til húsini hjá
abbanum, meðan sonur hansara
skuldi gera sær eitt parkeringsøki
nærri høvuðsvegnum. Hann vísti
eisini á, at kvinnan hevði góðar
møguleikar at gera onnur parker
ingsøki, umframt tey nýggju, sum
longu eru gjørd, og bilhúsið, sum
hon ætlar at byggja.
Hesum
uppskotum
havnaði
kvinnan tó, tí at so bleiv ov langt at
ganga yvir til høvuðsdyrnar. Gamla
parkeringsplássið
lá
nærmast
dyrnum, og soleiðis ynskti hon tað.
Hon vísir eisini á, at tað er ikki bara
bara, at koyra inn á nýggja p-økið,
tí har er stórur hæddarmunur, nú
grivið er út fyri einum ætlaðum
bilhúsi millum atkomuvegin og
húsini.
Ógvusligt stríð
Stríðið hevur eftir øllum at døma
verið sera hart til tíðir. Sosialurin
veit, at báðir partar í fleiri umførum
hava vent sær til kommununa og
klagað hvønn annan, vakmyndatól
eru sett upp at halda eyga við hvør
øðrum, umframt at maðurin eitt
skifti var skuldsettur fyri at hava
hótt kvinnuna, men bleiv fríkendur
í tí málinum.
Stríðið snýr seg altso um at
komuvegin, sum Tórshavnar komm
una gjørdi í áttatiárunum. Sakfør
arin hjá kvinnuni vil vera við, at
hon hevur hevdvunnan rætt at
ferðast eftir atkomuvegnum, inn
á ognina hjá grannanum, systkina
barninum, tí tað gjørdi pápi henn
ara øll árini, hann búði í húsunum.
Sakførarin hjá manninum vil
vera við, at abbin og pápi kvinnuna
høvdu eina avtalu um, at so skuldi
vera. Hann hevur onga slíka avtalu
við kvinnuna, sum nú eisini hevur
fingið onnur p-øki at seta bil sín á.
Tí er ikki neyðugt hjá henni longur,
at koma inn á hansara grundøki.
Roynið enn eina ferð
Fyri betri at kunna gera sær eina
mynd av støðuni, valdi dómarin
at flyta rættarfundin út til húsini,
áðrenn hann skuldi gera eina nið
urstøðu.
Eftir at hava sæð umstøðurnar
heitti hann inniliga á partarnar um
at finna eina semju sjálvir.
- Um eg skal gera ein úrskurð,
so stendur møguliga annar partur
in eftir við ongum. Í øllum førum
annar parturin fer at vera skuff
aður av mínari avgerð, segði dóm
arin.
Hann kom sjálvur við ein
um uppskotið um eina loysn, at
maðurin tók niður tann partin
av garðinum, sum forðaði inn
koyringini til gamla parkerings
plássið, men at hann afturfyri fekk
aftur fullan ræðisrætt av ognini
hjá mammuni, har partur av gamla
parkeringsplássinum hjá kvinnuni
áður lá.
Dómarin og sakførararnir samd
ust tí um at fáa partarnar at seta
seg við samráðingarborðið aftur
í eini roynd at finna eina semju.
Dómarin gav teimum tvær vikur
freist, áðrenn hann sjálvur fór at
taka málið upp til endaliga dóms
viðgerð.