Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110 MAKI 1 OG MAKI 2 Maki 1 og maki 2 finst í almennum skjølum Men vígslubrævið og hjúnabandsbókin nýta ikki hesi hugtøkini. Har standa bara nøvnini á teimum giftu. Danjal av Rana Jógvan á Lakjuni skapti røring í sosialu miðlunum, tá hann í síðstu viku bar tíðindini, at nú var gjørt av við mann og konu í vígslu­ brøv­unum – nú æt tað bara maki 1 og maki 2. Hann segði, at hann á ting­fundi mikudagin fór at spyrja lands­stýriskvinnuna í innlendis­ mál­um um málið. Hann fór at spyrja Sirið Sten­ berg, um tað er rætt, at orðini mað­ ur og kvinna eru strikað á nýggja vígslu­brævinum, sum hjún fáa í sam­bandi við borgarligt giftar­mál, og um tað er rætt, at í hjúna­bands­ bók­ini nú stendur maki 1 og maki 2. Landsstýriskvinnan í inn­lendis­ málum var tó ikki á fundi miku­ dagin, og tí blivu spurn­ing­arnir hjá Jógvani á Lakjuni ikki svaraðir. Sosialurin hevur kannað málið hjá Almannamálaráðnum, sum er avvarðandi myndugleiki á økinum, og eftir øllum at døma er tað ikki heilt satt. Hvørki maður og kona ella maki 1 og maki 2 Á vígslubrævinum, tað er skjalið, sum hjún undirskrivað, tá tey verða vígd, skulu tey hvørki skrivað undir sum maður og kona ella sum maki 1 og maki 2. Á teimum skjølunum standa bara nøvnini hjá teimum, sum skulu vígast. Tað er tó satt, at hugtakið maki 1 og maki 2 er blivið partur av almennu fyrisitingini, tá nýggja hjúnabandslógin kom í gildi. Hesi hug­tøkini eru at finna í oyðu­blaðn­ um, sum eit­ur Hjúna­lags­vátt­an. Hetta er oyðu­blaðið, sum tey, ið vilja giftast, mugu lata myndug­ leik­unum, fyri at fáa loyvi at gift­ ast. Her verður spurt um, hvørt per­ són­arnir eru gift­ir framm­an­undan, um teir eru lóg­liga skildir, um teir hava aldur at giftast, um teir eru tætt skyldir og líknandi. Ein slík góð­kenning krevst fyri at fáa loyvi at giftast. Ríkisumboðið framdi broytingina Jógvan á Lakjuni spyr eisini, hvør myndugleiki hevur givið boð um at broyta oyðubløðini. Svarið til tann spurningin er, at tað er Ríkis­um­ boðið, sum broytti oyðu­bløðini, tá nýggja lógin kom í gildi. Almannamálaráðið sigur, at hug­tøk­ini maki 1 og maki 2 eru kom­in frá Ríkisumboðnum, sum um­sat øki áðrenn tað bleiv yvir­ tikið. Tað er ríkisumboðið, sum, tá nýggja hjúnabandslógin kom í gildi, umsetti donsku oyðibløðini, og hað­ani koma hugtøkini maki 1 og maki 2. Tá hjúnabandslógin bleiv yvir­ tik­in, fekk Almannamálaráðið øll skjøl, sum lógu á goymslu, teirra mill­um hesar hjúnalagsváttanirnar. Tveir fulltrúar, sum Miðlahúsið hevur tosað við, leggja dent á, at hetta ikki er eitt skjal, sum før­ oysk­ir myndugleikar hava gjørt, og at einki er í vegin fyri, at broyta hug­tøkini, um landsstýriskvinnan ynsk­ir tað. Kann broytast aftur Í telduposti, sum Almanna­mála­ ráðið sendi til løgregluna og komm­ un­urnar, aftaná at økið varð yvir­ tikið, stendur eisini at føroyskir myndug­leikar nú hava heimild at gera broyt­ingar í oyðubløðunum, um mett verður, at tørvur er á tí, men at hetta ikki verður gjørt bein­ an­vegin. Fleiri tingfólk hava sagt seg skilja øsingina hjá Jógvani á Lakj­ uni og hava víst á, at tað kann ikki vera ein trupulleiki, at hava fleiri útgávur av sama oyðu­blaðið. Jógvan á Lakjuni spyr lands­stýris­ kvinn­una, hví ikki serlig oyðubløð verða gjørd til tey fáu. Svarið frá almannamálaráðnum er, at tað er heldur eingin trupul­ leiki at nýta ymisk oyðubløð, alt eft­ir um talan er um eitt hinkynt ella samkynt par, sum skal giftast, men at hendan avgerðin er upp til lands­stýriskvinnuna at taka. Jógvan á Lakjuni skrivar í fyri­ spurn­inginum, at hann hevur hoyrt, at í vígslubrøvunum, sum fólk fáa, og í hjúnarbandsbókini, stend­ur ikki longur maður og kona, men maki 1 og maki 2. Hetta er so­ statt ikki rætt. Tað er tó rætt, at nýggj kyns­ neutral oyðubløð er gjørd í sam­ band við at nýggja hjúnar­bands­ lógin bleiv sett í gildi í Føroyum. Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, giftur fyrsta samkynda parið í Føroyum tann 6. september í 2017. Fyrsta parið vóru bretarnir Leslie Travers og Richard McBride Mynd: Harriet Olafsdóttir Jógvan á Lakjuni er ikki fegin um lógina, sum loyvir fólki av sama kyni at giftast, og vil tí hava greiðu á, um tað veruliga passar, at tað í staðin fyri »maður og kvinna« nú stendur »maki1 og maki2« á vígslubrøvum Tað er á einum formulari, sum fólk skulu útfylla, áðrenn tey verða giftast, at orðini »maki 1 og maki2« stendur