mánadagur 24. september 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Komandi dagarnar
verður spreingiarbeiði
við tunnilsmunnan í
Rókini. Beint áðrenn
hvørja spreinging
verður økið sperrað av,
minst 100 metrar frá,
og blást verður í lúður.
Forvitnisligt
steinslag
í føroyskum
basalti
- Ein ótrúliga vakur steinur,
sum fólk áttu at sæð
Vilmund Jacobsen
Um dagarnar legði Føroya
Grótvirki í Skopun út eina
flotta mynd av stórari tinnu,
sum er komin undan kavi í
steini úr Høvdarhaga í Skop
un.
Myndir av tinnuni liggja á
Facebook-síðuni hjá Føroya
Grótvirki, og á tráðnum held
ur lesari fyri, at henda stóra
tinna prógvar, hvat náttúr
an kann skapa – og sum vit
menniskju ikki megna at
skapa eins vakurt.
- Ein ótrúliga vakur stein
ur, sum fólk áttu at sæð,
heldur ein annar lesari fyri.
Um tinnu, sigur www.
sprotin.fo,
at
hetta
eru
steinsløg, sum finnast í
flestu basaltløgum í Føroy
um, og hetta var tilfar, sum í
steinøldini varð brúkt til eitt
nú knívs-og øksarbløð.
Á heimasíðuni hjá Jarð
feingi um leinkjuna http://
jf.fo/?s=tinna
er
ymiskt
kunnandi tilfar at lesa um
tinnur í føroyska basaltin
um, og tíðarritið Frøði hevur
áður eisini havt greinar um
hesi fyribrigdi.
Herða
klapp
og treysti
at halda
fram
Vilmund Jacobsen
Á árliga Vinnudegnum
fríggjadagin verða
Ársins Virki og
Ársins Átak kosin.
Endamálið við hesum
er at menna vinnuligan
hugburð og økja um
virðingina fyri vinnuni
hjá myndugleikum
og borgarum.
Endamálið er eisini
at geva virkjum,
sum á einhvønn hátt
hava klárað seg væl,
eitt herðaklapp og
treysti til at halda
fram á somu kós.
- At velja Ársins Virki
er framhaldandi ein
týdningarmikil partur
av Vinnudegnum. Til at
velja Ársins Virki situr
ein dómsnevnd, ið er
vald av nevndini í Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
Í Vinnuhúsinum vísa
tey á, at umframt at
leggja dent á fíggjarlig
úrslit seinastu árini,
hyggur dómsnevndin
eisini eftir, um fyritøkur
hava víst framfýsni
og áræði á ymiskum
økjum, og um hetta
hevur viðført menning
og vøkstur av fyritøkuni.
Hetta kann eitt nú
vera í samband við
framleiðslu, útflutningi,
útbúgving ella vøru- og
tænastumenning.
- Umframt heiðurin fær
Ársins Virki eina serliga
standmynd, ið er gjørd
til endamálið. Talan er
um eina standmynd,
sum er stoypt í bronsu.
Ársins Virki hevur
verið kosið á hvørjum
ári, meðan Ársins Átak
hevur verið kosið, tá
mett hevur verið, at
fyritøka ella persónur
hava gjørt eitt serligt
átak, ið kann gagna
vinnuligum framburði.
- Hetta kann vera eitt
einstakt átak, men
kann eisini vera arbeiði,
sum er gjørt í longri
tíð. Sama dómsnevnd,
sum velur Ársins Virki,
velur Ársins Átak, siga
tey í Vinnuhúsinum.
TUNNILSBYGGING:
Tilsamans vórðu boraðir
og sprongdir 90 metrar
av Eysturoyartunlinum
í seinastu viku. Arbeitt
hevur eisini verið við
at tetta lekar. Nú
eru sprongdir 7.114
metrar av tilsamans
11.250 metrum, sum
tunnilslongdin er.
Gávur til góð endamál
í Sandoynni
Lions Tindur handaði leygardagin gávur til Virknis-og
Umlættingardepilin og Fimleikafelagið í Sandoynni
Vilmund Jacobsen
Á fundi á Sandi hjá lions
feløgunum
í
Føroyum
seinnapartin
leygardagin
handaði lionsfelagið í Sand
oynni - Lions Tindur - tvær
gávur, ávikavist til Virknis-
og
Umlættingardepilin
á
Sandi og til Sandoyar Fim
leikafelag.
Gávan til Virknis-og Um
lættingardepilin er eitt fram
komið renniband, sum depil
in kemur at brúka í sínum
venjingarhølum til teirra,
sum hava tørv á likamligum
venjingum og endurvenjing
um.
Tað var Hans Falkvard,
formaður í Lions Tindur,
sum vegna felagið handaði
gávurnar.
Jóhanna
Jansyardóttir,
leiðari á Virknis-og Umlætt
ingardeplinum, tók ímóti
rennibandinum.
Vegna
Sandoyar
Fim
leikafelag tók Marit Hilmars
dóttir Jensen, formaður fel
agsins, móti gávubrævinum
á 5.000 krónur, ið Lions Tind
ur letur sum ískoyti til eina
Air-Track máttu til felagið.