Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110 SEMJA VIÐ HANDVERKARAFELØGINI Seinnapartin fríggjadagin var semja undirskrivað millum øðrumegin Føroya Hand­verka­r­a­fel­ag og Landsfelag Handverkaranna og hinumegin Fíggjarmálaráðið. Semjan merkir, at mánaðarlønin hækkar 2,3% tann 1. oktober í 2017 og 2,4% tann 1. oktober í 2018. Um­framt løn­ar­hækking, er lønarstigin styttur tvey stig, og framyvir fáa handverkarar eisini eftirløn av persónligum ískoytum sambært § 5 í sáttmálanum. Ásetingarnar um barnferð eru broytt­ar eins og í øðrum semjum, ið eru gjørdar hetta skeiðið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sátt­mál­a­num altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barns­burð. Gunnvør Ziska Klaksvík, uppvaksin á Eiði, andaðist á Norð­oya Røktarheimi leyg­ar­ dag­in 22. september, 95 ára gomul. Elsebeth Sofía Poulsen, Kunoy, fødd Rasmussen, van­liga nevnd Fía, and­ að­ist á Heiminum við Vágna leyðardagin 22. sep­tembur, 95 ára gomul. Esther Nilssen, ættað úr Pork­eri, búsitandi í Vági, and­aðist á Suðuroyar sjúkr­a­húsi, 89 ára gomul. Grímur Lassen, Klaks­ vík, andaðist á Rík­is­ sjúkrahúsinum leyg­ar­ dag­i­n 22. septembur, 75 ára gamal. Hjørdis Poulsen, í Vági, ættað úr Trongisvági andaðist á Hamragarði 19. september, 80 ára gomul. Erla Andreassen, ættað úr Trongisvági, búsitandi í Bergen, andaðist 14. september, 86 ára gomul. Hjalmar Berthelsen, Inn­an Glyvur, andaðist á Eysturoyar Røktar og Ell­ is­heimi fríggjadagin 21. septembur, 85 ára gamal. Sjúrður Vágsheyg Johannesen, ættaður úr Tórs­havn, andaðist á Rík­is­sjúkrahúsinum miku­dagin 19. september, 57 ára gamal. Steintóra Samuelsen, ættað av Tvøroyri, búsitandi í Tórshavn, andaðist hósdagin 20. septembur, 64 ára gomul. Poula Olsen, vanliga nevnd Poula á Brúnni, Norðragøta, andaðist miku­dagin 19. septembur, 82 ára gomul. ANDLÁT 114 ár síðani Niels Ryberg Finsen doyði Hann var bara 43 ára gamal, tá hann doyði hendan dagin í 1904 – tann 24. september. Havnardrongurin Ni­els Ryberg Finsen varð fødd­ ur úti á Reyni í Havn hin 15. des­em­ber 1860, og doyði 24. september 1904 í Keyp­ manna­havn. Pápin var fyrst fúti, síð­ ani amtmaður í Føroyum. Tí varð hann føddur í Fúta­ húsu­num úti á Reyni og vaks upp í amt­mansborgini. Hann var útbúgvin lækni í 1890, og hann er einasti før­oy­ingur, ið hevur fingið Nob­el­virðislønina, sum hann fekk í læknafrøði í 1903. Pápin var Hannes Fin­sen, sum var amtmaður í Før­oy­ um 1871–1884. Hannes var av ís­lendsk­ari ætt, við røtum í ís­landi heilt aftur til 10. øld. Móð­ur Niels Finsen, Johanne Frö­man var eisini úr Íslandi. Niels Finnsen gekk tann fyrsta partin av síni skúla­ gongd í Føroyum. Síðan fór hann til Herlufsholm í Dan­mark at ganga í skúla. Eftir eitt stutt tíðarskeið í Dan­mark flutti hann til Reykja­víkar í Ísland í 1876. Har kláraði hann seg væl, sjálvt um hann ikki hevði máls­ligan førleika, at tosa ís­ lendskt. Í 1882 fór Niels Finsen til Keyp­mann­a­havn­ar at lesa lækna­frøði, og tók sína enda­ ligu próvtøku í 1890. Sama ár­ið bleiv hann professari í krops­bygn­að­ar­frøði á Uni­ vers­i­tet­i­num í Keyp­manna­ havn, hetta var ein sessur, sum hann segði frá sær í 1893 fyri at leggja meiri orku í sítt vís­ind­aliga arbeiði. Føroya elsti peninga­ stovnur 99 ár í dag 24. september í 1919 varð Norð­ oya Sparikassi stovn­að­ur. 40 á­byrgdarar tekn­ aðu til­samans 20.000 kr. í á­ byrgd­a­rpeningi Fyrstu tíðina húsaðist spar­ i­kassin heima í sýslu­mans­ hús­i­num, har T. J. Pet­er­sen, sýslu­maður, eis­ini hevði av­ greiðsl­una um hendi. Stutt eftir varð flutt heim í “Hvít­ hús”, har av­greiðsl­an fór fram til 1925, tá ið spar­i­kassin flutti inn í minnu skúla­stov­ una í “Gamla Skúla”, ið tá var nýggj­ur. 11. juni 1928 varð grund­ar­ stei­n­urin lagdur til NORЭ OYA SPARIKASSA. Í land­ nyrð­ings­hornið varð ein glas­krukka løgd við einum tíggj­u­krónu­s­tykki av gulli, ein­ari tví­krónu av silvuri, ein­ari einkrónu úr silvuri, ein­um fimm­og­tjúg­u­oyra og ein­um tíggjuoyra úr silv­uri, trim­um fimmoyrum, tvei­ m­um tveyoyrum og einum eitt­oyra úr kopari. Hjástaddir vóru stjórn­ ar­lim­ir­nir J. F. Kjølbro, Olaf Ol­sen, Alexander Enniberg, Sím­un Petur Zachariasen og Ax­el Petersen. Móti ársenda var bygningurin liðugur, og flutt varð inn. Tá ið seinni heimsbardagi var av, varð hugsað um at byggja upp í verandi bygn­ ing, og í 1948 varð bygn­ing­ur­ in útbygdur suður- og vest­ ur­eftir. Henda útbygging varð liðug í 1951 og kostaði góð­ar 200.000 kr. Síðani er sparikassin bygd­ur út fleiri ferðir, eins og fleiri deildir hava verið latn­ar upp. Í 1965 varð deild latin upp í Leir­vík, í 1967 í Norðdepli og í 1972 á Viðareiði. Í 1982 varð deild latin upp við Klaks­ víks­vegin og 1993 við Stang­ a­vegin í Klaksvík. Á 80 ára stovn­ing­ar­degn­ um, tann 24. september 1999 avdúkaði Sparikassin nýtt bú­merki, sum Martin Jo­en­ sen hevur teknað. Sparikassin valdi síð­an aftur at mið­savna norð­ur­øk­ ið til høv­uðs­deild­ina. Deild­ ir­nar í Klaksvík lótu aftur í á­vík­a­vist 2001 og 2004, í Norð­depli og á Við­ar­eiði lótu deildirnar aftur í 2005, og deildin í Leirvík lat aft­ur í 2009. Norðoya Spari­kassi lat upp tríggjar aðrar deild­ ir, í 2006 í Saltangará, í 2007 í Tórs­havn, og nýggj­asta deild­in lat upp í 2013 í Fugla­ firði. Í 2015 valdi Sparikassin at mið­savna Eysturoyarøkið í Fugl­a­firði og lat aftur í Salt­an­g­ará. Virksemi spar­ i­kass­ans er økt munandi og fevn­ir í dag um alt frá pe­n­ing­a­stovns­virk­semi til priv­at­kundar, eins og spar­ i­kassin, eftir at banka- og spar­i­kassalógin varð broytt í 1994, eis­ini fíggjar ein part av vinnu­lív­i­num. Norðoya Sparikassi er í dag elsti peningastovnurin í land­i­num, og starvast umleið 50 starvs­fólk í Norðoya Spar­ i­kassa. VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN Vælkomið Bestu ynskir lítla barn Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku við barnsburðinum, og vilja vit fegin siga frá hesum í teiginum “Føðingar”. Send teldupost til: barn@sos.fo Upplýs: Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.), navn foreldranna/systkin og bústað. Sendið mynd við Týsdagin 18. september 2018 fingu Eyðun Dalsgarð og Vanja Krossá Dalsgarð, Miðvágur, eina dóttir. Hon var 53 cm lang og vigaði 3760 gr.