mánadagur 24. september 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Tá vit stóðu har úti í Tindhólmi og høvdu arbeitt
nakrar dagar á sunnaru síðuni, vendu vit okkum
við og hugdu yvir á Bíggjarskor. Tá byrjaði tað
stóra bílætið at opinbera seg fyri okkum. Vit
høvdu sæð fornar, stórar dalar í berginum og
grót, ið var líka stórt sum hús, ið var bóltað
oman eftir hesum dølum. Vit vistu at stórur
hæddarmunur má til fyri at skapa tílík fyribrigdi.
Tá ið vit so settu hetta saman, við tí vit nú sóu
í Bíggjarskor, vóru vit á einum máli um, at talan
var um eitt gosfjall. Ella rættari partar av einum
gosfjalli, ið er burtur nú, greiðir Uni Árting frá
um løtuna, tá føroyskir jarðfrøðingar varnaðust
leivdirnar av einum gosfjalli í Sørvágsfirði.
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Sørvágsfjørður goymir upp á eitt
loyndarmál. Tað er eitt av teimum,
ið er nógv eldri enn nakar núlivandi
føroyingar. Faktiskt er tað væl eldri
enn navnið Føroyar. Enntá eldri
enn teir fyrstu persónarnar, ið
bóru eyga við hesar oyggjar.
Granskarar á Jarðfeingi hava
saman við útlendskum granskarum
staðfest, at Sørvágsfjørður er
gamla staðsetingin hjá einum av
teimum gosfjøllunum, ið var við til
skapa Føroyar. Ella rættari sagt, so
var helst eingin Sørvágsfjørður, tá
gosfjallið var virkið fyri umleið 56
milliónir árum síðan, men gransk
arar hava nú staðfest, at leivdirnar
av hesum gosfjalli eru grivnar í Sør
vágsfirði og síggjast í Bíggjarskori
og Tindhólmi.
Tað serstaka við fundinum í
Sørvágsfirði er, at hóast jarðfrøð
ingar hava vitað, at Føroyar, eins og
Ísland, eru uppbygt av gosfjøllum,
so er hetta fyrstu ferð, at tað hevur
eydnast at staðfesta og kortleggja
stórar partar av einum heilum gos
fjalli.
- Vit hava altíð sagt, at Føroyar
eru uppbygdar av gosfjøllum, men
vit síggja bara ikki sjálv gosfjøllini.
Vit síggja goshálsar, vit síggja riv
ur, vit síggja lavafláir og tílíkt, men
hetta er fyrstu ferð, at tað er eydn
ast at funnið leivdirnar av einum
av gosfjøllunum og staðfest hvar
tað lá, sigur Uni Árting, ið er ein av
jarðfrøðingunum, ið hevur arbeitt
við verkætlanini.
Opinberingin á Tindhólmi
Millum jarðfrøðingar hevur Bíggj
arskor altíð havt ein ávísan áhuga,
men eingin neyv kanning hevur
verið gjørd av økinum. Tað nærm
asta hava verið nakrar lýsingar,
ið Arne Noe-Nygaard og Jóannes
Rasmussen (1969) hava gjørt av øk
inum, men eru tær ikki námind so
nágreinað sum tær kanningar, ið
nú eru gjørdar.
Søgan byrjaði fyri fýra ár
um síðan, tá jarðfrøðingar úr
Jarðfeingi vóru við einum altjóða
granskaratoymi
kallað
AMASE
(Arctic Mars Analog Svalbard Ex
pedition) á Tindhólmi. Endamálið
við túrinum hendan dagin var at
royna ymiska útgerð, ið eftir ætlan
skal sendast uppá Mars í 2020. Mett
verður, at jarðfrøðin á Mars líkist tí
basalti og royðugróti, ið Føroyar er
bygt upp av, og tí var Føroyar eitt
væl egnað stað at royndarkoyra
útgerðina, ið skuldi við rúmdarfar
inum á søguligu kanningarferðina.
- Tá vit stóðu har úti í Tindhólmi
og høvdu arbeitt nakrar dagar á
sunnaru síðuni, vendu vit okkum
við og hugdu yvir á Bíggjarskor.
Tá byrjaði tað stóra bílætið at
opinbera seg fyri okkum. Vit
høvdu sæð fornar, stórar dalar
í berginum og grót, ið var líka
stórt sum hús, ið var bóltað oman
eftir hesum dølum. Vit vistu at
stórur hæddarmunur má til fyri
at skapa tílík fyribrigdi. Tá ið vit
so settu hetta saman, við tí vit nú
sóu í Bíggjarskor, vóru vit á einum
máli um, at talan var um eitt gos
fjall. Ella rættari partar av einum
gosfjalli, ið er burtur nú, greiðir Uni
Árting frá.
Løtan úti á Tindhólmi førdi til,
at jarðfrøðingarnar á Jarðfeingi
fóru í holt við at kanna økið nærri.
Tvey ár seinni kundu teir við vissu
staðfesta, at bæði Bíggjarskor og
Tindhólmur goyma upp á leivd
irnar av einum 56 milliónum ára
gomlum gosfjalli.
Størsti parturin burtur
Hóast jarðfrøðingar í dag kunna
staðfesta nøkulunda hvar gosfjallið
lá, so eru størsti parturin burtur í
dag. Leivdirnar av hesum gosfjalli
eru tó grivnar í Bíggjarskor og
Tindhólmi.
- Alt gosfjallið er ikki heilt long
ur, og skapið av Tindhólmi, ið man
sær í dag, hevur sum so einki við
gosfjallið at gera. Men í tí skurð
inum, ið vendir suðureftir, sæst
leivd av gosfjallinum. Um man sær
fyri sær ein tvørskurð av einum
gosfjalli, so er Tindhólmur niðast
partur á fjallasíðuni. Tað er sjálvur
LOYNDARMÁLIÐ
Løtan tá ið vit venda fokusið móti Bíggjarskor eftir langan dag á suðursíðuni á Tindhólmi.
Uni Árting, Hans Amundsen og Turid Madsen til arbeiðis úti í Tindhólmi.
Jarðfrøðingar í bjørgunum til arbeiðis
Uni Árting, Hans Amundsen og Turid Madsen
ELDGOS Í VÁGUM
- Vit síggja
goshálsar, vit
síggja rivur, vit
síggja lavafláir
og tílíkt, men
hetta er fyrstu
ferð, at tað
er eydnast
at funnið
leivdirnar
av einum av
gosfjøllunum
og staðfest hvar
tað lá