Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110 slættin við dølum, har lavafláir og annað leyst tilfar frá gosfjallinum er bóltað oman, sigur Uni Árting og greiðir síðan frá Bíggjarskor. - Tað sum í dag er Bíggjarskor hev­ur verið longri uppi á fjalla­síð­ uni og nærri miðjuni av gos­fjall­in­ um. Tað eru teir skurðirnir í skap­ inum av gosfjallinum, ið vit hava skrásett og kortlagt. Sjálvt gos­ fjallið hevur so helst ligið uttarlaga í Sør­vágsfirði, greiðir Uni Árting frá. Sum at finna ein dinosaur Fyri jarðfrøðingarnar er tað stórt at kunna staðseta gosfjallið, tí talan er um fyrsta veruliga gosfjall, ið man hevur kortlagt í Føroyum. Men eisini í einum størri høpi er talan um nakað, ið vekir ans. Gosfjøll eru nevniliga ikki so løtt at finna, tí tíðarinnar tonn ferð vanliga illa við teimum. - Gosfjøll eru bygd upp av nokk so leysum tilfari. Tí er tað óvanligt, at tey yvirliva serliga leingi. Av tí sama er tað rættiliga sjáldsamt, at man finnur heil skap av gosfjøllum. Tað er sum at finna beinagrindina av einum dinosauri. Her hava vit funnið nakað, ið er sera viðbreki í náttúruni, men tað er varðveitt, tí lava hevur grivið gosfjallið rættiliga skjótt. Sostatt eru partar av tí enn varðveitt, vísir Uni Árting á og leggur afturat. - Vit hava funnið skapið av ein­ um gosfjalli, ið liggur grivið inni í restina av jarðfrøðini í økinum. Tað hava vit ikki sæð fyrr. Áður hava vit sæð gosmyrjuna og spor eft­ir slíkum. Føroyar er jú uppbygt av gosfjøllum, men hetta er fyrstu ferð, at vit ordiliga hava eydnast at kortlagt skapið av einum gosfjalli her á landi. Harumframt hava vit eisini kortlagt grótsløgini, ið eru kom­in upp úr gosfjallinum, um­ framt dalar og grót, ið er dottið nið­ur eftir síðuni av gosfjallinum, sig­ur Uni Árting. Eingin loyndardómur Hóast tað er stórt at kortleggja fyrsta gosfjallið í Føroyum, so broyt­ir hetta ikki stórvegis okk­ ara fatan um hvussu Føroyar blíva til. Hetta leggur sjálvandi aft­ur­ at hesari vitan, og ein meira heil­ skapað mynd av jarð­frøði­søg­uni byrj­ar at taka skap nú. Jarðfrøðin í Føroyum er býtt upp í tvey høvuðs-tíðar­skeið. Man hevur alt tað ið er frá Prest­ fjalls­fylk­inum (fyrr kola­lind­in) og nið­ur­eftir, tann elsti parturin av fláa­røðini. Hetta er gostilfar frá tíðar­skeiðinum áðrenn Norður­at­ lants­havið byrjar at taka skap, og megin­landið skrædnaði. Tá lógu Før­oyar, ella tað sum vit í dag kenna sum Føroyar, heilt tætt at Eyst­ur­grøn­landi. Har sær man, at tað einaferð í tíðin hevur goyst við fullari kraft, áðrenn steðgur kom í. Eftir hendan steðgin byrjar at goysa aftur, sigur Uni Árting og greið­ir víðari frá. - Tá tað so byrjar at goysa aftur, varð tað uppaftur meira ógvusligt gos­virk­semi. Tað er tað, ið vit kenna frá Hvannhagafylkinum (fyrr gos­ myrj­an) við gosbumbum og ilsku­ kend­um gróti. Úrslitið av tí síggja vit í dag til dømis Hvannhaga og í Vág­um. Tað sum okkara verkætlan er, er ein nágreinilig kortlegging av hes­um ógvusliga gosvirkseminum. Eftir ætlan, verða úrslitini av gransk­ingarverkætlanini kunn­ gjørd í vísindaligum tíðarriti í næst­um. Talan er kortini um so nógv tilfar, ið jarðfrøðingarnir hava fingið til vega, at tað verður nokk til fleiri vísindaligar greinar um evnið, og fleiri kanningarferðir aft­ur í Vágoynna. Harumframt verður tað í løt­ uni arbeitt við fleiri øðrum verk­ ætl­anum, ið vónandi vera við til at av­dúka fleiri loyndarmál sum tað, ið Sør­vágsfjørður hevur goymt í 56 milli­ónir ár. Í samband við Vìsindavøkuna á ferð hevur Uni Árting tveir fyri­ lestrar um gosfjallið í Sørvágsfirði. Tann fyrri er mánakvøldið klokkan 19.30 í Sørvágs bókasavni, meðan tann seinni er í Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjamorgun klokkan 09.35. Í SØRVÁGSFIRÐI Fjallabjargarar og jarðfrøðingar í Bíggjarskor Uni Árting við mátistokki Fjallabjargarar taka grótroyndir fyri okkum Morten Riishuus klatrar í Bíggjarskor ELDGOS Í VÁGUM - Um man sær fyri sær ein tvørskurð av einum gosfjalli, so er Tindhólmur niðast partur á fjallasíðuni. Tað er sjálvur slættin við dølum, har lavafláir og annað leyst tilfar frá gosfjallinum er bóltað oman