mánadagur 24. september 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marine Harvest hevur
skapt eitt nýtt navn og brand
til føroyska laksin hjá
felagnum. Navnið leiðir til
Rinkusteinar í Oyndarfirði og
er Rinka.
Fleiri føroyingar hava skrubb
Gigni, sum veitir
heilsutænastur til
børn og ung, boðar
nú frá, at skrubb er
staðfest ymsastaðni
í Føroyum
Vilmund Jacobsen
- Tað er staðfest skrubb ymsastaðni
í Føroyum, og í faldara kanst tú
lesa meira um, hvat skrubb er, og
hvussu tað kann viðgerast.
Soleiðis siga tey í Gigni.
Í faldaranum, sum víst verður
til, stendur, at orsøkin til, at børn,
ungfólk ella vaksin fáa skrubb er, at
fólk hava fingið eina skrubbmottu
á húðina.
- Mottan borar seg niður í
húðina, har hon síðan kann verpa
ella víggja egg, sum tikið verður til.
Skriðar sera illa
Men, hvussu gerast fólk so varug
við, at tey hava fingið skrubb?
- Skrubb skriðar sera illa, ser
stakliga um náttina. Orsøkin til, at
skrubb skriðar mest um náttina, er,
at hitin undir dýnuni ger mottuna
virkna.
Sagt verður, at tað ganga einar
2-3 vikur frá tí, at fólk eru smittað,
til skriðin byrjar, og tað er í hesum
tíðarskeiði, at smittan kann berast
yvir á onnur.
Hvussu verður smittan so borin?
- Skrubb smittar við tøttum sam
bandi, og heilt einfalt flytir mottan
seg frá einum persóni til annan.
Upp ti 72 tímar
Sagt verður, at mottan kann liva
upp til 72 tímar uttan fyri manna
kroppin – í klæðum, seingjarklæð
um, pútum og handklæðum.
- 8-12 tímar eftir eina viðgerð
smittar persónurin ikki longur,
verður sagt í faldaranum um
skrubb, sum nú er staðfest ymsa
staðni í Føroyum.
HUGNAKVØLD: Í kvøld, mánavøldið 24.
september klokkan 19.30, hevur Føroyska
Sjómansmissiónin alment hugnakvøld í
Missiónshúsinum á Sandi í samband við, at
sjómansmissiónin nú hevur 100 ár á baki.
Hýsan
er
komin
fyri seg
- Hýsan er nærum
komin upp á tað
høga støðið, hon
hevði í 2002, siga
tey á Havstovuni
Vilmund Jacobsen
Í august gjørdi Magnus Heinason
tær árligu yvirlitstrolingarnar á
føroyska landgrunninum.
- Hýsan er umsíðir rættiliga
komin fyri seg aftur, og óvanliga
nógv var at fáa av hvítingi. Hin
vegin var nakað minni av toski í
mun til í fjør, og lítið var at fáa av
upsa.
Á Havstovuni siga tey, at or
søkin til, at nakað minni var av
toski í ár í mun til í fjør, komst í
stóran mun av, at eitt einstakt
stórt hál í ein útnyrðing úr Suð
uroy ikki gav nakað í ár.
- Tað var tó nógv at fáa av smá
um toski, sum var ársgamal.
Lagt verður aftrat, at hýsan er
nógv økt og er nærum komin upp
á tað høga støðið, sum hon hevði
í 2002. Harumframt var óvanliga
nógv at fáa av hvítingi.
Unglingar
funnu grind
á Gøtuvík
Vilmund Jacobsen
Tá fýra ungir dreingir loystu í
einum lítlum báti í Syðrugøtu
seinasta fríggjakvøld og løgdu
út á Gøtuvík at fáa sær nakrar
fiskar, rendu teir seg í eina
grind.
Tað tók ikki langa tíð, til
nakrir bátar vóru á veg inn á
Syðrugøtu við grindini, sum
eftir lítlari løtu legði beinini og
taldi umleið 50 hval.
Sýslumaðurin, Karl Johan
sen, sigur, at teir fýra ungling
arnir, sum funnu grindina, áttu
størsta hvalin sum finningar
fisk.
- Teir høvdu valið ímillum
at fáa størsta hvalin – ella tveir
hvalir, sum í stødd svara til hin
størsta hvalin í grindini, sigur
sýslumaðurin.
Grindin í Syðrugøtu varð
býtt millum tey, sum vóru
við í rakstri og drápi, og síðan
varð restin býtt í heimapartar
í Fuglafjarðar kommunu.
Mottan kann liva upp til 72 tímar uttan fyri mannakroppin – í klæðum, seingjarklæðum, pútum og handklæðum