Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 19. november 2004 31 Søgan um ta grønu hetjuna Hulk fevnir seg yvir 30 ár í hesum filminum. Byrjað verður fyrst í 60´unum. Á eini loyniligari amerikansk- ari hernaðarstøð verða kanningar gjørdar við gammastrálum. Vísinda- maðurin David Banner ar- beiðir á hesi hernaðarstøð- ini. Ovastin á granskingar- stovuni vil ikki geva loyvi til at royna gammastrálur á menniskju. Men tann ovur- honds ágrýtni Banner gongur ímóti ordrum og nýtir sín egna kropp til at gera royndir við gamma- strálunum. Úrslitið er at hann gerst hálvsvakur og arvamassi hansara verður broyttur. Stutt eftir er kona hansara við barn og eigir ein drong. Banner gerst greiður yvir, at sonurin allarhelst hevur arvað broytingarnar. Men ein dagin verða tær royndirnar, ið Banner hevur gjørt á hernaðarstøðini uppdagað- ar. Hann spreingir hern-að- arstøðina í luftina og flýggjar. Sonurin, Bruce Banner, verður adopterað- ur. 25 ár seinni arbeiðir tann ungi Banner við tí sama sum pápi hansara. Hann er eisini vísindamað- ur og arbeiðir við gamma- strálum. Men hann er úti fyri einum óhappi í arbeiði sínum og fær eina lívshætt- isliga mongd av gamma- strálum á seg. Nú verða tær arvafrøðisligu broytingar- nar, ið hann hevur arvað frá pápanum, settar at virka. Úrslitið av hesum er ræð- andi! Uttan iva eitt av meistara- verkunum á løriftunum í 60´unum eftir tann nógv umtalaða leikstjóran Stan- ley Kubrick. Filmurin er ein stórsligin søga um menniskjað og umhvørvið tess. Í filminum verður byrjað fyri umleið fýra milliónum árum síðan, tá mannapan gerst greið yvir at nýta reiðskap og vápn. Milliónir av árum seinni, kemur vísindamaðurin Floyd til Mánan, her skal hann kanna nærri eina gátufulla steinsúlu. Hendan súlan sendir boð ímóti Jupiter. Nøkur ár seinni í 2001 verður stóra rúmdar- farið Discovery sent við kós ímóti Jupiter. Umborð eru rúmdarmenninir Bow- man og Poole, afturat teim- um eru tríggir niðurfrystir starvsfelagar og so tann nýliga framleidda teldan HAL. Men kunna teir líta á telduna? Við Gary Lockwood, Keir Dullea, Daniel Richter, William Sylvester Leikstjórnað: Stanley Kubrick Sci-fi filmur frá 1968, 160 min. Upprunaheiti: 2001 - A Space Odyssey Við Eric Bana, Jennifer Connelly, Sam Elliott, Nick Nolte Leikstjórnað: Ang Lee Aktións/sci-fi filmur, 132 min. Hulk Rúmdarferðin ár 2001 Grøna hetjan Hulk Bruce Banner verður raktur av gammastrálum... ... og úrslitið er ræðandi! Á Canal+ Film1 í kvøld kl. 20.00 Á TCM leygarkvøldið kl. 20.00 Meistaraverkið "Rúmdarferðin ár 2001" frá 1968, leikstjórnaðað hevur Stanley Kubrick Ein stórsligin søga um menniskjað og umhvørvið tess FILMSTEIGURIN HAVNAR BIO P Tlf. 3119 56 P www.bio.fo Frumsýning Fríggjadagin 19.11. kl. 1900 Fríggjadagin 19.11. kl. 2115 Fríggjadagin 19.11. kl. 2300 Leygardagin 20.11. kl. 1900 Leygardagin 20.11. kl. 2115 Leygardagin 20.11. kl. 2300 Sunnudagin 21.11. kl. 1830 Sunnudagin 21.11. kl. 2045 Sunnudagin 21.11. kl. 2230 Frumsýning Fríggjadagin 19.11. kl. 2030 Fríggjadagin 19.11. kl. 2330 Leygardagin 20.11. kl. 2030 Leygardagin 20.11. kl. 2330 Sunnudagin 21.11. kl. 2000 Sunnudagin 21.11. kl. 2300 Fríggjadagin 19.11. kl. 1630 Leygardagin 20.11. kl. 1630 Sunnudagin 21.11. kl. 1600 Fríggjadagin 19.11. kl. 1800 Leygardagin 20.11. kl. 1800 Sunnudagin 21.11. kl. 1730 Æviga singlan, Bridget Jones, er ikki støk meira. Karrieru-hugsandi ka- loriuteljarin hevur í seks vikur hildið saman við dugnaliga advokatinum Mark Darcy, og einki tyk- ist kunna steðga teirra eydnu. Sjálvt byrjar Bridget tó knappliga at seta sær sjálvum spurningar, og so fer hon at hugsa. Bæði at Mark kanska fer at seta stóra spurningin, ella hev- ur hann kanska eina aðra? Óttin og ivin fær sjálv- andi Bridget at leita ráð hjá gomlu vinum sínum, og tey vita sjálvandi altíð, hvat tað merkir, tá Mark hevur sagt soleiðis og so- leiðis. Men hvat nú, um tey ikki duga at tulka Mark. Og hvat, um hetta fær Bridget til at misfata sjeik- in enn meira, enn neyð- ugt? Sjálvsagt viðførir hetta hópin av stuttligum støðum, og so er spurning- urin, hvussu ólukkan Brid- get skal rekja seg úr øllum fløkjunum. Í høvuðsleiklutunum síggja vit her Renée Zell- weger, Hugh Grant og Colin Firth. Bridget Jones – næstan skilagóð Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Frumsýning Fríggjadagin 26.11. Milliarderurin Charles Bishop Weyland roynir at savna sær eitt lið, sum er samantvinnað av teimum bestu altjóða fornfrøð- ingunum, granskarunum og trygdarserfrøðingu- num. Á odda fyri hesum stendur Alexa Woods, sum skal kanna ein merkis- verdan hita, sum kemur úr Antarktis. 600 metrar und- ir havsins flatu, finna tey eina pyramidu, sum líkist eini samanblanding av az- tekiskum, egyptiskum og cambodianskum kulturi. Innan í pyramiduni er eitt hátøknifrøðiligt net av kømurum. Hetta kann ikki vera mannaskapt, og øll eru tey samd um, at her er talan um rúmdarverur. Og brádliga koma tey fram á sannleikan. Preda- torar hava fangað og inni- lokað ein Alien-drotning, sum hvørt 100. ár leggur egg. Fyri at prógva mann- dóm sín, verða ungu pre- dator-krígsmenninir settir at berjast móti ynglinum frá drotningini. Gransk- ingarliðið er brádliga mið- depil í einum ófatiligum offur-rituali og kríggi millum tvey sløg av rúmd- arverum. Alien Vs. Predator KOMANDI FILMUR C M Y K 31 30