mánadagur 24. september 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Kjartan Johansen skeyt 10 av málunum í ársins fyrsta sigri hjá Viking. Eisini í Danmark og Íslandi
skutu føroyingar mál, og nú er flogbóltsárið her heima so smátt við at fara í gongd
Pætur Albinus
BORÐTENNIS
Føroyska
borðtennislandsliðið,
mannað við Fróða F. Jensen, Halli
Thorsteinsson, Duritu F. Jensen og
Sólju H. Djurhuus, hevur í seinastu
viku luttikið í EM í Alicante, Spania.
Eingin føroyingur megnaði at spæla
seg víðari í kappingini, men hetta
var eisini væntað frammanundan
av tí at mótstøðan ar í heimsflokki.
Evropameistari hjá monnum bleiv
37 ára gamli týskarin, Timo Boll,
sum vann sítt sjeynda EM-gull, og
hjá evropameistari hjá kvinnum
bleiv kinesiskt føddi polakkurin,
Li Qian.
E-SPORT
Hálvføroyski Lukas 'gla1ve' Ross
ander hevur saman við liði sínum,
Astralis, í telduspælinum CS:GO,
vunnið heimsins størstu sokallaðu
Major-kapping á víðagitna Wemb
ley í London. Astralis, ið er styrkis
mett sum heimsins besta lið, vann
finaluna í gjárkvøldi 2-0 ímóti
Natus Vincere, betur kent sum
NaVi. Fyri kappingarsigurin fær
Astralis 500.000 dollarar í vinningi.
Tað svarar til áleið 3,2 milliónir
krónur. Teir, sum manna Astralis,
eru Lukas 'gla1ve' Rossander, Peter
'Dupreeh' Rasmussen, Emil 'Magisk'
Reif, Andreas ’Xyp9x’ Højsleth og
Nicolai 'dev1ce' Reedtz.
FLOGBÓLTUR
Ein av upphitingarkappingunum
til flogbóltsárið hevur verið í Stór
høllini á Hálsi í Havn um viku
skiftið, og har fekst ein ábending
um hvørji lið fara at standa seg væl
í ár. Í meistaradeildunum var tað
Fleyr, sum fór avstað við sigrunum
hjá bæði monnum og kvinnum.
Menninir vunnu eina væl spælda
finalu 2-1 ímóti Mjølnir, meðan
Fleyr-kvinnurnar vunnu finaluna
ímóti KÍF. Fleyr vann eisini 1. deild
hjá monnum við finalusigri á SÍ,
meðan eitt væl mannað Mjølnir-
lið við eitt nú Sofíu Purkhús og
Birgit Guttesen á liðnum vann
1. deild hjá kvinnum við sigri á
Fleyr. Tilsamans 21 lið vóru við í
kappingini. Fyri fyrstuferð vóru
øll liðini í somu høll samstundis,
og hetta eydnaðist sera væl, siga
fyriskipararnir úr Fleyr-nevndini í
tíðindaskrivi.
HONDBÓLTUR
Kjartan Johansen var flúgvandi, tá
ið Viking Håndball í gjár tryggjaði
sær ársins fyrsta sigur í næstbestu
norsku deildini. Viking Håndball
var á vitjan hjá HK Herulf Moss,
og har bleiv tað til 32-28-sigur eftir
at tað stóð á jøvnum 16-16 í hálv
leikssteðginum. Kjartan, sum júst
er skiftur til Viking Håndball eftir
at hann í fjør spældi við Fyllingen,
skeyt 10 av málunum og var topp
skjútti í dystinum. Føroyski lið
felagi hansara, Helgi H. Hoydal,
skeyt tvey mál. Hetta var annar
dysturin hjá Viking Håndball í ár.
Tann fyrsti endaði við javnleiki.
Næsti dysturin hjá teimum verður
sunnudagin á heimavølli ímóti tí
enn ósigraða Nøtterøy Håndball.
Eftir eina framúr byrjan upp á
Champions League við stórsigri
á
Chekhovskie
Medvedi
kom
Bjerringbro-Silkeborg niður aftur á
jørðina, tá danska liðið við føroyska
Jóhan á Plógv Hansen í hópinum
leygardagin tapti 26-24 á útivølli
ímóti slovakiska Tatran Presov. Í
hálvleikssteðginum stóð ananrs á
jøvnum 12-12. Jóhan á Plógv Hansen,
sum í fyrsta dystinum skeyt heili 14
mál, skeyt hesaferð eitt mál. Hann
hevði fýra skotroyndir. Næsti
dystur hjá Bjerringbro-Silkeborg
verður hóskvøldið á útivølli ímóti
portugisiska Sporting CP.
Tað var føroyingauppgerð í
næstbestu donsku deildini, tá ið
HØJ við Jónasi G. Djurhuus á lið
num leygardagin hevði vitjan av
Eiriki Simonsen og teimum úr
Frederikshavn FI. Gestirnir høvdu
ein ræðuligan fyrra hálvleik, og
HØJ fór til hálvleiks á odda heili
18-4. Dysturin var eyðsæð ikki til at
bjarga hjá Frederikshavn FI, sum
tó fekk pyntað eitt sindur um í
seinna hálvleiki. HØJ vann dystin
30-24. Jónas G. Djurhuus og Eirikur
Simonsen skutu tvey mál í part.
HØJ hevur fult stigatal eftir fyrstu
tríggjar dystirnar og er oddalið
saman við fýra øðrum liðum.
Frederikshavn FI hevur tapt sínar
fyrstu tríggjar dystir og er botnlið
saman við fýra øðrum liðum.
Eitt av liðunum, sum eisini hev
ur fult stigatal í næstbestu donsku
deildini, er TM Tønder. Við á liðnum
er føroyski málverjin, Niklas Sim
onsen, sum undan hesum kapp
ingarárinum skifti liðið, ið nýliga
hevur verið í bestu deildini. Hesa
ferð stóð HEI Skæring fyri skotum,
og TM Tønder vann dystin 29-25
eftir at hava verið á odda 15-13 í
hálvleikssteðginum.
Áki Egilsnes, Allan Norðberg og
liðfelagarnir í KA runnu seg inn í
fyrsta tapið hetta kappingarárið í
bestu íslendsku deildini, tá ið teir
leygardagin máttu lúta 26-21 fyri
Fram á útivølli. Í hálvleikssteðgi
num stóð annars á jøvnum 12-12.
Áki Egilsnes bleiv toppskjútti í
dystinum við seks málum, og hann
er framvegis toppskjútti í deildini.
Allan Norðberg, sum er í holt við
sítt fyrsta kappingarár á Akureyri,
fekk hesaferð tvey mál. KA, sum
hevur vunnið tveir og tapt ein,
spælir næsta dystin mánakvøldið 8.
oktobur á heimavølli ímóti Grótta.
Kjartan var flúgvandi í Noregi