Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Farna vikan í bestu mansdeildini í hondbólti prógvaði, at øll liðini kunnu vinna á hvørjum øðrum tá ið tey raka dagin. Hjá kvinnunum kunnu VÍF og H71 strúka avstað móti finalunum komandi vár, men eitt nú Neistin kann eisini fáa framgongd HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Kvinnurnar hjá H71 hava fult stigatal eftir tveir dystir. Leygar­ dagin vunnu ungu hoyvíks­ kvinn­ur­nar á Neistanum, ið tó lat H71 stríðast fyri sigrinum. Hjá Neistanum vóru Eir Berg og Marjun F. Danberg við á liðnum fyri fyrstu ferð í ár, og serliga Marjun F. Dan­ berg prógvaði, at Neistaliðið kann spæla betri tá ið tær hava vant saman við liðfeløgunum í longri tíð. Liðið hjá H71 tykist meira ment í ár, og hetta er ikki løgið, tí at ungu leikararnir, ið eru bulurin á lið­num, eru vorðnar eitt ár eldri. Topp­skjúttin í kvinnudeildini í fjør, Maria Halsdóttir Weyhe gekk, sum so ofta áður, undan í álopi­num hjá H71. Hon skipaði spælið, sendi beinraknar sendingar í skjót­álop­ unum og skeyt sjálv heili 11 mál, og var stóra upplivingin í Hoy­víks­ høllini hendan leygardagin. Tað er eingin ivi um at byrjanin hjá H71 hevur givið hoyvíkingar vón­ir um at kvinnurnar kunnu vera við í oddastríðnum í ár, tó at flest øll sita við kensluni av at VÍF verður ógjørligt at hótta í ár. VÍF buldrar avstað VÍF helt nevnliga fram í øðrum um­farið av SMS-deildini, tá ið vest­ manna­kvinnur lættliga vunnu á Kyndli. Bulurin í álopinum hjá VÍF er sterka bakketan, og hendan prógv­ aði sunnudagin, at hon er ein eins stór hóttan i ár fyri eina og hvørja verju. Tær tríggjar, Liljan Djurhuus, Agnas Olsen og Durita C. Jojic skutu eisini meginpartin av mál­un­ um móti Kyndli sunnudagin. Hjá Kyndli liggur ovurstór ábyrgd á teimum báðum Báru og Súnu Krossteig Hansen. Tær hava ungar og óroyndar leikarar kring seg, og Kyndil má ásanna at tað krevst ein búnaðartíð áðrenn hetta liðið er til reiðar at spæla upp móti teim­um fremstu. StÍF fekk stig StÍF fekk í fjør bert eittans stig í allari kappingini, men í ár er lið­ið longu komið ájavnt við hetta úrs­ lit­ið. Hetta hendi eftir at StÍF spældi javnleik móti Stjørnuni sunnu­ dagin á Strondum. Tað var eisini um reppið at StÍF fór við báðum stigunum, men Stjørn­an megnaði at bjarga sær sítt stig í seinastu løtu. Hesi bæði liðini tykjast eins og Kyndil, at ikki vera til reiðar at spæla við móti oddaliðnum, men eisini her er talan um ungar leikar­ ar, ið kunnu gerast betri. Yvirhøvur tykjast hóparnir í bestu kvinnudeildini at vera nakað ungir í ár, so spennandi verður um vit fara at síggja onkrar av hesum leikarum fáa gjøgnumbrot longu í ár. Okkara-deildin: Klaksvíkingar fingu einki gjørt móti vestmenningum Hjá monnunum tykist alt at vera fallið aftur til gamlar vanar í Klaks­ vík. Eftir at Team Klaksvík hevði sítt besta kappingarár í fjør, var vón­að at liðið fór at menna seg enn meira hetta kappingarárið. Men byrjan­in hevur verið stak vánalig hjá Team Klaksvík. Eftir tríggjar dystir situr liðið eftir við ongum stigið og hevur verið fyri tveimum stór­tapum. Hetta seinna kom móti VÍF á heimavølli leygardagin. Tá fingu klaksvíkingar at føla skotini frá Filip Jojic, ið vísti at hann hevur stillað kanónina inn aftur í ár. Teir báðar fyrstu dystirnar í ár hevur Filip Jojic skotið eitt vet færri mál enn hann hevur verið vanur, og ein hevði hug at hugsa at hann saknaði Julian Olsen at spæla seg upp. Men í Klaksvík skeyt hann tíggju mál leyg­ardagin, so nú vóna vest­menn­ing­ar at stórskjúttin kann fáa VÍF fram í oddin av kappingini. Stjørnuskotið av Strondum Lagið var avbera gott í Kollafirði eftir at KÍF smurdi H71 av mitt í viku­ni, men sunnudagin komu koll­firðingar niður á jørðina aftur. Undan dystinum var staðfest, at ímyndin av StÍF seinastu árini, Svein­ur Justinussen, hevur fingið álvars­ligan skaða, og ikki spælur aftur fyribils. Brádliga var eitt risa­ stórt tómt pláss á vinstra bakki, ið Sveinur Justinussen hevur átt í nógv ár, so spurningurin var hvør skuldi røkja hetta pláss nú. Tað vísti seg at vera 19 ára gamli Rani A. Højgaard, ið er komin til StÍF frá H71 í summarsteðginum, og sigast má at ungi avloysarin tók av møguleikanum. Sigurin var gaman í bygdur á eitt framúr verju og málverjuavrik, men í álopinum gekk ungi maðurin und­ an og skeyt níggju av teimum 25 málunum, ið StÍF fekk. Hetta vóru samstundis fyrstu stigini hjá strandingum í ár, og úrslitið prógv­aði at øll liðini kunnu vinna á øll­um í ár. Tað eru bert H71 og Team Klaks­vík, ið einki stig hava fingið enn, og helst er bert ein spurningur um tíð áðrenn H71 raknar við aftur. ØLL KUNNU VINNA Á ØLLUM