Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Birgir Hansen, venjari hjá Neista­ kvinn­um, var stutt eftir dyst­in komin til sættis við úrs­lit­ið. Vit vistu at tað fór at verða ein trupul dystur, sigur venjarin av­gjørdur. – H71 liðið er rímiliga sterkt, so vit vistu at tað kundi koma at standa á hjá okkum. H71 legði seg tíðliga í dysti­ num fimm mál fram um, og ringa byrjanin kostaði Neista­ num, ásannar venjarin. Vit koma ongantíð veruliga inn í dystin og renna aftaná alla tíðina, so vit fáa ongantíð gjørt nakað við úrslitið, greiðir venj­ arin frá. Venjarin er kortini bjart­ skygd­ur um liðið hjá sær. Hann vísir á, at Marjun Danberg og Eir Berg bert eru byrjaðar at venja hesa seinastu vikuna, og tær kun­nu styrkja um liðið, tá ið tær vera spældar betri saman við lið­ felagarnar. Eisini eru nakrir ung­ ir leikarar, ið vísa seg væl fram, men teimum tørvar at gera tað í longri tíðarskeiðum í dystunum, held­ur venjarin og vísir á, at neista­kvinnurnar eru nær við at taka H71 aftur í tveimum førum í dystinum, men tað seinasta vant­ar í. Tað er ein fegin toppskjútti, ið lýtir aftur á tveir teir fyrstu dyst­ir­nar eftir sigurin á Neista­ num. -Tað er deiligt at fáa eina góða byrjan, sigur Maria Hals­dótt­ir Weyhe avgjørd, og leggur aftur­ at at liðið hevði ikki væntað so góða byrjan Spælskiparin hjá H71 heldur at liðið hevur ment seg nógv hetta seinasta kappingarárið, og vísir á at Marita Mortensen er komin inn á liðið og hevur lyft støðið á liðnum. Yvirhøvur er unga liðið vorðið eitt ár eldri, og hetta merkir eisini eitt ár betri sambært Mariu Halsdóttir Weyhe Tað er tó alt ov tíðliga at tosa um eitt møguligt finalupláss sig­ ur toppskjúttin og greiðir frá at tað snýr seg um at hugsa um ein dyst í senn. -Vit standa ótrúliga væl í verjuni, Mark Dahl stendur væl í málinum og vit skora upp á møguleikarnar hjá okkum. Hetta sigur Rani A. Højgaard, tá ið hann verður spurdur um hvat var avgerandi fyri at StÍF sigraði á KÍF sunnudagin. Rani A. Højgaard spældi við H71 í fjør, men skifti til StÍF fyri at fáa meira leiktíð, eins og hann eisini er ættaður av Strondum. Sunnudagin skuldi ungi maðurin so fylla skógvarnar hjá Sveini Justinussen, og hetta gekk somikið væl, at nýggi leikarin skeyt níggju mál av vinstra bakki. Toppskjúttin heldur at hann kundi ikki ynskt sær betri byrjan í StÍF, og vísir bæði á úrslitið, persónliga avrikið og tað at hann hevur verið so væl móttikin í felagnum. -Til dystin móti KÍF gekk alt júst sum vit ætlaðu greiðir Rani A. Højgaard frá. -Vit vóru til reiðar at møta einum sterkum KÍF-liðið, men vit høvdu fyrireika okkum til tað, og alt sum vit høvdu avtalað eydnaðist, sigur bakkurin. Tað, at Sveinur Justinussen ikki er við, ger eisini at allir leikararnir mugu geva nakað eyka fyri at fylla tað rúmið og ta ábyrgd, ið hann hevur á liðnum, og hetta eydnaðist væl í dag, heldur 19 ára gamli bakkurin, ið veruliga var tveittur í eldin í dag. -Tað var eisini eitt sindur ræðandi at skula koma inn á plássi hjá Sveini, men eg eri sera glaður fyri møguleikan, og at eg fekk prógvað at eg kundi hetta, sigur hálvi strandingurin, ið nú spælir fyri StÍF. Birgir Hansen: Vit vistu at tað fór at vera trupult Maria Halsdóttir Weyhe: Vit eru eitt ár eldri og eitt ár betri Rani A. Højgaard: Eg kundi ikki ynskt mær betri byrjan H71 - Neistin 28- 24 (15-11) H71: Maria H. Weyhe 11, Durita Toftum 5, Marita Mortensen 4, Eva Barba Arge 3, Karin H. Simonsen 3, Guðrið á Borg 2, Neistin: Marjun Danberg 6, Fríða á Dunga 4, Eir Berg 3, Rakul Magnussen 3, Drós Ragnarsson 2, Hjørdis Viðstein 3, Ingun K. Persson 2, Stina Madsen 1 StÍF - Stjørnan 17- 17 (11-11) StÍF: Emma Lerche 6, Katrin Berg Høgnesen 4, Erla Jansdóttir Petersen 3, Rebekka Zachariassen 3, Poula Dulavík Berg 1 Stjørnan: Judit Dam Jacobsen 4, Jórun B. Nielsen 4, Mina Sirdal 3, Tóra Eliasen 3, Marið Heimustovu 1, Sonja Sirdal 1, Katrin Bertholdsen 1 VÍF - Kyndil 34-24 (17-9) VÍF: Liljan Djurhuus 10, Durita C. Jojic 10, Agnas Olsen 6, Brynja Rógvadóttir 3, Heidi Maria Akselsen 2, Ró Nielsen 1, Halla Midjord 1, Kathe Frederiksen 1 Kyndil: Súna K. Hansen 8, Sólja Poulsen 4, Anja Eliasen 4, Bára K. Hansen 3, Birita Mortansdóttir 3, Beinta Lindberg Hansen 1, Ásleyg Súnadóttir 1 SMS deildin: