Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Finnur Justinussen, Jákup Thomsen og Patrik Johannesen vóru allir avgerandi fyri síni feløg uttanlands í vikuskiftinum FÓTBÓLTUR André Olsen Hjá føroysku áleyparunum uttan­ lands var talan um eitt frálíka gott vikuskiftið. Tríggir av teimum – Finnur Justinussen, Jákup Thom­ sen og Patrik Johannesen komu nevni­liga á máltalvuna fyri síni feløg, og vóru avgerandi fyri, at feløg teirra um vikuskiftið vunnu sigr­ar. Fyri Finnur Justinussen, sum spæl­ir í Næstved, var talan um ser­ merktan dyst. Dysturin var móti fyrr­verandi felag sínum, Fremad Amag­er, har Finnur Justinussen fyri skjótt einum ári síðani varð vrak­aður. Og tað munnu teir iðra seg um í Fremad Amager. Tí Finn­ur Justinussen hevur alt hetta kapp­ ingar­árið verið í stórformi fyri Næst­ved, og liggur næstovast á topp­skjúttaralistanum í næstbestu donsku deildini. Sunnudagin kom Finnur Justinus­sen aftur á máltalvuna fyri Næstved, tá hann skoraði til 2-0 móti Fremad Amager. Enda­ liga úrslitið av tí dystinum var, at Næstved vann dystin 2-1. Fyri Fremad Amager fekk ein ann­ar føroyskur leikari eisini fulla spæli­ tíð í dystinum. Tað var føroyski verju­leikarin, Heini Vantsdal, sum allan dystin spældi í miðvejruni fyri Fremad Amager. Jákup hevur bíðað leingi eftir gjøgnumbrotinum Í Íslandi hevur ein annar føroyskur áleypari eisini viðgongd. Tað er Jákup Thomsen, sum FH hevur leigað frá danska felagnum, FC Midt­jylland. Sunnudagin kom Jákup Thomsen annað vikuskiftið á rað á máltalvuna fyri FH, tá FH á heimavølli vann 2-1 móti Vali. Hjá FH spældu allir tríggir før­oysku leikararnir, Gunnar Nielsen, Brand­ ur H. Olsen og Jákup Thomsen, allar 90 minuttirnar. Jákup Thomsen fegnast yvir, at hann nú hevur fing­ið hol á mál­ skjót­ingina í vaksna­manna­fótbólti. Eg eri heilt øgiliga væl nøgdur við at koma á máltalvuna aftur. Eg havi brúkt nógva tíð uppá at fingið mítt gjøgnumbrot í vaksna­ mannafótbólti, og endiliga skori eg mál, líka sum eg gjørdi í ung­dóms­ deildunum. Beint nú er tað stong inn og ikki stong út, og tað er ein fantastiska góð kensla, sigur Jákup Thomsen, sum nakrar ferðir hevur roynt at verið útleigaður frá FC Midtjylland til onnur feløg. Í Íslandi gjørdi Kaj Leo í Bartals­ stovu eisini um seg í vikuskiftinum, tá hann var avgerandi fyri ÍBV, sum á heimavølli vann 2-1 móti Stjarn­uni. Kaj Leo í Bartalsstovu legði nevniliga upp til útjavnandi málið hjá ÍBV til 1-1 í seinna hálv­ leiki. Seinasti føroyski leikarin í íslendskum fótbólti, René Shaki Joen­sen, sum spælir fyri Grindavík, var við í ósigri. René Shaki Joensen byrjaði á bonkinum fyri Grindavík í vikuskiftinum, og kom á vøllin tá góður hálvur tími var eftir. Dyst­ urin hjá Grindavík endaði við 4-3 ósigri móti KA Akureyri. Var ræðuligt at sita uttanfyri við skaða Í Noregi hevur føroyski áleyparin, Patrik Johannesen, eisini fingið glið á málskjótingina fyri felag sítt, Florø, sum spælir í næstbestu norsku deildini. Patrik Johannesen hev­ur annars verið illa darvaður av knæ­skaða fyrr í ár, men er seinastu tíð­ina komin seg so mikið, at hann aftur er farin at spæla fyri Florø. Og sunnudagin skoraði Patrik Johanne­sen annan dystin á rað, tá Florø á útivølli vann 1-0 móti Nest Sotra. Patrik Johannesen sigur, at tað er ein fantastiska góð kensla at vera komin fyri seg aftur aftaná drúgva skaðan, og at tað var ein ræðu­lig tíð at sita uttanfyri. Tað er ein ótrúliga kensla at koma á máltalvuna aftur, og vera kom­in í gongd av álvara. Tíðin har eg sat uttanfyri við skaða, var ein ræðulig tíð. Tíbetur var eg tá heima í Føroyum til uppvenjing – tað hjálpti nógv. Og nú tá eg eri kom­in fyri meg aftur, havi eg bíða leingi eftir møguleikanum, og haldi sjálv­ ur at eg havi tikið av honum, sigur Patrik Johannesen. Viljormur vann – Jóan Símun og Gilli spældu javnleik Seinastu føroysku útisetarnir sum um vikuskiftið vóru í dysti vóru Viljor­mur Davidsen, Jóan Símun Ed­mundsson og Gilli Rólantsson Søren­sen. Av teimum eydnaðist tað bert Viljormi Davidsen at vin­ na í sínum dysti. Tann dysturin var longu spældur fríggjakvøldið, tá Viljormur Davidsen og lið­felag­ ar­nir í Vejle vunnu á heima­vølli móti Esbjerg. Talan var um ann­ an sigurin hjá Vejle hetta kapp­ ingarárið. Jóan Símun Edmundsson spældi leygardagin allan dystin fyri Arminia Bielefeld, sum á heimavølli spældi 1-1 javnleik móti Union Berlin, meðan Gilli Rólants­son Sørensen sunnudagin spældi 80 minuttir fyri Brann, sum á heima­ vølli somuleiðis spældi 1-1 javn­ leik móti Sandefjord. Fyri Brann var javnleikurin dyggur smeit­ur í meistarastríðnum, tí Rosen­borg vann sín dyst. andre@sosialurin.fo Føroyskir áleyparar í stórformi uttanlands