mánadagur 24. september 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Nú er tað staðfest. ÍF verður í 2019
í bestu deildini. Steðgurin í næst
bestu deildini var hesa ferð bara
eitt ár. Í fjør endaði ÍF niðast bæði
í bestu og næstbestu deildini. Tá
var úrtøkan í fremstu røð tólv stig
– tríggir sigrar og tríggir javnleikir
– og í næstbestu deildini vann ÍF
einki stig.
Nú vísa pílarnir aftur rætta
vegin í Fuglafirði. Higartil hevur
ÍF vunnið seytjan dystir, spælt
tríggjar javnar og tapt tríggjar. ÍF
er topplið, og alt bendir á, at tað
fer at eydnast fuglfirðingum at
vinna deildina. Undan fýra teimum
síðstu umførunum eru tað fimm
stig frá ÍF og aftur til KÍ, sum er
næstfremst.
Leygardagin hevði ÍF vitjan av
teimum næstbestu hjá grannunum
í Víkingi. Uttan mun til hvørjum
deildum tað er í, so er tað ofta
tætt og spennandi, tá ið ÍF og Vík
ingur hittast. Soleiðis var tað eisini
leygardagin. ÍF vann 1-0. Innskifti
Jóhan Petersen skoraði sigurs
málið, tá ið tað vóru tveir minuttir
eftir.
Leygardagin verður toppdystur
í Fuglafirði, tá ið KÍ verður gestur.
Tá hevur ÍF møguleika mest sum
at tryggja sær gullkrónurnar.
Umframt ímóti KÍ skal ÍF spæla
ímóti NSÍ (ú), Giza Hoyvík (h), og
so verður tað á Sandi, at ÍF fer at
seta punktum og fáa gullkrónurnar
handaðar.
Fýra umfør undan kappingar
enda er ÍF tólv stig og 27 mál fram
manfyri fjórða plássið, sum B68 er
á.
Søgan
ÍF hevur nakrar ferðir ferðast aftur
og fram millum bestu og næstbestu
deildina.
Fuglfirðingar eru stórskemtarar.
Teir plaga at taka til, at í Fuglafirði
eru tvær tíðarrokningar. Onnur er
tann, sum øll hini hava, og so er tað
fyri og eftir 1979. Í 1979 vann ÍF sum
fyrsta felag í Eysturoy FM. Síðani
hava fleiri feløg í oynni – GÍ, B68,
NSÍ, EB/Streymur og Víkingur –
verið meistarar. ÍF hevur verið tætt
við, men tað er ongantíð eydnast at
endurtaka bragdið í 1979.
Síðsti steðgurin hjá ÍF í bestu
deildini var frá 2008 og fram til
2017. Hetta tíggju ára skeiðið stóð
liðið seg okkurt av árunum heilt
væl. Bæði í 2012 og 2013 endaði tað
við silvurkrónum. Ávikavíst EB/
Streymur og HB vunnu FM.
Bæði í 2010, tá ið ÍF endaði á
fjórða plássi í landskappingini, og
í 2011 vóru fuglfirðingar í steypa
finaluni. Báðar finalurnar vóru í
Klaksvík, og bæði árini var mót
støðuliðið
EB/Streymur,
sum
streyk avstað við sigrunum. Í 2010
var úrslitið 1-0, og í 2011 var tað 3-0.
Nýggja avbjóðingin
Í Fuglafirði eru teir farnir undir
fyrireikingarnar til nýggju avbjóð
ingina í bestu deildini. Í síðstu viku
var aðalfundur. Nevndin er mest
sum tann sama. Fundurin gav
nevndini heimild til næstu vikurnar
at finna tveir nevndarlimir aftrat.
Undan hesum kappingarárinum
varð Hegga Samuelsen settur at
vera venjari. Sáttmálin fevnir um
tvey ár, og tað verður tískil Hegga
Samuelsen, sum fer at standa á
odda, tá ið tað á vøllinum verður
farið undir fyrireikingarnar til
nýggju avbjóðingina.
45 ára gamli Hegga Samuelsen
hevur nógvar royndir at venja lið,
sum ferðast millum bestu og næst
bestu deildirnar. Hann hevur verið
venjari í FS Vágar og 07 Vestur.
-Tað kann ikki sammetast at
spæla í næstbestu og bestu deild
ini. Tað krevst væl meiri, bæði
av felagnum og spælarunum og
venjaranum. Tað vita tey í Fugla
firði, og tey eru sinnað at fara undir
avbjóðingina. Tað er neyðugt at fáa
styrk, um vit skulu standa okkum
í bestu deildini, men tað snýr seg
nógv um at finna røttu javnvágina.
Felagið vil fegið menna ungar
spælarar, og tað verður gjørt meiri
við ungdómsfótbóltin nú, enn tað
hevur verið undanfarnu árini. So
takið er at fáa nýggjar spælarar,
sum kunnu bera liðið, og sam
stundis at spæla fuglfirðingar inn
á liðið í bestu deildini, sigur Hegga
Samuelsen.
Dan Petersen er formaður í
ÍF. Hann og nevndin eru farin til
verka:
-Avbjóðingin er øgilig. Vit megna
ikki at kappast við stóru feløgini,
sum hava nógv fleiri pengar, enn
vit hava. Tí ræður um at nýta hug
flogið og at hava allar antennur úti,
sigur ÍF formaðurin.
B68 lúrir
Í løtuni er bara ÍF á uppflytingar
plássi. B68 hevur møguleika at
flyta upp, men fýra umfør undan
kappingarenda eru tað fýra stig
frá B68 og fram til næstbesta liðið
hjá NSÍ, ið er á bronsuplássinum,
sum er tað lakasta, ið toftamenn
skulu røkka, um talan skal verða
um uppflyting.
Leygardagin vann B68 8-0 á
Vágseiði ímóti teimum næstbestu
hjá Suðringum. Stórsigurin bar
kortini ikki við sær, at toftamenn
nærkaðust uppflytingarplássi. Tað
komst av, at næstbesta NSÍ liðið
eisini vann.
NSÍ var í Klaksvík og vann 2-1. KÍ
var leingi greitt topplið, men nú ber
einki til. Klaksvíkingar hava bara
vunnið eitt stig burtur úr trimum
teimum síðstu dystunum.
Hjá venjaranum Bill Jacobsen
og B68 liðnum er ikki annað at
gera enn at vinna sínar dystir. So
fæst at síggja, um tað fer at bera
uppflyting við sær. Í fýra teimum
síðstu umførunum skal B68 spæla
ímóti Skála (h), KÍ (ú), B71 (h) og
Víkingi (ú).
Giza Hoyvík er vaknað
Suðringar eru fluttir niður. Giza
Hoyvík hevur verið á niðurflyt
ingarplássi, men nú tykjast Áki
Johansen og hansara menn av
álvara at hava tikið sær um reiggj.
Næstsíðsta
leygardag
vunnu
teir 3-0 á heimavølli ímóti KÍ, og
leygardagin vunnu teir 4-2 á Sandi,
eftir at B71 í fyrra hálvleiki var
frammanfyri 2-0.
Innskifti Hugin Ferber á Borg
átti stóran leiklut. Hann legði gest
irnar framum 3-2, tá ið vanliga leik
tíðin var farin, og hann legði upp til
4-2 málið, sum varð skorað í evstu
løtu.
Giza Hoyvík er stórfavorittur
leygardagin, tá ið Suðringar fara
at vitja á vøllinum við Skúlan á
Løgmannabreyt. Í trimum teimum
síðstu umførunum skal Giza Hoy
vík spæla ímóti Skála (ú), ÍF (ú) og
NSÍ (h).
Tað eru fimm stig frá Giza Hoy
vík og fram til B71 og Skála, sum
leygardagin vann 4-3 á heimavølli
ímóti HB. Innskifti Lukas Sólheim
skoraði við síðsta sparkinum í
dystinum sigursmálið, ið kann fara
at vísa seg at hava stóran týdning
í kappingini um at sleppa undan
niðurflyting.
Um tað skal eydnast Giza Hoyvík
at sleppa undan niðurflyting, so
verður tað annað av hesum liðun
um – Skála ella B71 – sum fer at
flyta niður. Um Giza Hoyvík vinn
ur ímóti Suðringum, og einki vinn
ur á Svangaskarði leygardagin, so
verður tað lyklauppgerð í niður
flytingarstríðnum, tá ið Skála
sunnudagin 7. oktober fær vitjan
av Giza Hoyvík.
KÍ – NSÍ 1-2 (0-1)
0-1: Jann Martin Mortensen 41.
1-1: Jonn Johannesen 67.
1-2: Andri Benjaminsen 82.
ÍF – Víkingur 1-0 (0-0)
1-0: Jóhan Petersen 88.
Skála – HB 4-3 (1-2)
1-0: Dávid Johansen 11.
1-1: Rói av Fløtum 17.
1-2: Rói av Fløtum 45.
2-2: Nenad Saric 47.
3-2: Jannik M. Olsen 49.
3-3: Niklas F. Kruse 53.
4-3: Lukas Sólheim 93.
B71 – Giza Hoyvík
2-4 (2-0)
1-0: Sverri Dalsgaard 13.
2-0: Clayton Soares 24.
2-1: Niklas F. Kruse 48.
2-2: Tróndur Arge 53.
2-3: Hugin Ferber á Borg 92.
2-4: Tór av Skarði 95.
Suðringar – B68 0-8 (0-4)
0-1: Jonleif Højgaard 14.
0-2: Esmar P. Clementsen 23.
0-3: sjálvmál 30.
0-4: Pedro Tarancon Anton 37.
0-5: Sveinur Justinussen 60.
0-6: Jann Ingi Petersen 71.
0-7: Jann Ingi Petersen 83.
0-8: Esmar P. Clementsen 87.
24. umfar
Leygardagin 29. september
ÍF – KÍ
Víkingur – HB
B68 – Skála
Giza Hoyvík - Suðringar
B71 – NSÍ
Máltindurin
Jan Ó. Ellingsgaard ÍF
18
Steffan Løkin
NSÍ
15
Tijani Mohammed
B71
13
FÓTBÓLTUR
NSÍ sigurin í Klaksvík ber við sær,
at tað framvegis eru fýra stig
frá uppflytingarplássi og aftur
til B68, sum vann stórsigur
1. DEILD:
FUGLFIRÐINGAR FARNIR
AT FYRIREIKA SEG
1. deild støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
ÍF
23
17
3
3
80
34
+46
54
2
KÍ II
23
15
4
4
58
25
+33
49
3
NSÍ II
23
14
4
5
73
31
+42
46
4
B68
23
13
3
7
52
33
+19
42
5
Víkingur II
23
10
2
11
34
43
-9
32
6
HB II
23
8
4
11
44
37
+7
28
7
Skála II
23
7
4
12
38
51
-13
25
8
B71
23
8
1
14
40
59
-19
25
9
Giza Hoyvík
23
5
5
13
29
43
-14
20
10 TB/FCS/Royn II
23
1
4
18
16
108 -92
7