Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað er Havnin og Gundadalur, og so eru tað øll hini. Við 2-1 arbeiðssigri í Klaksvík tryggjaði HB sær í gjár FM. Hetta er 23. ferðin, at HB er meistari, og tað er met. Fleiri ferðir er á hesi opnuni endurtikið, hvussu framúr hetta kappingarárið hjá HB hevur verið og er. Nú tað resta fýra umfør, er HB seks stig frá metúrtøkuni. Tað metið eigur B36. Heimir Guðjóns­ son fer ikki at finna seg í, at hansara menn nú fara at taka sær av løttum. Tí er eingin ivi um, at tað fer at eydn­ast nýklakta meistaraliðnum í fýra teimum síðstu umførunum at vinna fleiri enn seks stig. Um tað eydnast, so verður úr­ tøk­an størri enn tey 67 stigini, sum B36 vann í 2011. HB skal spæla á útivølli ímóti EB/Streymi og Skála og á heimavølli ímóti B36 og Vík­ ingi. Í fjør vóru B36 og HB ávikavíst nummar trý og fimm. Í 2016 var B36 nummar fýra og HB nummar fimm. Víkingur og KÍ og NSÍ vunnu trý tey fremstu pláss­ini. Nú er púra vent í holini. HB hevur vunnið FM, og møguleikin er heilt stórur fyri, at B36, sum fyri einum mánað síðani vann steypa­finaluna ímóti HB, fer av­ stað við silvurkrónunum. Við sigri í útsetta dystinum ímóti 07 Vest­ ur, sum verður í Gundadali miku­ kvøldið, fer B36 at vinna seg fram á silvurplássið – eitt stig framman­ fyri KÍ og fimtan stig aftanfyri heilt suverena toppliðið og FM liðið HB. Hava ikki upplivað sovorðið áður B36 – EB/Streymur 5-1 Kappingarneytarnir snáva ferð eftir ferð, og B36 vinnur hvørja ferð. So­leiðis hevur tað verið, síðani B36 vann dramatisku steypafinaluna. Eftir 5-1 heimasigur ímóti EB/ Streymi í gjár er møguleiki hjá árs­ tals­felagnum mikukvøldið at lyfta seg fram á næstfremsta plássið, tá ið útsetti dysturin ímóti 07 Vestur verður í Gundadali. -Tá ið vit vunnu steypafinaluna vóru vit á fimta plássi í lands­kapp­ ingini. Tað vóru tíggju stig fram til silvurplássið og átta stig fram til bronsuplássið. Tá varð tosað um, at finalusigurin bjargaði okkum árið, og at royndirnar vóru, at liðið, sum vinnur steypakappingina, ofta ikki roynist so væl restina av kappingarárinum. Síðani hava okkara spælarar við fínum hug­ burði og góðum spæli prógvað, at so­leiðis er tað ikki altíð, og tað eri eg sjálvandi sera fegin um, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. Ímóti EB/Streymi var alt avgjørt eftir lítlari løtu. Talvan vísti eftir tólv minuttir 3-0 og 4-0 eftir ein hálv­an tíma. Hugin Samuelsen skor­aði til 1-0 og 3-0, og hann átti upp­leggið til 2-0 málið. -Eg minnist ikki, nær tað síðst hevur gingið so væl og so skjótt við at skjóta mál. Fyrr í ár hevur tað ofta kostað nógv, at vit ikki hava vunnið úrtøku úr góðum møgu­ leikum. Tvíburarnir Gilli og Hugin Samuelsen vóru í høgra borði. Teir vóru eyðsýndir, at tað var hugaligt, at Gilli legði upp til fyrra málið, sum Hugin skoraði, sigur B36 venjarin. Síðsta tíman skoraðu tit bara eitt mál? -Vit ætlaðu at halda fram í sama lagi, og í seinna hálvleiki spældu vit okkum til møguleikar, men vit vóru ikki nóg neyv­ir. Nær­lagn­ið var ikki heilt tað sama, hóast vit undir hvíld­ini avráddu, at vit ikki skuldu taka okkum av løttum. E B / S t r e y m a venjarin eigur nógvar royndir. Saman við sínum liði hevur hann fyrr í ár vunnið á B36 á heimavølli og spælt javnt í Gundadali. Í gjár riggaði einki. -Eg havi ongantíð verið vitni til so jánkasligt avrik, sum tað vit vístu fyrsta hálva tíman. Undir upp­hitingini kendist tað sum um, at spælararnir vóru tendraðir at fara undir avbjóðingina, men tað vístu teir seg avgjørt ikki at vera. Tað riggaði stutt sagt einki, og eg kendi meg hjálparleysan, sigur Heðin Askham. -Í seinna hálvleiki riggaði tað betri. Útskiftingarnar hjálptu, og hugburðurin var betri, men sum heild var hetta vána­ligt, staðfestir Heðin Ask­ham. Glenn er errin av Suðringum Suðringar – NSÍ 2-2 Fyri triðju ferð á rað fór NSÍ av vøllinum uttan fulla úrtøku. Tað sá annars ljós út, tá ið Árni Frederiksberg eftir stutt fríspark og við rimmar langskoti setti hol á, meðan heimaverjan snorksvav. Undan steðginum vendi heima­ liðið øllum á høvdið. Pape Mama­ dou Faye umsetti brotsspark til mál, og dygst undan steðginum skor­aði Dánjal Godtfred, sum í gjár var framrættaður í vinstru. Árni Frederiksberg var aftur upp á spæl í høgru, tá ið ein tími var farin. Málið var skrásett at vera sjálv­mál. Venjarin hjá Suðringum, Glenn Ståhl, var fyri einari viku síðani mis­nøgdur við sínar menn eftir tapið ímóti AB. Nú er lagið betri: -Eg eri errin av spælarunum. Vit høvdu tak á fyrra hálvleiki, bæði í álopi og verju. Spælararnir vístu góðan hugburð, teir bjóðaðu seg til og vóru djarvir. At teir tora at bjóða sær sjálvum og mót­ støðumonnunum av vísir, at liðið er í góðari menning, sigur Glenn Ståhl. -Í seinna hálvleiki vístu spælar­ ar­nir seg at vera darvaðir av, at teir vóru á odda og so høvdu betri hug at verja javnleikin enn at spæla fyri at vinna. Eftir fyrra hálvleik hevði eg ikki verið nøgdur við javnleikin, men eftir dystarlok haldi eg, at eitt stig í part er góð mynd av gongdini, sigur venjarin hjá Suðringum. Javnleikurin ber við sær, at NSÍ nú er eitt stig nærri KÍ og silvur­ plássinum, men tað sigur NSÍ venjarin seg ikki hugsa so nógv um: -Samlaða úrtøkan úr trimum teim­um seinastu dystunum er eitt stig. Um vit skulu hugsa um at røkka heiðursmerkjum, so er tað neyðugt, at vit aftur fara at vin­na dystir. Avrikið var vánaligt í fyrra hálvleiki, tá ið vit so at siga ikki spældu við. Tað var betri eftir steðg­ in, men sum heild mugu vit avrika væl betri, um vit skulu hugsa um at vinna heiðursmerki. Vit mugu FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB: Nú sær einki út. Men tó, enn eru ikki allar vónir sleptar. Haldið høvdið høgt. Frens forever. RÓGVI DAM EB/STREYMUR: Ein skræpi dystur. Kundi tað sama veri 10-1 Tillukku HB við FM Saman standa vit sterk. KRISTIAN JOENSEN KÍ: Fótbólturin vann a anti fótbóltinum. HB vildi tað nógv meir. Hjartaliga tillukku við FM HB.. Kom nú KÍ, sleppi hasi hándbremsuni, ið hevur kosta okkum FM, spæli frítt og takið 2 plassi JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ: Skaptu nóg nógv til at avgera dystin ímóti endanum, men vóru ov óneyvir. Men so leingi Víkingur heldur ikki fekk fult, er tað ikki verri enn ilt. Nú styttist til endan, so nú mugu vit bara hanga í. Góðir! Annars tillukku til HB við FM! BJØRG OLSEN SKÁLA: 1 stig er ok, men vit kunnu takka okkum sjálvum, og fyri ein part eisini monnunum í gulum, at vit ikki fingu sigurin heim við í dag. Go Skála Til lukku HB við FM Kappingin er vend á høvdið, nú HB hevur vunnið FM, og steypavinnararnir í B36 hava kós ímóti silvurkrónunum Betri-deildin: BYGDALIÐINI ERU SETT UPP Á PLÁSS