mánadagur 24. september 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Pauli Poulsen takkar
fyri seg sum venjari í
07 Vestur og vil lata
onkran annan fáa
møguleikan at venda
gongdini seinastu
dystirnar.
KÍ sendir Ronni
Møller-Iversen og
Predrag Pocuca til
hús. Tummas Lervig,
formaður, kallar
tað tillagingar í
hópinum.
Nýggi KÍF-arin, Borko
Cupara, skjýtur
13 av málunum,
tá kollfirðingar
vinda burturúr
meistarunum og
vinna 32-22.
Turið Arge skjýtur
fýra mál í fyrsta
dystinum í íslendsku
deildini, har lið
hennara, Haukar,
vinnur 27-18 á HK.
Føroyar detta
tvey pláss aftur á
heimsstyrkislistanum
hjá FIFA. Tað er
tapið fyri Kosovo, ið
kostar. Føroyar eru
nú nummar 92.
Longu í 23. umfari
tryggjar HB sær FM-
heitið í Betrideildini
hjá monnum. Hetta
gera teir við 2-1-sigri
á KÍ í Klaksvík.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Niklas Reginsson
Aldur: 29
Yrki: Hondbóltsspælari (KÍF)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Montenegro
2. Aserbadjan og Kosovo
3. Ralf Schumacher
4. Klaksvík
5. 40
6. Kyndli
7. Tokyo
8. Hallur Danielsen
1. Úr hvørjum landi er nýggi KÍF-spælarin, Borko
Cupara?
2. Hvørjum tveimum londum skal føroyska
A-manslandsliðið í fótbólti spæla ímóti í oktober?
3. Hvussu eitur beiggi Michael Schumacher, sum eisini
koyrdi formil 1?
4. Úr hvørjum føroyskum býi stavar Ítróttafelagið
Treysti?
5. Hvussu gamal er Fróði Benjaminsen?
6. Í hvørjum føroyskum hondbóltsfelagi er Jóhan á
Plógv Hansen uppvaksin?
7. Hvør asiatiskur stórbýur verður vertur fyri OL
2020?
8. Hvussu eitur hondbóltsvenjarin á myndini?
Hvussu var dysturin
ímóti StÍF?
-
Skuffandi.
Fýra
dagar
frammanundan vunnu vit greitt
á H71, ið saman við Neistanum,
er FM-favorittur, so vit høvdu
sett okkum fyri at fáa 2 stig heim
av Skála, men tað eydnaðist ikki.
Vit eru framvegis eitt lið, ið skal
spælast betur saman, og tískil er
okkara botnstøði ov lágt í løtuni.
Men vit arbeiða miðvíst fyri at
betra um spæl okkara.
Hvønn leiklut hevur
tú á KÍF-liðnum?
- Mín leiklutur er at stýra verjuni
og kontraspælinum. Eg eri millum
teir elstu á liðnum, og gevi harvið
hesum unga liðnum eitt sindur av
rutinu. Eisini haldi eg sjálvur at eg
kann vera tann, ið heldur høvdið
kalt í støðum har tað kann vera
torført.
Hvørjar dygdir hevur
Borko Cupara?
- Borko er vinstrahandaður, og
skýtur ótrúliga hart og væl. Hann
gevur liðnum homogenitet, tí vit
nú hava hóttanir á báðum bakkum.
Áðrenn Borko kom, høvdu vit
ongan høgra bakk, og tí verður
hann óivað ein umráðandi leikari
fyri okkum í ár.
Hvat er málið hjá KÍF í ár?
- Málið er at klára okkum betur enn
í fjør, og í fjør endaðu vit aftast.
Nú kappingarleisturin er broyttur
til eitt sokallað final-4, kundi tað
verið stuttligt at komið í topp fýra,
men tíðin fer at vísa um tað verður
aktuelt.
Hvør væntar tú fer at
kappast um FM?
- Eg vænti, at tað verður Neistin og
H71, ið aftur í ár koma at kappast
í FM-finalunum. Liðini eru væl
samanspæld og hava tey eisini
góðar leikarar á øllum plássum.
Havi ringt við at síggja hvørji lið
fara at hótta tey.
”Ja, tað sást. Eg orkaði ikki eingong at kasta
meg eftir bóltinum til 2-1, so hatta skal eg
ikki gera aftur.”
- HB-málverjin, Teitur M. Gestsson, eftir at hann
rann langt at feiðra 2-0-málið ímóti KÍ (FM1)
”Eg haldi, at Neymar er fótbóltsins
Kim Kardashian. Hann er ikki nakar
fótbóltsúrmælingur. Hann er ein reklamu-
úrmælingur, júst sum The Kardashians.”
- Joey Barton um Neymar (L’Équipe)
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Myndin hesa vikuna
Fyri fyrstu ferð síðani apríl var Sir Alex Ferguson aftur at síggja á Old Trafford leygardagin, har 76 ára gamli skotin, sum
hevur strítt seg aftur til gerandisdagin eftir eina heilabløðing, sá Manchester United spæla 1-1 ímóti Wolverhampton