Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Týdningurin av at spæla sum eitt lið HB er føroyameistari í stórum stíli. Teir eru nógv tað besta liðið í føroysku landskappingin í ár, men tað var næstan ongin, sum hevið teir til at vinna FM. Tí er áhugavert finna útav, hvat tað er sum ger at spælarar, vit ikki rokna so nógv við, kunnu avrika so væl. Mín meining er, at HB hevur brúk fyri einum sterkum venjara. Hartil skal svongdin eisini vera til staðar, og ikki minst virðing fyri venjaranum og hansara meiningum. Vit hava fyrr sær sterkar venjarar verða koyrdar í HB. Tá hugsi eg fyrst um teir útlendsku. Her kann eg koma í tankar um íslendska Kristján Guðmundsson og póllendingin Krzysztof Popczynski, sum báðir blivu koyrdir í úrtíð. Heimir Guðjónsson hevur verið ein kollvelting fyri HB, tí nú er bara ein kongur í HB. Hann hevur orðið og tað er eftir hansara leisti, at 1. liðið verður skipað. Tað sæst eisini aftur á avrikunum, at allir spælararnir vilja tað sama nú. Tað hevur verið skemta við, at millum annað undirritaði tippaði HB at blíva nummar fimm. Tað skal eg sjálvandi taka á meg, men eg havi ikki møtt einum persóni, sum sannførandi segði undan landskappingini, at tað verður HB, sum vinnur FM. Hetta er enn ein staðfesting av, hvussu nógv HB hevur flutt seg. Hóast hetta ikki er ein “Leicester”, so skal Heimir Guðjónsson hava nógv kredit fyri, at fáa vent skútuni hjá HB. Hartil, so skal leiðslan í HB eisini hava kredit, tí hon hevur stuðlað venjaranum allan vegin við teimum krøvum, sum hann hevur sett. HB 2018 er ikki eitt lið við landsliðsspælarum, stórum profilum og fyrrverandi toppskjúttum. HB 2018 er eitt javnt gott lið, har allir fylgja leistinum hjá venjaranum og allir spæla fyri hvørjum øðrum. Fyri meg, so er ein góð ábending um hugburðin, at tá ein spælari er í skotstøðu, men velur at spæla upp á tvør til ein liðfelag, sum er í enn betri skotstøðu, um eitt lið vil vinna. HB er spælir í 2018 sum eitt lið – og tí eru teir føroyameistarar. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Í ár hevur ÍtróttarSosialurin gjørt ein roynd, at gera eitt “Liðið hesa vikuna” fyri hvørt umfar í Betri deildini. Tað vil altíð verið avbjóðandi, tá tvey eygu sjáldan kunnu síggja meir enn tann eina, ella tevir dystir. Tí hevur eisini verið mikið kjak um hvør skal á liðið, og hvørjar treytirnar eru. Her hava vit sett so fáar treytir sum gjørligt, so liðið ikki verður last í einum føstum leisti. Tí hava vit millum annað havt “ungdómskort”, sum er til ein ungan spælara, ið spælir væl. Vit hava eisini havt eitt “avrikskort”, sum er til spælarar, ið hava spælt væl yvir nakrar dystir, men ikki fingi eitt pláss á liðnum, og so framvegis. Onkuntíð er liðið upplagt, meðan tað til aðrar tíðir hevur verið minni upplagt. Tí er eisini ymiskt hvat skal til, fyri at sleppa á liðið hesa vikuna. Til hetta umfarið fara vit aftur at brúka eitt serligt kort. FM-kortið! Vit hava valt, at seta teir ellivu sum byrjaðu inni í Klaksvík á liðið. Tað er ei heiður til liðavrikið hjá HB, sum hevur ført til 23. meistaraheitið longu í 23. umfari. Tað eru fleiri spælarar, sum hava uppiborið at verið á liðnum hesa vikuna frá øðrum liðnum, men tað verður ikki hesaferð – tí HB er FM-vinnari í stórum stíli! trondur@sosialurin.fo 23. umfar: Sum ein heiður til HB, sum hevur sett nýtt met við at vinna meistaraheitið longu í 23. umfari, so fáa allir ellivu, sum byrjaðu inni í gjár, heiðurin at koma á liðið hesa vikuna. Tað er eisini ein staðfesting av, at tað er liðið, sum hevur vunnið framum einstaklingurin HB eigur alt liðið Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Teitur M. Gestsson, HB Dan í Soylu, HB Adrian Justinussen, HB Jógvan Rói Davidsen, HB Brynjar Hlöðversson, HB Bartal Wardum, HB Tróndur Jensen, HB Lasse Andersen, HB Símun Samuelsen, HB Magnus Egilsson, HB Ari Mohr Olsen, HB