týsdagur 25. september 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. september 2018 · Nr. 111
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nýggjur banki
setast á stovn at
fíggja bústaðir
BÚSTAÐARNEYÐ Tað almenna eigur nokk av pengum at byggja
bústaðir fyri, men teir liggja steindeyðir, og gera onga nyttu
Áki Bertholdsen
– Vit eiga at stovna ein serligan
sethúsabanka, ið skal hava sum
høvuðsmál at fíggja bústaðir.
Tað heldur Bill Justinussen, løg
tingsmaður fyri Miðflokkin.
Og hann leggur afturat, at Mið
flokkurin fer eisini at leggja upp
skot fyri Løgtingið um hetta.
Tá ið Løgtingið viðgjørdi eitt
uppskot frá Sjálvstýri um at geva
kommunum heimild til at byggja
íbúðir, staðfesti Bill Justinussen,
at bústaðarneyðin er so álvarslig,
at hon eigur at vera tikin fram um
alt annað.
Og hann vísti eisini á, at tað
almenna eigur nokk av pengum
til at loysa trupulleikan við. Men
heldur enn at brúka pengarnar til
at byggja bústaðir fyri, lata vit teir
liggja steindeyðar.
Tað, hann sipar til, er, at Landið
eigur ein triðing í BankNordik, um
framt at tað almenna hevur pening
í búskapargrunninum.
Bill
Justinussen
heldur,
at
Landið eigur at selja sín part í
BankNordik og verða pengarnir
í búskapargrunninum so lagdir
afturat, eigur tað almenna sostatt
hundraðtals milliónir, ið eiga at
verða brúktar sum stovnsfæ í
einum
nýggjum
sethúsabanka,
sum skal tryggja fólki bílig lán at
byggja sær hús fyri.
Bankarnir hava
forsømt uppgávuna
Tað, Miðflokkurin fer at leggja upp
skot fyri Løgtingið um, er sostatt at
stovna ein sethúsabanka, sum líkist
gamla Húsalánsgrunninum, ið læt
lagaliga figging til sethúsabygging.
– Tað er ein uppgáva, bankarnir
hava forsømt. Og eru tað fleiri
bankar um at fíggja eini sethús, eru
tað eisini fleiri fíggingarstovnar um
at býta ábyrgdina, og váðan, ímill
um sín.
– Tað minkar heldur ikki um
virðið á pengunum, at tað almenna
setir teir í húsabygging, tí har gera
teir størri nyttu enn at seta teir í
virðisbrøv, leggur løgtingsmaðurin
fyri Miðflokkin, afturat.
Hann heldur, at tað eigur ikki
at vera ein vinna at fíggja bústaðir.
Tvørtur ímóti eigur tað at vera
ein almenn uppgáva, tí tað er ein
mannarættur hjá fólki at fáa tak
yvir høvdið, men í Føroyum letur
tað almenna alt upp í hendurnar
á privatum peningastovnum, sigur
hann.
Trýsta fólk saman í Havn
Bill Justinussen staðfestur, at bank
arnir lata fyrst og fremst fígging til
hús í Havn, tí har eru húsini mest
verd, og sosatt er trygdin hjá bank
unum størst. Við hesum trýsta
bankarnir fólk saman í Havn, held
ur enn at síggja alt landið sum ein
felags bústaðarmarknað.
– Tað er ein trupulleiki, ein
nýggjur sethúsabanki kann bøta
um, heldur hann.
Annars heldur hann, at tað er
harmiligt, at tryggingarfelagið, Lív,
brúkar sínar pengar, sum eisini
eru at kalla almennir, til at fíggja
hotell við, heldur enn til at byggja
bústaðir.
– Tað átti samgongan at havt
eina nógv greiðari meining um,
heldur Bill Justinussen.
– Vit mugu hava ein politikk,
sum avspeglar veruleikan í sam
felagnum, sigur hann.
Hann vísir á, at Eyðgunn Sam
uelsen, landsstýriskvinna í bústað
armálum, hevur fleiri ferðir víst á,
at tað eru ongir timburmenn tøkir
at byggja bústaðir, tí tað er so nógv
virksemi í byggivinnuni framman
undan.
– Eru ongar føroyskar hendur at
byggja bústaðir, eru tað aftur fyri
nógvar útlendskar hendur, sum
kunnu byggja.
– Hví verður onki ordiligt gjørt,
og hví seta vit ikki 500 millónir av
til endamálið. So kunnu vit gera eitt
ordiligt tak fyri at loysa bústaðar
neyðina, heldur enn at vit byggja
alt møguligt annað enn bústaðir,
sigur hann.
– Men tað sær út til, at hetta er
blivið eitt samfelag fyri tey ríku,
men tey børnini, sum veksa upp í
blámufongdum
kjallaraíbúðum,
verða forsømd, leggur hann turris
liga afturat.
Hví ikki selja
Eisini Jónleif Johannesen, ting
maður fyri Javnaðarflokkin, tekur
undir við at stovna ein sethúsa
banka. Hann tekur undir við at tað
almenna selur sín part av Bank
Nordik, so at peningurin kann
brúkast sum stovnsfæ í einum set
húsabanka.
– Vit eiga ein triðing í Bank
Nordik, men tað vísir seg at vera
ringt at fáa fígging til bústað á
bygd. Hví ikki selja tann triðingin
og seta pengarnar í ein almennan
húsabanka, sum hevði til endamáls
at tryggja fólki bústaðarfígging
kring landið, spyr hann.
ÍBÚÐARNEYÐ
– Tað eigur ikki at vera ein vinna at fíggja bústaðir. Tvørtur ímóti eigur tað at vera ein almenn uppgáva, tí tað er ein mannarættur hjá fólki at fáa tak
yvir høvdið, heldur Bill Justinussen, løgtingsmaður. Nú fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at bøta um bústaðarneyðina
Tað er ein
trupulleiki,
ein nýggjur
sethúsabanki
kann bøta um
Tað átti
samgongan at
havt eina nógv
greiðari meining