Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 26. september 2018 · Nr. 111 Ivast í um tað er rætt at vit sleppa at byggja íbúðir BÚSTAÐARBYGGING Sleppa kommunur at byggja bústaðir, kann tað gera tey sterkaru økini í landinum enn sterkari Áki Bertholdsen –  Eg ivist í um at tað er rætt at kommunurnar fáa heimild til at byggja íbúðir. Tað sigur Dennis Holm, for­ mað­ur í Kommunufelagnum. Og tað sigur hann, nú tvey upp­skot eru løgd fyri Løgtingið um at lata kommunur fáa heimild til at byggja íbúðir. Í hesum sambandi vístu fleiri løg­tingslimir á, at teir ivaðust teir í, hvussu stóran áhuga, komm­un­ urnar í roynd og veru, hava fyri at fá heimild til at byggja leigu­ bú­staðir. Og tað hava teir rætt í, tí for­ mað­urin í Kommunufelagnum ivast somuleiðis stórliga í um hetta er eitt mál, kommunurnar yvir­høvur eru samdar í. Tískil ber ikki heldur ikki til at geva ein ein­ týðugt svar upp á spurningin um, antin tað er rætt at geva komm­ un­um heimild til at byggha íbúðir. –  Tað eru uttan iva summar komm­unur, sum vilja fáa høvi til at byggja íbúðir. Men ein vandi við tí kann vera, at tær kommunur, sum eru væl fyri, rættiliga seta á at byggja íbúðir, so at vit, um nøk­ur ár standa eftir við nøkrum byggi­verkætlanum, sum ikki eru so væl umhugsaðar. – Ein vansi kann eisini vera, at fáa kommunurnar heimild til at byggja íbúðir, kann tað skunda undir miðsavningina av land­ in­um, tí at kommunur, sum eru fíggj­arliga væl fyri, fara at byggja íbúð­ir í stórum tali. – Tað er sannlíkt, at tað fer at elva til, at øki í landinum, sum framm­anundan eru vakstrarøki, fara at byggja íbúðir í stórum tali, og tað fer at økja um munin ímill­ um tey sterkaru økini í landinum, og tey veikaru økini. –  Og eg haldi, at politikarar skulu vara seg fyri at seta tiltøk í verk, sum fara at gera munin ímill­ um tey sterkari, og tey veikaru, øk­ini í landinum, enn størri enn hann er, leggur hann afturat. Hava tosað um eina aðra loysn Dennis Holm sigur, at ein ann­ar máti, tey í teimum ymsu komm­ un­um hava tosað eitt sindur um, er, at heldur enn at geva komm­unum heimild til at byggja íbúðir, kundu vit fingið eina skip­an, har íbúðir verða bygdar í einum samstarvi ímillum Landið, kommunur, fíggingarstovnar og leig­arar. Her verður hugsað um at stovna lutafeløg við tí endamáli at byggja lutaíbúðir, har kommunur so eru ein partur av verkætlanum. Part­urin hjá kommunum kann vera eini 15 prosent, og tey, sum skulu hava eina lutaíbúð, eisini skjóta kanska 35-40 prosent í verk­ætlanina. – Sostatt er kanska helvtin av fígg­ingini útvegað, longu áðrenn sjøtul verður settur á byggingina, sigur Dennis Holm. Samstundis er landið so við í verkætlanini við einum parti og restin verður so fíggjað við lán­ um úr fíggingarstovnum, við lang­ tíðar­lánum upp á eini 30 ár. For­ mað­urin í Kommunufelagnum held­ur, at tað kundi verið ein máti at tryggja fólki eina íbúð, sum er bílig at búgva í. Samstundis er ein fyrimunur við eini slíkari skipan, at tann, sum skal búgva í íbúðini, bind­ur seg til at vera við í verk­ætl­an­ini­ bygg­ingini. Annars heldur hann, at tað hevði verið eitt rætt stig, at sett kann­ingar í verk, fyri at vita, hvussu stór bústaðarneyðin í roynd og veru er, og, hvar bústað­ ar­neyðin er, tí tað kann forða fyri, at ov nógvar íbúður verða bygdar, har tað í roynd og veru, ikki er brúk fyri teimum. Dennis Holm ivast í, hvussu væl hetta hjálpir, tí hann heldur ikki, at skattafyrimunurin hevur fingið nakað serligt av bústøðum á leigu­ markn­aðin afturat. Hann heldur hinvegin, at ein gongd leið er áleggja teimum, sum eiga tóm hús, eitt gjald, fyri at hava tey standandi tóm. Í hesum sambandi hava fleiri polit­ikarar nevnt møguleikan at leggja eitt tænastugjald á hús, sum standa tóm, tí hóast tey standa tóm, og hóast kommunan onga skatta­inntøku hevur av fólki, sum eig­ur tey, fáa teir ymsar tænastur frá kommununi, bæði kloakk og vatn, umframt at ruskið verður tikið, og annað við. Skulu leigast út Og tað eru fleiri politikarar á Løg­ tingi, sum taka fult undir við einum slík­um tænastugjaldi. Ein av teimum er Ruth Vang úr Framsókn, tí hon heldur, at eitt slíkt gjald kann eggja eigaranum at leiga út. Hinvegin er hon ikki fyri bústað­ ar­skyldu, tí tað skal bera til at ogna sær summarhús. Og hon heldur, at tað er órættvíst, at fólk, sum hava keypt hús, knappliga skulu fáa nýggj­ar treytir at virka undir, tí tá eru húsini keypt undir skeivum for­treytum. –  Tað eru ikki húsaeigararnir, sum eru trupulleikin, tí trupul­leik­ in er, at tað eru ov fáir bústaðir, sig­ ur hon. Mest avgjørdur er Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, tí hann held­ ur, at tað standa so nógv tóm hús kring landið, at í roynd og veru er nokk av bústøðum til allar før­oy­ ing­ar. Hann heldur ikki, at tað er rætt at byggja fleiri hús, fyrr enn vit hava tryggjað okkum, at tey hús, sum standa tóm, eisini verða brúkt. –  Tað er skeivt at siga, vit ikki kunnu herberga okkara fólki, tá ið summi eiga fleiri hús, sigur hann. Og hann staðfestur eisini, at hann hellir til, at vit seta eina bú­stað­ar­ skyldu í gildið fyri at fáa tey tómu húsini í brúk. Eisini Jónleif Johannesen, ting­maður fyri Javnaðarflokkin, held­ur, at kommunur eiga at fáa heimild til at taka gjald frá fólki, sum eiga hús, sum tey ikki búgva í, men brúka til summarhús, ella annað. Og Eyðgunn Samuel­sen, lands­stýriskvinna í bústaðar­mál­ um, sigur, at tað er nettupp eitt upp­skot, samgongan arbeiðir við. Hon vísir heldur ikki tankanum um bústaðarskyldu, frá sær. Í R TÓMT Ein gongd leið er áleggja teimum, sum eiga tóm hús, eitt gjald, fyri at hava ein hús standandi tóm Tað kundi verið ein máti at tryggja fólki eina íbúð, sum er bílig at búgva í ÍBÚÐARNEYÐ – Tað er neyvan semja í kommununum um hetta málið, sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum