týsdagur 25. september 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. september 2018 · Nr. 111
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BÚSTAÐARNEYÐ Ein kanning hjá kommunufelagnum gevur eina heilt óvæntaða mynd av íbúðarneyðini í Føroyum
Áki Bertholdsen
Heili 18 prosent av øllum sethúsum
í Føroyum standa tóm!
Tað vísir ein kanning, Komm
unufelagið nýliga hevur gjørt av
støðuni á bústaðarmarknaðinum.
Seinastu tíðina hevur kikarin
rættiliga verið settur á bústaðar
neyðina í Føroyum, og í hesum sam
bandi hevur somuleiðis verið víst á,
at tað eru eisini rættiliga nógv set
hús kring landið, sum eingin býr í,
og sum sostatt standa tóm.
Hetta eru sethús, sum eingin býr
í yvirhøvur, tað kunnu vera sethús,
sum verða brúkt sum summarhús,
ella sum verða leigað út til ferða
fólk. Ella tað kunnu vera hús, sum
rætt og slætt ikki verða brúkt til
nakað sum helst.
Kanningin vísir, at í summum
bygdum er tað næstan annað hvørt
hús, sum stendur tómt, men aðra
staðni eru tað færri.
Kanningin er gjørd soleiðis,
at umsitingarnar í teimum ymsu
kommununum eru rætt og slætt
biðin um at telja, hvussu nógv hús
standa tóm í teirra kommunu.
Av teimum 29 kommununum
í Føroyum, hava tær 25 svarað
spurninginum.
Fugloyar Kommuna hevur ikki
latið við seg koma og harafturat
hava tríggjar tær størstu komm
unurnar, Tórshavn, Klaksvík og
Runavík, heldur ikki svarað. Høv
uðsorsøkin er, at tað er rættiliga
møtimikið, fyri ikki at siga ógjør
ligt, at fáa tey tald, og sostatt at
fáa greiði á støðuni. Men boðini úr
teimum kommununum eru, at tað
er serliga í útjaðaranum í kommun
unum, at hús standa tóm.
Ein greið mynd
Dennis Holm, formaður í Komm
unufelagnum, ásannar, at kann
ingin skal takast við einum ávísum
fyrivarni, tí øll hava ikki gjørt upp
upp á akkurát sama máta.
Í hesum sambandi kann nevn
ast, at summa staðni er alt talt við,
eisini hús, tað hús, tað ikki er búgv
andi í, og tey eiga sjálvandi ikki at
verða tald upp í hús, sum kunnu
verða sett á bústaðarmarknaðin.
Onnur hava talt summarhús upp
í, og onnur hava bara talt tey hús,
sum tey meta, kunnu útvegast til
bústað.
Hann vísir á, at í Suðuroy, og
aðrastaðni í útjaðaranum, standa
nógv hús tóm, tí tey verða brúkt
sum summarhús, ella eru leigaði út
á AirBnB, ella ígjøgnum kunningar
stovur.
– Harumframt eru tað nógv hús,
sum arvingar eiga eftir foreldrum,
ella øðrum næstringum, men sum
ikki verða brúkt nakað serligt.
Somuleiðis hava tær størri
kommunurnar gjørt vart við, at tað
eru lutfalsliga fá hús, sum standa
tóm á sjálvum høvuðsplássinum í
kommununi, men at tað serliga er í
útjaðaranum í kommununi, at nógv
hús standa tóm. Dømi um tað eru
bygdir sum Hestur, Nólsoy, Svín
oy, Gjógv og Mykines, fyri at nevna
nakrar bygdir, har nógv hús standa
tóm.
Men Dennis Holm sigur, at hann
kundi hugsað sær, at ein neyv
støðumynd varð gjørd av bústað
arneyðini, so at vit fáa lýst, hvussu
stór hon í roynd og veru, er, og akk
urát hvar tað er trot á bústøðum.
Eitt, hann nevniliga heldur seg
hava lagt merki til, er, at onkrar
kommunur, sum brúka nógvar
pengar upp á at stykkja út, eru
nettupp eisini kommunur, har nógv
hús standa tóm frammanundan.
Skal kosta
Nú Løgtingið eisini hevur tvey
uppskot til viðgerðar um at loyva
kommunum at byggja íbúðir, hava
nógvir politikarar nettupp víst á,
hvussu nógv hús standa tóm kring
landið, og teir halda, at tað eigur at
vera ein høvuðsuppgáva hjá polit
ikarum at eggja eigarunum til at
leiga tey út.
Í hesum sambandi hevur Løg
tingið samtykt, at tað ber til at
leiga út fyri 50.000 krónur um árið,
skattafrítt, og hetta markið er nú
hækkað til 150.000 krónur.
Hendan talvan vísir, at í miðal standa 18 prosent av øllum sethúsum
í Føroyum, tóm. Tað er rættiliga stórur munur á, hvussu støðan er
frá kommunu til kommunu. Men nógvir politikarar halda, at tiltøk
skulu setast í verk í eini roynd at fáa fólk at búgva í teimum
FIMTA HVØRT HÚS
FØROYUM STENDU
Tað eru ikki
húsaeigararnir,
sum eru
trupulleikin
Tað er skeivt
at siga, vit ikki
kunnu herberga
okkara fólki, tá
ið summi eiga
fleiri hús
ÍBÚÐARNEYÐ