leygardagur 20. november 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 223 - 20. november 2004
Nr. 223 - 20. november 2004
3
Bókaklubbin hjá Føroya
Lærarafelag hevur aftur
latið fýra nýggjar bøkur til
limirnar í ymsu bóka-
klubbunum.
Til tey yngstu er talan
hesaferð um eina bók við
holografiskum myndum,
sum broytast, alt eftir
hvussu bókin verður riðað.
Bókin eitur »Góða nátt,
Góðan morgun«.
Maud Heinesen hevur
skrivað
bókina
um
Likkulinu og Likku-demus,
ið er ein søga um likkkurar,
sum omman og lítli Jens
Pauli geva at eta. Um teir
báðar vinmenninar, sum
fara úr barnagarðinum,
uttan at nakar veit av, og
um ommuna og abban, sum
síggja likkurnar aftur í
einum heilt øðrum landi.
Hanna Bjartalíð hevur gjørt
myndirnar til bókina.
»Lokki Litaval« er úrval
av
yrkingum
hjá
Aleksandur
Kristiansen.
Millum annað kann lesast
um listarligu kúnna, um
svartaklukkuna Sáru og um
Salvador í Dali. Bárður
Jákupsson hevur myndprýtt
bókina.
Seinasta bókin hesaferð
er »Skammartekn-ið«, sum
er ætlað teim-um heldur
størru børn-unum. Talan er
um næstu bókina í røðini
um Skammaran, har stríð
er millum Skammaran og
Drakan. Hesaferð verður
Dina tikin og brúkt av
óndum kreftum, og Dav-in
roynir at hevda seg, tí hann
ikki hevur somu evni sum
mamman og Dina.
-jm
Fýra nýggjar bøkur
til børn og ung
Ein mest sum gandað bók við myndum, ið
broytast, og ein frásøgn um Likkulinu og
Likkudemus eru millum bøkurnar, sum
Bókaklubbin hesaferð hevur sent limum sínum
C
M
Y
K
3
2
Stuðul úr
JÓLAMERKJAGRUNNINUM
Sambært reglugerð fyri Jólamerkjagrunnin
(Føroya Landsstýri, nr. 92 frá 5. desember 1979)
hevur grunnurin til endamáls at býta út ágóðan
av søluni av jólamerkjum, ið Postverk Føroya
gevur út á hvørjum ári. Ágóðin verður býttur út
sum stuðul til ávís tiltøk til frama fyri børn, til
stovnar, feløg o.o., ið virka fyri hesum tiltøkum.
Í serligum føri kann stuðul verða latin til annað
enn ávís tiltøk til frama fyri ungdóm, brekað ella
onnur samfelagsgagnlig endamál.
Seinnu árini hevur grunnurin á hvørjum ári latið
um 500.000 - 600.000 kr. til ymisk vælgerandi
endamál.
Síðan 1976 eru knappar 16 mió. kr. latnar í stuðli
úr grunninum.
Eitt trímannastýri hevur um hendi leiðslu grunsins
og ger av, hvussu ágóðin verður býttur.
Stýrið er ikki bundið av, at umsókn er send, men
umsóknir um stuðul úr Jólamerkjagrunninum í ár
kunnu sendast grunninum í seinasta lagi 10.
desember 2004 og skulu stílast til:
Jólamerkjagrunnurin
c/o Postverksstjórin
Postsmoga 3009
110 Tórshavn
Lesið
-so eru tit við!