leygardagur 20. november 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 223 - 20. november 2004
Nr. 223 - 20. november 2004
5
Eins og tey
hava gjørt
tað tey bæði
seinastu
árini, fara
næmingar á
Lærara-
skúlanum
aftur í ár at
skipa fyri
gøtusjón-
leik í Miðbýnum í Havn.
Talan er um næmingar
á fyrsta lestrarárinum á
Læraraskúlanum, og er
talan
um
tvørfakliga
verkætlan, sum fevnir um
handverk og list.
Heitið á sjónleikinum
er »Jólavætrarnir koma til
bíggjar«, og verða bæði
vætratónleikur,
vætra-
dansur og vætragykl á
skránni. Eisini verða djór
at síggja, og í tíðinda-
skrivi verður sagt, at talan
m.a. verður um gæs, høsn
og kaninir, eins og onkur
seyður eisini verður at
síggja.
Umframt at vera men-
nandi fyri fakliga før-
leikan hjá næmingunum,
er enda-
málið við
verkætlanini
eisini at
venja tey
við tvør-
fakliga ar-
beiðsháttin,
sum seinnu
árini er
vorðin alt
meira nýttur innan skúla-
gátt.
Leikurin verur sýndur
komandi fríggjadag kl.
16.00 á økinum millum
Sparikassan og Kioskina
á Vaglinum. Samstundis
verða gøturnar í Mið-
býnum stongdar.
-jm
Vætrar í Miðbýnum
Hesar trý
verða helst
millum
teirra, sum
til ber at
síggja í
Miðbýnum í
Havn
komandi
fríggjadag
Her-
mann
takkar
fyri
seg
1. januar eitur for-
maðurin í Búskap-
arráðnum ikki
longur Hermann
Oskarsson
BÚSKAPARRÁÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Hann hevur verið mill-
um mest umstríddu per-
sónar í samfelagskjakin-
um í 2004. Sum for-
maður
í
Búskapar-
ráðnum síðan 1999
hevur Hermann Oskars-
son ikki fírt fyri at siga
sína hjartans meining
um føroyska búskapin,
og tað hevur havt nógv-
ar ákoyringar við sær.
Hermann hevur nú
tikið avgerð um at siga
seg úr starvinum sum
formaður í Búskapar-
ráðnum, men hann fæst
ikki at siga, at mongu
ákoyringarnar er høv-
uðsorsøkin til, at hann
nú gevst sum formaður.
Við Dimmalætting
hósdagin segði Her-
mann Oskarsson, at tað
eru fleiri orsøkir til
avgerðina.
– Tað er sum so ikki
krevjandi bara at vera
formaður, men tað er
krevjandi alla tíðina at
verða konfronteraður.
Tað krevur nógva tíð og
orku, segði hann við
Dimmalætting.
Hermann Oskarsson
varð valdur til skrivara í
Búskaparráðnum
1.
november 1997 og tvey
ár seinni gjørdist hann
formaður.
Búskapar-
ráðið er valt fyri trý ár í
senn, og hetta er onnur
setan
hjá
Hermanni
Oskarsson sum for-
manni.
- Ein hin álvarsligasta
forðingin fyri at Før-
oyar kunnu røkka
sama inntøkustøði
sum grannalondini er,
at almenna umsitingin
í Fiskimálaráðnum,
Fíggjarmálaráðnum
og Vinnumálaráðnum
framvegis er alt ov veik
til at virka sum muna-
dygg verja av áhuga-
málunum hjá borgar-
unum um hægri væl-
ferð, mótvegis kradd-
ing frá seráhugamál-
um, sigur Búskapar-
ráðið í nýggjastu frá-
greiðingini
BÚSKAPARFRÁ-
GREIÐING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Hósdagin kom seinni partur
av árligu konjukturfrágreið-
ingini hjá Búskaparráðnum.
Seinnu partur snýr seg um
inntøkustøðið í Føroyum,
har nevndin í Búskap-
arráðnum hevur sett sær fyri
at kanna, hví føroyska
samfelagið ikki er eins ríkt
og onnur samfeløg.
Eins og í fyrra parti av
konjukturfrágreiðingini,
leggur Búskaparráðið held-
ur ikki hesaferð fingrarnar í
millum. Politiski myndug-
leikin fær enn einaferð av
at vita frá Búskaparráðn-
um. Ráðið finst harðliga at
politikarunum fyri geva
vinnuligum seráhugamál-
um ov stóra ávirkan, tá
vinnupolitikkurin skal orð-
ast. Sambært Búskapar-
ráðnum er hetta ein álvar-
som forðing hjá føroyska
samfelagnum fyri at røkka
sama inntøkustøðið sum
okkara grannalond.
- Ein hin álvarsligasta
forðingin fyri at Føroyar
kunnu røkka sama inntøku-
støði sum grannalondini er,
at almenna umsitingin í
Fiskimálaráðnum, Fíggjar-
málaráðnum og Vinnu-
málaráðnum framvegis er
alt ov veik til at virka sum
munadygg verja av áhuga-
málunum hjá borgarunum
um hægri vælferð, mótvegis
kradding frá seráhugamál-
um, sigur Búskaparráðið.
Serliga fiskivinnan
Búskaparráðið heldur, at
tað er serliga áhugabólkar-
nir innan føroysku fiski-
vinnuna, sum alt ov lætt
hava fingið kvørkratak um
politiska
myndugleikan.
Fremsta orsøkin til, at ser-
liga
áhugabólkarnar
í
fiskivinnuni hava so stórt
vald á politiska myndug-
leikanum er illusjónin um,
at fiskivinnan er einasta
beini, føroyska samfelagið
hevur at standa á.
– Statiska illusjónin( um
at fiskivinnan er okkara
einasta grundarlag, blðm)
gevur áhugabólkum í út-
flutningsvinnuni og serliga í
fiskivinnuni góðar møgu-
leikar fyri lobbyvirksemi,
tað vil siga fyri at avírka al-
mennar
uppfatanir
av,
hvussu búskapurin er hátt-
aður. Tað einasta tey skulu
sannføra veljaran um er, at
av tí at "fiskivinnan er bein-
ið,
føroyski
búskapurin
stendur á", er tað neyðugt at
tryggja, at vit hava ríkiligt av
skipum, sjómonnum, flaka-
fólki, alifyritøkum, slát-
urvirkjum
o.s.fr.
Um
neyðugt má hetta tryggjast
við studningum, bæði við
generellum studingum, so
sum skattafrádrátti og al-
ment tryggjaðari minstuløn,
og harafturat við meira spe-
cifikkum studningum til út-
valdar fyritøkur, til dømis
fiskiloyvir, "skattaafturber-
ing" ella "tollendurgjald",
stendur skrivað í frágreið-
ingini um inntøkustøðið í
Føroyum.
Búskaparráðið heldur, at
politikararnir í alt ov stóran
mun leggja seg eftir at lurta
eftir vinnuni.
– Í Føroyum er tað ein
stórur trupulleiki, at ofta
verður lurta eftir, hvat ver-
andi luttakarar á einum
marknaði hava at siga um
ymisk viðurskifti. Verandi
luttakarar hava sjálvsagt
virðismikla
vitan
um
marknaðin, og harafturat
hava teir ein demokratiskan
rætt at leggja síni sjónar-
mið fram. Men minnast má,
at hesir luttakarar á markn-
aðinum arbeiða fyrst og
fremst fyri egin áhugamál,
sigur Búskaparráðið
Búskaparráðið
fýlist
eisini harðliga á, at sjónar-
miðini hjá seráhugamálun-
um í fiskivinnuni sleppa at
kveistra árligu metingarnar
hjá Fiskirannsóknarstovuni,
sum er stovnurin, sum skal
tryggja, at áhugamálini hjá
tí almenna verða varðveitt á
haldgóðan hátt.
– Umframt at fáa til-
feingið ókeypis frá landin-
um avgera verandi aktørar
í vinnuni eisini sjálvir,
hvussu teir fara við tí.
Landið hevur ein ráðgeva á
økinum, nevnliga Fiski-
rannsóknarstovuna,
men
hesin ráðgevi verður konse-
kvent settur til viks, og
sjónarmiðini hjá seráhuga-
málunum vinna frama. Tað
er enntá komið so langt, at
politiska magtin hjá ser-
áhugamálunum í fiski-
vinnupolitikkinum
er
stovnsfest við Fiskidaga-
nevndini. Gjøgnum hesa
nevnd áseta ymsu reiðara-
bólkarnar í veruleikanum
sjálvir,
hvussu
nógvar
fiskidagar limirnir í bólk-
unum skulu hava, tí tilmæl-
ini frá Fiskidaganevndini
vera altíð fylgd meira ella
minni nágreiniliga
Borgarin burtur
Eins og í fyrra partið av
konjukturfrágreiðingini
vísir Búskaparráðið í sínum
frágreiðing um inntøkustøð-
ið í Føroyum á, at avgerð-
irnar hjá politiska mynd-
ugleikin í alt ov lítlan mun
byggja á, hvussu vælferðin
hjá einstaka borgaranum í
Føroyum kann hækka.
– Almenna uppgávan er
at umboða borgaran í hes-
um spælinum, tað vil siga í
øllum samskifti við fyritøk-
ur og aðrar seráhugabólkar
at umboða áskoðanina um,
at tað er vælferðin hjá øll-
um føroyskum borgarum
sum telir, og ikki einstakar
fyritøkur, vinnubólkar, ar-
beiðspláss ella líknandi.
Tað almenna skal í hesum
viðurskiftum verja áhuga-
málini hjá øllum borgarum,
ikki bara núlivandi, men
eisini hjá komandi ættarlið-
um, skrivar Búskaparráðið.
Politikararnir hjúkla um
privat áhugamál
– Almenna uppgávan er at umboða borgaran í hesum spælinum, tað vil siga í øllum samskifti við fyritøkur og aðrar seráhuga-
bólkar at umboða áskoðanina um, at tað er vælferðin hjá øllum føroyskum borgarum sum telir, og ikki einstakar fyritøkur,
vinnubólkar, arbeiðspláss ella líknandi. Tað almenna skal í hesum viðurskiftum verja áhugamálini hjá øllum borgarum, ikki
bara núlivandi, men eisini hjá komandi ættarliðum, skrivar Búskaparráðið í feskastu frágreiðingini.
Búskaparráðið er sett sambært løgtingslóg nr. 120
frá 1995 við seinni broytingum um búskaparráð. Tað
ráðið sum nú situr er sett at virka frá 1. januar 2003
til 31. desembur 2005. Sambært grein 3 í lógini um
Búskaparráð, skal ráðið minst eina ferð árliga greiða
úr hondum frágreiðing um búskaparligu gongdina í
Føroyum
Limirnir í Búskaparráðnum
Hermann Oskarsson, cand.polit, stjóri á Hagstovu
Føroya, formaður
Óli Samró, cand.polit., stjóri á FAREC
Una Joensen, cand.oceon., Føroya Tele
Marner Jacobsen, cand.oecon., forstjóri í Føroya
Sparikassa
Gunnvør Balle, cand.merc., søluleiðari á
Tórshavnar Skipasmiðju
Anna Kass, M.Sc. í búsk., fíggjarfulltrúi í
Undirvísingar- og Mentamálastýrinum
Skrivari: Jóannes Jacobsen, cand. oecon
Endamál: Landsstýrið skipar Búskaparráð við upp-
gávu at fylgja búskaparliga gongdin og ráðgeva um
búskaparlig viðurskifiti.
FAKTA
C
M
Y
K
5
4
g
NY ISTID!
Med Origo is-systemer
Luft-issørpe
Origo har levert 12 issørpe-anlegg fra april 04
Vi takker for oppdragene
I Enkel å bruke
I Kompakt størrelse
I Holder kvaliteten
på råstoffet
I Sparer energi
I Lavere investering
I Vedlikeholdsvennlig
I Leveres etter ønske fra
kunden
I Vi kan tilby finansiering
CE sertifisert
Øk kvalieten på råstoffet med
Origo issystemer - luft-issørpe
Det finnes ikke noe kjølemedium som er
KALDERE, RENERE, MINDRE OG RASKERE
enn Origo sin luft-issørpe blanding.
Produseres av mikroskopiske iskrystaller,
bittesmå luft- eller vannbobler
Postboks 152 - 8509 Narvik - Tlf. 76 94 77 50 - Faks 76 94 77 51
E-post: n.f.t@online.no - www.floice.com