Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. november 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 223 - 20. november 2004 Nr. 223 - 20. november 2004 7 Teitur gevast út í Ong- landi Føroyski tónleikarin Teitur Lassen hvílir seg nú eftir eina drúgva konsertferð í USA og Europa. Hann hevur seinastu mánaðirnar spælt í nógvum amerik- anskum býum, í Kanada og fleiri europeiskum londum, men nú er konsertferðin liðug. – Í løtuni eri eg bara heima við hús og geri púra einki, skrivar Teitur á heimasíðu sínari. Í desember mánaði skal hann hava konsert í Vega í Keypmannahavn, og tað fer hann nú at fyrireika seg til. Á hesi konsert fer hann at hava strúkarar at spæla sam- an við sær, og onkir tón- leikagestir fara eisini á pallin saman við hon- um. Tað, sum stendur á skránni aftan á tað, er ein útgáva í Onglandi. Fløgan hjá Teiti, Poetry and Aeroplanes, er ikki givin út í Onglandi, men tað skal hon gerast nú. ek Stjóri finnast til Tjóð- pallin Leiklistaráðið søkir nú eftir stjóra til nýggja Tjóðpall Føroya. Stjórin skal hava listar- ligu ábyrgdina av Tjóð- pallinum, og hann skal standa fyri menningini av nýggja leikhúsinum. Krøvini til nýggja stjóran eru, at hann skal hava visiónir at menna leilistina, hann skal hava leiklistarliga útbúgving ella royndir innan leik- list, hann skal hava leiðslu- og samstarvs- evni og hava innlit í fíggjarviðurskifti og fyrisiting. Lønin hjá stjóran verður 34.000 krónur. Ætlanin er, at stjórin skal setast frá 1. februar ella skjótast til ber, og tá stjórin er settur, fer Tjóðpallurin av álvara undir stítt virksemi. Freistin at søkja stjóra- starvið er 20. desember. ek Í næsta mánaði verður møguleiki at hoyra føroyska sang- aran Rúna Brattaberg syngja í Royal Festival Hall í enska høvuðs- staðnum KONSERT Eyðun Klakstein Rúni Brattaberg er støðugt á ferð við tónleiki, og tann 9. desember fer hann at syngja á konsert í einari av kendu konserthøllunum í London – Royal Festival Hall. Har verður verkið From Egil's Saga hjá tóna- skaldinum Gavin Bryars framført. The London Sin- fonietta spælir, Gavin Bry- ars dirigerar sjálvur, og Rúni Brattaberg verður ein av sangarunum. The Guardian skrivar, at umframt frumframførsluna av nýggja verkinum, verður eisini kenda verkið hjá Bryars, The Sinking og Titantic, spælt á konsertini, og tað virda verkið Jesus' Blood Never Failed Me Yet. Tónleikur hjá Arvo Part og Erkki-Sven Tüür verður eisini spældur. Atgongumerki hjá kon- sertina kunnu keypast á Box Office. Minnilutin í Klaks- víkar býráð roknar ikki við at sleppa upp í part í eini breiðari samgongu. Fyrstvaldi býráðslimurin heldur, at flokkarnir í minni- lutan høvdu kjansin til breitt samstarv, men tóku hann ikki POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Klaksvík: Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eru ikki sinnaðir at ganga frá avtaluni, sum teir báðir flokkarnir hava gjørt um samstarv í Klaksvíkar bý- ráð næstu fýra árini. Tí verður býráðið býtt upp í minniluta og meiri- luta, hóast flokkarnir í minnilutanum hava mælt til eitt breitt samstarv, har allir flokkarnir kunnu arbeiða saman. – Tað tykist, sum vit verða kroyst til at vera and- støða næstu fýra árini, og tað er spell. Tað hevði verið ein fyrimunur fyri býin, um øll kundu arbeitt saman, sigur Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum. Fyrstvaldi býráðslimurin, Jákup Mikkelsen úr Fólka- flokkinum, heldur, at flokk- arnir í minnilutanum høvdu møguleikan at skipa eina breiða samgongu beint eftir valið, men tóku ikki av kjansinum. Rokna við ongum Fyrr í hesi vikuni heitti Eyðgunn Samuelsen vegna Javnaðarflokkin, Sjálvstýr- isflokkin og Sambands- flokkin á teir báðar flokk- arnar í meirilutan um at umrøða møguleikan fyri einari breiðari samgongu. Eyðgunn Samuelsen segði í skrivinum til meirilutan, at hetta hevði verið ein betur loysn, og tí mælti hon til ein fund at umrøða møgu- leikan. – Eg havi einki hoyrt frá Fólkaflokkinum og Tjóð- veldisflokkinum uttan tað, sum teir hava sagt í Sosial- inum um, at teir halda seg til avtaluna, teir hava gjørt. Tað tykist ikki, sum teir viðgera okkara uppskot, men bara avvísa tað, og so kunnu vit ikki rokna við nøkrum, sigur Eyðgunn Samuelsen. – Vit hava víst, at vit vilja arbeiða saman við meiri- lutan næstu fýra árini og ikki bara sita uttanfyri og føra andstøðupolitikk. Men tað tykist ikki, sum tey eru áhugað í hesum, og tí ætla vit í minnilutanum at skipa okkum væl, um vit koma at verða uttanfyri, sigur hon. Møguleikin var til staðar Jákup Mikkelsen, sum fekk flestar atkvøður hjá størsta flokkinum á kommunuval- inum, heldur, at møguleikin fyri einum breiðum sam- starvi var til staðar, men at møguleikin nú er farin. – Beint eftir valið heittu vit á hinar flokkarnar um at gera eina breiða samgongu og at hittast fyri at umrøða hendan møguleika. Men flokkarnir tóku ikki av tilboðnum. Tí kann tað virka eitt sindur løgið, at flokkarnir, nú teir standa uttanfyri, koma við hesum uppskoti, sigur Jákup Mikkelsen. Tá ið Jákup Mikkelsen var komin við sínum upp- skoti um breitt samstarv, vóru flokkarnir í meirilut- anum seinastu fýra árini, Tjóðveldisflokkurin, Javn- aðarflokkurin og Sjálvstýr- isflokkurin, farnir at sam- ráðast um framhaldandi samstarv. – Vit høvdu gjørt eina av- talu við Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin um, at vit vildu samráðast fyrst, og tí kundu vit ikki taka av tilboðnum frá Jákup Mikk- elsen. Vit vóru tó sinnað at taka aðrar flokkar við í samstarvi, um meirilutin samdist um at halda fram, sigur Eyðgunn Samuelsen. Fundir eru avlýstir Fólkaflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin hava gjørt eina avtalu um samstarv fyri næstu fýra árini, og sambært hesi avtalu skal Steinbjørn O. Jacobsen halda fram sum borgarstjóri, meðan Jákup Mikkelsen verður varaborg- arstjóri. Flokkarnir hava fleiri ferðir avtalað fund, har teir skulu seta nøvn á síni umboð í nevndunum og annas umrøða samstarvið næstu fýra árini. Men fund- urin hevur framvegis ikki verið, og nú er ætlanin, at hann skal verða fríggja- kvøldið. Sambært borgarstjóran- um Steinbjørn O. Jacobsen er orsøkin til avlýsingarnar, at allir býráðslimirnar hava ikki kunna møtt til fundir- nar, og tí eru teir avlýstir. Tað er eingin ósemja mill- um flokkarnar, tí teir halda fast við avtaluna, sum teir hava gjørt. Tá Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin hittast á fundi, fáa teir møguleikan at umrøða, hvørt aðrir flokkar skulu takast við í samstarvið næstu fýra árini, ella um teir fara at taka við leiðsluni av Klaksvíkar kommunu einsamallir. Fólkaflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin hava sjey av 11 býráðslimum. Rúni Brattaberg syngur í London Minnilutin væntar sær einki Rúni Brattaberg syngur í London í næstum. Har verður frumframførsla av verkinum From Egil´s Saga, sum tónaskaldið Gavin Bryars hevur gjørt Rani Nolsøe og Jákup Mikkelsen verða partur av meirilutanum í Klaksvíkar býráði næstu fýra árini. Líkt er ikki til, at uppskotið um eina samgongu við øllum flokkum vinnur frama Mynd: Norðlýsið Tað virkar! Geva vit teimum ungu eitt betri tilboð heldur enn at seta forboð, hava tey onki ímóti at velja tann sunnara møguleikan. Men matur skal eisini vera cool, og tí mugu vit hugsa av nýggjum, um vit eisini skulu raka tey ungu við heilsuboðskapinum, var ein av niður- støðunum á Ráð- stevnuni fyri Fólka- heilsu fríggjadagin RÁÐSTEVNA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang – Mangir eru kostirnir, og allir tykjast teir mjúkir. Men vit vita jú, at allir er teir ikki líka heilsugóður, segði Hans Pauli Strøm millum annað í setanarrøð- uni á Ráðstevnuni fyri Fólkaheilsu í Norðurlanda- húsinum fríggjadagin. Heilsumálaráðharrin fegn- aðist tó um, at vit við stóru kanningini hjá Fyribyrging- arráðnum vita nógv meir um matvanarnar hjá teim- um ungu, enn vit higartil hava gjørt. – Àtøkini fyri betri fólka- heilsu hava undanvind í løtuni, og tí ræður um ikki at liggja sjóvarfallið av sær. Men fólk skulu ikki for- skrekkjast til at liva sunt, og lyftir peikifingrar peika ikki vegin fram. Heldur skulu vit royna at skapa so góðar umstøður, sum til ber, fyri at vit øll skulu hava møguleikan at betra um okkara lívsgóðsku, segði Hans Pauli Strøm Versnar við aldrinum Tað var Føroya Fyribyrg- ingarráð, sum skipaði fyri ráðstevnuni um fólka- heilsu, í sambandi við at ráðið hevur gjørt eina stóra kanning av mat- og rørslu- vanunum hjá føroyskum skúlanæmingum. Kanning- in varð gjørd í tveimum umførum, har meir enn 3000 4.-9. floks næmingar á 9 ymsum skúlum svaraðu spurnarbløðum í mei og oktober í ár. Úrslitið av kanningini vísir rættiliga týðiliga, at bæði mat- og rørsluvanarn- ir versna, eftirhondini sum næmingarnir gerast eldri. Samanlagt vísir kanningin annars at 5/6 av næmingun- um eta matpakka á mid- degi, at tey flestu javnan eta frugt, men fá eta grønmeti hvønn dag. Eina tíð áðrenn spurnar- bløðini vórðu send út aðru ferð, vóru vatnkølarar settir upp á skúlunum, fyri at fáa eina mynd av, hvørja ávirk- an eitt alternativt tilboð hevur á drekkivanarnar hjá næmingunum. Og her tosa tølini sítt rættiliga týðiliga mál. Í hesum tíðarskeiðn- um minkaði nýtslan av sodavatni úr 12 niður í 8 %, meðan nýtslan av vatni hækkaði úr 50 til 54 %. Samanumtikið søgdu 97 % av næmingunum seg dáma væl vatnið úr kølarnum. Annars vísti kanningin eisini at nýtslan av góðgæti økist við aldrinum hjá næmingunum, meðan talið á teimum, sum íðka ítrótt lækkar, jú eldri næm-ing- arnir gerast. Maturin skal vera ‘cool’ Fyribyrgingarráðið nýtti eisini høvið at spyrja næm- ingarnar, hví tað er so um- ráðandi at eta sunt, fyri á tann hátt at meta um, hvussu nógv børn og ung vita um sambandið millum kost/rørslu og heilsustøð- una sum heild. Úrslitið av- dúkaði, at næmingarnir eru rættiliga tilvitaðir um, hvønn týdning maturin hevur fyri bæði heilsuna, og hvat tú megnar at avrika eitt nú í írótti. Kortini sær tað ikki út til, at teir eldru næmingarnir duga nóg væl at brúka hesa vitanina. – Nei, tey vita, hvat tey eiga at gera, men velja nakað annað. Og tað kemst av, at matur jú snýr seg um so nógv annað enn bara at eta. Fyri tey ungu hevur tað stóran týdning, hvat vin- fólkini eta, hvør matur ella drykkur er cool í løtuni og ikki minst, hvørjar umstøð- ur tey hava at eta í í skúl- anum, sigur Bjarta Vilhelm, leiðari heilsurøktar-skipan- ini. Bjarta heldur, at hóast fáir skúlar í føroyum hava møguleikar at hava stórar kantinur, átti tað ikki at verið so trupult, at innrætta eitt høli í einum hugnalig- um og smartum sniði, har man kundi keypt sær leski- ligar salatir o.a, so tað ikki bleiv so freistandi at renna yvir í nærmastu kiosk í matarsteðginum. Rúsevni: Barnið er trupuleikin! Narkotikapolitiið legið ikki fingr- arnar ímillum á ráðstevnuni fyri fólkaheilsu. – Nógv hevði verið øðrvísi, um for- eldur tímdu betri at vera saman við sínum børnum! RÁÐSTEVNA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo – Jú minni foreldur eru saman við sínum børn- um, jú størri er vandin fyri, at børnini fara at fylla tómrúmið við rús- evnum. So einfalt kann tað sigast. Okkara royndir vísa týðiliga, at vantandi sambandið millum foreldrini og barnið er ein av høv- uðsorsøkunum til, at barnið seinni kemur sær út í rúsevnistrup- ulleikar, segið Regin Jørgensen frá Narkot- ikapolitiðnum. Tað mundi vera langt síðani, vit hava hoyrt ein so bersøgnan og beinleiðis boðskap í rúsevnahøpi, sum tann áhoyrarnir fingu at hoyra í Norðurlanda- húsinum fríggjadagin. Beiski veruleikin er, at alt ov nógv foreldur leggja størri orku í at fáa onkran annan at ansa barninum enn sjálvi at vera saman við tí. Frá tí at barnið er føtt, gera tey tað til ein trupulleika, sum skal skúgvast av vegnum, so tey sjálvi kunnu vera aðrastaðni. Og ongin av okkum skal billa sær inn, at vit veruliga eru saman við okkara børn- um, so leingi barnið skal kappast við far- telefonina ella fjarstýr- ingina hjá foreldrunum fyri at verða hoyrt. Tað merktiskt tíði- liga, at veruleikin, Reg- in Jørgensen og Jens Jensen standa í, í sínum dagliga arbeiði sum narkotikapolitistar er beiskari og náðileysari, enn tey flestu geva sær far um. Og boðskapurin var har eftir. Vit hava hvørki tíð ella ráð til uttaumtos ella at balla sannleikan inn. Foreld- ur mugu rakna við og átaka sær leiklutin, sum foreldur. Og tað innber ikki bara meir tíð sam- an við børnunum, men eisini at vit lata børnini merkja at vit veruliga vilja og tíma at vera saman við teimum. Fólkaheilsan í undanvindi »Teir eru góðir. Man drekkur minni sodavatn« (Drongur, 14 ár) ” »Eg haldi, at tað er mega gott. Men eg haldi, at tað er rotið, at teir eru so langt frá skúlastovuni« (Genta, 15 ár) ” »Tað smakkar væl, og tað er ofta, at eingin hevur nakað at drekka við. Og so er tað kaldari enn vanligt« (Drongur, 11 ár) ” »Eg drekki ikki úr vatnkølaranum, tí eg haldi, at tað er ólekkurt« (Genta, 11 ár) ” Tað nyttar onki at forskrekkja fólk til at liva sunt, segði Hans Pauli Strøm millum annað, tá hann setti Ráðstevnuna fyri Fólkaheilsu Næmingar um vatnkølarnar: C M Y K 7 6