Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. november 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 223 - 20. november 2004 Nr. 223 - 20. november 2004 9 – Fakligi førleikin hjá starvsfólkunum skap- ar dygdina á einum stovni – ikki fysisku rammurnar ella eitt pappír, sum sigur, at tú ert pedagogur, siga Gudrun W. Rasmus- sen, Majbritt Jacob- sen, Randi Hentze og Bjørg Karlsdóttir. Allar fýra eru pedag- ogar og arbeiða á dag- stovninum á Argjum BARNAANSING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Herfyri var dygdin á dag- stovnunum í Føroyum tikin upp í Tinghelluni í Sosial- inum. Har varð millum annað víst á, at kvantitetur og kvalitetur ikki altíð fylgjast at. Í einari grein, stóð, at politikarar bert hava hugsað um at fáa ans- ingartørvin nøktaðan og systkinaavsláttur til foreldr- ini. Samstundis varð spurn- artekin sett við dygdina á stovnunum. Har varð tosað um hvørji førleikakrøv verða sett til børn í dag í mun til fyrr, tá tað var meiri vanligt, at børnini spældu á gøtunum og gingu og mólu uppi í heima hjá mammuni ella ommuni og abbanum. Í greinini bleiv sagt, at okk- urt má gerast til tess at fáa somu dygdina inn á stovn- arnar, so at føroysku børn- ini í dag hava verri førleik- ar, tá tey fara í skúla enn fyri 30 árum síðani. Hetta fekk starvsfólkini á dagstovninum á Argjum at rakna við. Tær fýra vísa á, at dygdina, sum børnini fingu við at vera heima hjá foreldrunum var ikki nak- að, sum varð tosað um tá á døgum, men tað er nakað, sum er komið við tíðini, nú flestu børn eru á ansingar- stovni hvønn dag í vikuni. – Fakligi førleikin hjá starvsfólkunum skapar dygdina á einum stovni – ikki fysisku rammurnar ella eitt pappír, sum sigur, at tú ert pedagogur, siga tær fýra, Gudrun, sum er leið- ari á stovninum, Majbritt, Randi og Bjørg og halda fram, at tá tú hevur valt at søkja eitt starv sum pedag- ogur inniber tað eina stóra ábyrgd. – Tú kanst ikki bara søkja starvið og síðani hugsa, at tað eru bara børn, siga tær. Øll í felag hava tey bygt stovnin upp. Stórur dentur verður lagdur á at menna bæði pedagogar og hjálpar- fólk. – Hetta síggi eg sum eina av okkara avgjørdu dygd- um. Tað er ómetaliga týdn- ingarmikið, at starvsfólkini kunnu fáa fakligar førleik- ar, óansæð útbúgving ella ikki. Og vit seta eisini krøv til bæði okkara pedagogar og hjálparfólk fyri nevni- liga at fáa eina dygd á stovninum, sigur Gudrun, leiðari á stovninum. Stoyttar Tær fýra kenna seg ikki sørt stoyttar av, at tað so- leiðis um ein kamb verður sett spurnartekin við dygd- ina á øllum stovnum her á landi. – Vit vita væl, at tað finnast góðir stovnar og minni góðir stovnar, men tað er nemt nokk bara at siga, at allir stovnar eru vánaligir, pedagogarnir eru vánaligir og so framvegis. Tað er tó ikki bara vánaligt alt. Vit hava ein stovn her á Argjum, sum vit allar eru góðar við, har vit raðfesta dygd sera ovarliga, sigur Majbritt. Randi leggur dent á, at øll starvsfólkini eru sera tilvitað um nettupp dygdina á stovninum, so hon skilir als ikki, at slíkt verður ført fram á ein tílíkan hátt. – Tað er sera umráðandi, at tíðin á stovninum er góð fyri barnið og at tað er trygt á stovninum, leggur Randi dent á, og hinar nikka sam- tykkjandi. Tilvitað um dygd Dagstovnurin á Argjum er býttur upp í seks stovur. Tvær vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur, har av ein smábarnastova, har øll børnini eru trý ára gomul og ein forskúli. Øll húsast í sama bygningi, og tað halda tær fýra hevur sínar fyrimunir. Serliga tá hugs- að verður um skiftistíðina hjá barninum. – Men lat tað vera sagt beinanvegin, at tað síggja vit sum fyrimunir, men tað er ikki tað sama sum at siga, at tað er verri, har alt ikki er undir sama taki. Yvirhøvur ikki, staðfestir Majbritt. Eitt barn sum byrjar í vøggustovu á Argjum verð- ur verandi á stovninum til tað fer í skúla sum seks ella sjey ára gamalt. Tað er tí ikki ov nógv sagt, at stovn- urin spælir ein sera stóran leiklut í fyrstu liviárunum hjá barninum. – Tískil mást tú, sum pedagogur ella hjálparfólk, vera sera tilvitað um dygd- ina og títt arbeiði sum heild, sigur Gudrun. Og tað leggur stovnurin á Argjum seg eftir á øllum økjum. Tær siga allar, at tað liggur fremst í huganum, meðan tær arbeiða, at tað er barninum at frama fyrst og fremst. Tað veri seg um tað er vøggustova, barnagarður ella forskúli. Gerandisdagurin verður formaður eftir tørvinum hjá barninum og alt eftir hvørj- um støði tað er á. Majbritt sigur, at tær síggja ongantíð børnini sum ov lítil til at gera eitt- hvørt. – Óansæð hvørjum vit so arbeiða við, so leggja vit tað á teirra støði, og harvið síggja vit jú eisini, hvat børnini eru ment at gera út frá teirra egnu førleikum, greiðir Majbritt frá. Kjak og niðurstøða Bjørg sigur, at denturin verður lagdur á børnini sjálvi. Hon greiðir frá ein- um dømi úr forskúlanum, har børnini júst høvdu verið og hugt at Brúsajøkuli, sum pedagognæmingar av lær- araskúlanum framførdu. – So var Brúsajøkul sjálvandi alt næsta dagin, og tey spældu so hugagóð. Men so var tað ein trupul- leiki, at tað ikki vóru nóg mikið av álvagentum. Tá var eitt barn skjótt at spyrja, um tað ikki bar til at hava álvadreingir, og so var tann trupulleikin loystur, greiðir hon frá og leggur afturat, at børnini skulu læra at kjak- ast og koma til eina niður- støðu, hóast tey ikki altíð eru samd. – Har virka vit mest sum vegleiðandi, tí tey skulu helst finna út av at loysa trupulleikan sjálvi, og tað er sanniliga eisini ein part- ur av menningini, vísir Bjørg á. Randi, sum er pedagogur í vøggustovuni, greiðir frá, at tá eitt barn kemur av fyrstan tíð á stovn, ræður tað allarfyrst um at fáa barnið trygt við tess nýggju umstøður. Tað er líkamikið um tað er í vøggustovu, barnagarð ella forskúla. Uppgávan hjá einum pedagogi er at eygleiða og menna tað einstaka barnið á tí støði tað er á, men ta fyrstu tíðina arbeiða tey við at fáa barnið at fella til. – At barnið er trygt og trívist er grundin fyri allari menning. Uttan tað fært tú onki gjørt, sigur Randi Hentze. Á vøggustovuni verður annars arbeitt miðvíst við motorikki, rørslum, málin- um og sosialiseringini av einum barni. Eitt barn mennir sítt mál sera nógv, meðan tað er í vøggustovu- aldri. Somuleiðis byrjar barnið at vera sosialt um hendan aldurin eisini. Men allar siga tær tó, at tað hevur ómetaliga nógv at siga - eisini fyri tað heilt lítla barnið, at tað kann vera millum onnur børn. – Børn mennast best millum børn, sigur Maj- britt. – Og saman við vaksnum, sum fata tey, leggur Gudrun afturat. Matpolitikkur Sum ein av fáu stovnunum í landinum hevur dagstovn- urin ein matpolitikk. Hetta merkir, at børnini als ikki skulu hava matpakka við, tá tey koma. – Hetta síggi eg so sanni- liga sum eina av okkara góðu dygdum, sum stovnur, tí vit leggja dent á, at børn- ini fáa sunnan og fjølbroytt- an kost, sigur Gudrun W. Rasmussen, sum er leiðari á stovninum. Hon greiðir frá, at tey fóru undir hetta við matpol- itikkinum fyri tveimum árum síðani, og tað hevur víst seg at eydnast frágera væl. – Bæði starvsfólk, for- eldur og ikki minst børn eru glað fyri tað, greiðir Gudr- un frá. Bjørg heldur fram, at máltíðin er vorðin til eina løtu, sum tey gleða seg til, har børnini sjálvi siga, hvat tey vilja hava upp á breyðið. – Tey eru farin at eta nógv meira, enn tá tey høvdu matpakka við sjálvi, sigur Randi. Hon greiðir frá einum dømi, har ein drongur so at siga hvørja ferð tey skuldu eta matpakka, hoyknaði saman, tí hann orkaði ikki í holt við tey somu breyð- stykkini ferð eftir ferð. – Matvanarnir hjá børn- unum broyttust eisini full- komuliga. Heima hava tey helst sagt tað sama umaftur og umaftur, tá foreldrini hava spurt tey, hvat tey vilja hava upp á breyð, meðan her fáa tey høvi til at velja sjálvi. Ei heldur tykist tað so møtimikið hjá teimum at fara ígongd, greiðir Randi frá. Dentur verður sum sagt lagdur á sunnan kost, og tí- skil er Nuggeline ella suk- urlátaviðskeri als ikki á borðinum á dagstovninum á Argjum. – Tað hevur ongantíð ver- ið á borðinum, og eg haldi ikki, at nakar saknar tað heldur, sigur Randi. Óhepnar útsagnir Ein av týdningarmestu leik- lutunum fyri at skapa dygd- ina á einum stovni er sam- starv við foreldrini. Tað leggja tey seg eisini nógv eftir at gera á dagstovnin- um á Argjum, sum annars er ein sjálvsognarstovnur – tó í tøttum samstarvi við Tórshavnar kommunu. Gudrun greiðir frá, at leiðslan á stovninum leggur seg eftir at hava eitt virð- ingsgrundarlag at ganga út frá í dagliga arbeiðinum. At tey røttu virðini verða løgd í børnini, og tað er sera týdningarmikið at hava eitt gott familjusamstarv. Hon heldur, at júst virðings- grundarlagið er eitt avger- andi leiðsluamboð á einum dagstovni, sum verður nýtt og tosað um í tí dagliga arbeiðinum. – Vit ansa barninum í dagtímunum, eygleiða og royna at menna tað einstaka barnið, men tað eru for- eldrini, sum eiga barnið, undirstrika tær fýra. Í somu Tinghellu var eis- ini eitt prát við formannin í Pedagogfelagnum, Jarvin F. Hansen, sum ásannar, at dygdin ikki er garanterað enn, og tað serliga kann koma at ganga út yvir børn við serligum tørvi. – Tað er so ofta, tá slíkt kemur fram, at tað verður hugsað um tey við serligum tørvi, men vit sum peda- gogar mugu so sanniliga eisini ansa eftir, at børnini við vanligum tørvi ikki detta burturmillum, vísir Randi á. Tær halda, at summi av útsøgnunum hjá formann- inum eru sera óheppin – serliga um fakligar førleik- ar, tí tað kann skapa eina gjógv millum pedagogar og hjálparfólk. – Vit hava nógv eina- standandi góð hjálparfólk her á stovninum, sum so sanniliga gera sítt til at, at dygdin er so góð, sum hon er, so vit halda, at hann mátti ansa eftir sínum út- søgnum, tí hann eigur jú sum formaður felagsins eisini at tosa teirra ófak- lærdu søk, siga tær fýra, Gudrun, Majbritt, Randi og Bjørg at enda. Dygdin liggur í fólkunum – Vit ansa børnunum í dagtímunum, eygleiða og royna at menna tað einstaka barnið, men tað eru foreldrini, sum eiga barnið, siga tær fýra Mynd: Jens K. Vang – Vit hava bygt dagstovnin á Argjum upp ígjøgnum mong ár, og vit meta, at stovnurin er góðu. Dygdin er í øllum førum ikki nakað, sum liggur á láni, siga Gudrun, leiðari og Majbritt, Randi og Bjørg, pedagogar á dagstovninum á Argjum Myndir: Jens K. Vang C M Y K 9 8