Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. november 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 223 - 20. november 2004 Nr. 223 - 20. november 2004 11 Tað tykist sum gølurnar hjá hersetingarvaldinum í Irak bara standa við og versna. Tá tað varð avdúkað, at krígs- fangar vóru illa viðfarnir av amerkikansku hermegini í fongslum, gjørdist stór gøla. Fjølmiðlarnir avdúkaðu, at sera álvarsom brot vóru framd á mannarættindini og móti Genevesáttmálanum um viðferð av krígsfangum. Tá alt hetta kom fram lovaði amerikanska stjórnin, at slíkt skuldi ikki endurtaka seg og at tey seku skuldu verða hart revsað. Men nú er aftur galið. Fjølmiðlarnir hava aftur avdúkað eina so grova gølu, at ein skal heilt aftur til Vietnamkríggið fyri at finna makan. Tey, sum eru komin upp í árini, minnast, hvussu ein fangi varð skotin fyri opnum skermi. Hetta elvdi til stóra gølu og stórar politiskar trupulleikar heima í USA. Nú er so tað sama hent - ein særdur uppreistr- armaður verður tikin fangi. Hann biður staðiliga um náði og verður skotin við køldum blóði, meðan at kalla allur heimurin hyggur at. Hetta er fyri tað fyrsta ein ráð og harð- rend gerð. Fyri tað anmað er hetta drápið klárt brot á allar galdandi reglur um krígsførslu. Tað tykist sum hermenninir hava fríar hendur til at fara við fangunum, sum tað hóvar teimum. Hetta kann ikki halda fram. Vesturheimuirn kann ikki góðtaka ein so inhumanan og brotsligan atburð av amerikansku hermegini. Men hvussu kan man vænta annað, tá hermenninir verða eggjaðir til tað versta av sínum arbeiðsgevara, verjumála- ráðharranum Rumsfeld sjálvum. Tað er sum um, at signalini úr erva frá ovastu leiðsluni í verjumálaráðnum, har heykarnir sita við borðendan og har boðskapurin er hart móti hørðum, eingin nái og eygað fyri eygað líkasum hevur fest seg í hugaheimin hjá teimum einstøku hermonnunum eisini, ella nøkrum teirra. Vit hoyrdu jú, at boðini um eir- indaleysu og beinhørðu forhoyrini í fongslum í Irak komu frá Rumsfeld sjálvum. Hetta er tað, sum er so ræðandi: at sera harðrendi og avgjørdi politikkurin hjá Bushfólkinum í veruleikanum førir til misgerðir sum hesa og sum so aftur hava við sær, hevnd og aftur hevnd. Tað er hjá ovastu leiðsluni í Pentagon, at vit skulu finna teir seku. Ikki á hermótinum. Við fræga vælúrslitinum hjá Bush og hansara útnevning av nýggjum heykum í stjórnini kunnu vit bara vænta uppaftur fleiri av slíkum misgerðum í framtíðini, og tað fer at fella aftur á okkum øll so ella so. USA er skansi fólkaræðisins. USA er í Irak til tess at stovnseta eitt nútímans vestligt fólkaræði, ið byggir á virðing fyri menniskjuni og annars á øll vanlig mannarættindi. Við hesum í huga er torført at síggja, hvussu hetta projekt skal kunna eydnast. Ein kann ikki byggja upp eitt fólkaræði við harðendum og ódemokrat- iskum framferðarhættum. Morðið í moskuni, sum vit øll hava verið vitni til er ikki bert eitt brotsverk. Tað er eisini ein politisk óbótagerð, ið fer at seta politisku tilgongdina fram í móti fólkaræði langt aftur, ja, kanska beinleiðis at forkoma hesi tilgongd. Hetta er sostatt ein sera vandamikil støða. Danmark er við í hersetingini av Irak og er Dan- mark tí samsekt í teimum illgerðum, sum amerikansku hermenninir fremja har. Vit eruí ríkisfelagsskapi við Dan- mark, og tí dettur hetta eisini aftur á okkum. Tískil eigur okkara landsstýri at boða donsku stjórnini frá, at vit føroy- ingar fordøma slík brot á mannarættidnini og Geneve- sáttmálan. DAGSINS MEINING Sosialurin Vandamikil støða VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Vit mugu seta krøv Petur í Gong Formaður í Brúkarasamtakinum Tann mann elskar, tyktar mann. Soleiðis verður mangan tikið til, og liggur tað ein djúpur sannleikið í hesum orðum. Vit seta børn- um okkara krøv, soleiðis at tey búnast, og megna tær avbjóðingar, ið lívið leggur teimum fyri. Hetta roknað vit sum ein nátúrligan part av okkara skyldum, og vit eru fullgreið yvir, at uttan hesa tykt, verður tað ógvu- liga trupult hjá børnunum at virka í samfelagnum, tá tey einaferð skulu standa á egnum beinum. Henda myndin vísur seg eitt sindur ørvísi, tá talan er um krøv brúkarans til tær vørur og tænastur, ið verða bjóðaðar fram á heimliga marknaðinum. Í hesum sambandi eru vit ikki so von við at seta krøv og at vísa okkara ónøgd, um okk- urt ikki var sum vit vænt- aðu ella fingu lovað. Ikki tí at vit eru so líkasæl ella tolin, men heldur tí vit ikki ynskja at traðka fram og verða eyðmerkt sum grenj. Men hvussu munnu hesi væntandi krøv so ávirka tær fyritøkur, sum standa fyri útboðnum? Tað tykist ikki vera so lætt hjá hesum fyritøkum at klára seg í kapping við útlendskar fyritøkur. Hvørki heima ella úti. Eg skal ikki skera alt yvir ein kamb, tí onkur sólskinssøga finnist tó. Men tað er eyðvita, at fleiri fyritøkur í Føroyum kunnu einans klára seg í Føroyum við føroyskum viðskifta- fólkum. Og helst uttan kapping frá nakrari út- lendskari fyritøku. Hetta er ikki nøkur haldgóð loysn, um vit ynskja eina sterka vinnu, sum skal kunna virka á heimspallinum. Seta vit, tað almenna og brúkarin, har aftur ímóti krøv, vil tað styrkja um okk- ara egnu vinnu, soleiðis at hon gert betur før fyri at virka ájavnt útlendskar fyri- tøkur, og á tann hátt í størri mun megnar at vinna sær marknað uttanfyri landodd- arnar. Tað er sostatt ikki bara brúkarin, ið fær ágóða av, at krøv verða sett vinnuni. Í útlondum vísa fleiri kanningar, at tess kræsnari brúkarin á heimamarknað- inum er, saman við krøvum frá almennari síðu til marknaðarføring, keyp og annað, tess betur klára fyri- tøkurnar seg í kappingini á útlendska marknaðinum. Tað er sjálvandi tí at tær tá eru vanar við at arbeiða undir hesum krøvum. Fyri at røkka hesum máli, er neyðugt við einum mið- vísum brúkarapolitikki og einum virknum brúkara- samtaki, ið alla tíðina setur brúkaramál á politisku dags- skránna. Hetta vil, saman við einari skipaðari almenn- ari upplýsing, skapa teir røttu karmarnar fyri okkara vinnu at mennast og búnast í. Tí kunnu vit einans fegnast um, at landsstýrið nú endur- skoðar kappingarlógina, og sum eitt annað týðandi stig, hevur sett sær fyri at arbeiða fram ímóti einari markn- aðarføringarlóg. Tjóðveldisflokkurin Jóannes Dalsgarð, aðalstjórnarformaður Eftir at ivi er sáddur alment um heimildir og tíðarfreist- ir fyri innkalling til eyka- floksting Tjóðveldisfloks- ins, hevur Starvsnevnd Tjóðveldisfloksins havt fund um málið og hevur havt samband við aðal- stjórnarlimir kring landið. Starvsnevndin er samd um, at mannagongdin hev- ur verið røtt. Men til tess at sleppa undan, at nøkur løgfrøðislig togtogan skal taka seg upp, og til tess at rudda allan iva av vegnum um formlig viðurskifti, verður eykaflokstingið, ið varð lýst at vera 20. nov. 2004, avlýst. Ístaðin verður boðað til nýtt eykafloksting sambært teimum freistum og manna- gondum, ið lógir Tjóð- veldisfloksins sambært §7 áseta fyri regluligt floks- ting. Tískil verður hervið boðað frá, at eykafloks- tingið verður: leygardagin 18. desember 2004 í Tórshavn við hesi skrá: 1. Aðalstjórnarformaðurin setur flokstingið 2. Val av tingformanni og skrivara 3. Val av næstformanni Tjóðveldisfloksins 4. Innkomin mál - harundir broytingar í lógum Tjóðveldisfloksins 5. Upplegg og orðaskifti um andstøðupolitikk Tjóðveldisfloksins við atliti at: - fullveldismálinum - búskapar- og vinnu- málum Uppskot og innkomin mál skulu vera aðalstjórnarfor- manninum í hendi í sein- asta lagi leygardagin 4. desember 2004. Tíðindaskriv um eykafloksting Tjóðveldisfloksins VIÐMERKINGAR Tankastroyggj um sosialt lógarsmíð Torfinn Hentze, starvsnevndarlimur í Javna Skal einstaklingurin lagast eftir kørmunum, sum sosi- ala lógarverkið ásetur - ella skal sosiala lógarverkið og harvið karmarnir lagast eftir einstaklinginum? Tað verður ofta sagt, at tá talan er um menniskju, eru øll originalar, har finnast ongi kopiir. Vísdómsorð. Men..... Originalar ella ikki. Í hvussu so er, eru menniskju ymisk - við ymiskum tørv- um. Eisini menniskju, sum bera brek, eru ymisk - við ymiskum tørvum. Eisini menniskju við sama breki eru ymisk - við hvør sínum ymisku tørvum. Hóast menniskju, ið eru darvaði av menningartarni, ofta verða nevnd í einum bólki sum "tey menningartarn- aðu", so eru tey hvør sær ótrúliga ólík - og kunnu hvør sær hava ótrúliga ymiskar tørvir. Tað sosiala lógarverkið - tað vil her siga sosialar lógir, kunngerðir, reglar og mannagongdir - er grundar- lag og karmur um øll tey ymisku tilboðini, sum á ymiskan hátt eru ætlað at nøkta tørvin hjá tí einstaka. Verður hugt eftir enda- málsgreinum í sosiala lógarverkinum, so eru tær so væl orðaðar, at tær nøkta ella umfata ein hvønn sosi- alan tørv, hóast ymiskleika einstaka menniskjans. Øðrvísi er við einstøku greinunum og orðingunum, sum koma aftaná, og sum í staklutum skulu lýsa, hvussu endamálsgreinin skal røkkast, tó at tær helst í flestu førum eru nøktandi fyri flestu einstaklingarnar. Tað skerst tó ikki burtur, at tað alt ov ofta hendir, at einstaklingar eru so nógv "øðrvísi", at teir detta niður ímillum og fáa ikki sín serliga tørv nøktaðan til fulnar, vegna tess, at teir ikki kunna koma inn undir einstøku greinarnar og orð- ingarnar í lógarverkinum, tó at teir heilt greitt eru umfataðir av endamáls- orðingini. Tað verður sagt, at tað er ikki heimild fyri nettupp tí tilboðnum, sum er best fyri hann, ella sum honum tørvar. Í staðin verður roynt við onkrum øðrum tilboði, sum heimild er fyri, og sum hann tí má lagast til, hóast øll vita at hetta ikki er nøktandi. Tað, sum eg royni at lýsa við hesum, er, at tað sosiala lógarverkið, sum nú er galdandi, virkar sum ein karmur, ið ikki hóskar øll- um einstaklingum. Summir einstaklingar hóska ella passa ikki inn í hesar karm- ar vegna sín ymiskleika og fáa tí ikki sín tørv nøktað- an. Verður roynt at tillaga hesar einstaklingar, so teir á onkran hátt fáast at passa inn í karmarnar, kann fylgj- an verða, at tørvurin ístaðin fyri at verða nøktaður, sum jú ætlanin var, beint øvugt bara verður øktur ella versnar. Lógarverkið átti í staðin fyri - ella kanska eisini - at havt møguleika fyri at tikið útgangsstøði í einstakling- inum sjálvum, útgreina hansara tørv/tørvir væl og virðiliga, og við útgreining- ini sum grundarlag mynda teir karmar, honum nýtist fyri at fáa sín serliga tørv nøktaðan. Óivað eru eisini pengar at spara her í longdini. Royndir okkara gjøgnum tíðirnar og kanska serliga hetta seinasta árið hava víst, hvussu týdningarmik- ið tað kann vera, at laga tilboðið eftir persóninum í staðin fyri at laga persónin eftir tilboðnum. Ein nýggj føroysk "For- sorgarlóg" er í gerð. Vón- andi fer hon at kunna forða fyri, at nakar fer at detta niður ímillum í sosialu skipanum okkara framyvir. Lógarheiti Sosiala lógin, sum regul- erar tilboð og veitingar av ymiskum slag, verður í Føroyum í dagligari talu nevnd "Forsorgarlógin" í Danmark "Serviceloven" og í Noregi "Socialtjeneste- loven". Tað føroyska heitið gevur eitt negativt signal. Gevur einum stakkalakenslur. Kenslu av, at her er talan um tænastur, tú náðiliga kann biðja um. Meðan tað norska og tá serliga tað danska heitið gevur eitt positivt signal. Gevur ein- um kenslu av, at her er talan um tænastur, tú hevur krav uppá. Vónandi fær nýggja føroyska "forsorgarlógin" eitt positivari heiti. T.d. "Sosiala Tænastulógin". Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Bý- og bygdaráðsvalið er av á hesum sinni, og borgarstjórar eru valdir í flestu kommununum. Eg vil í tí sambandi ynskja øll- um, sum hava stillað upp fyri Sambandsflokkin, hjartaliga tillukku við valinum. Sambandsflokkurin skal á øllum økjum vera ein álítandi samstarvsflokkur, har eitt orð altíð er eitt orð, og har allar avtalur eru bindandi fyri flokkin. Nú er tíðin komin, hvar ið vit leggja bý- og bygda- ráðsvalið afturum okkum, og taka næsta stigið. Fólka- tingsval verður innan eitt ár, og Sambandsflokkurin fer at stríðast fyri at endur- vinna henda sessin. Eingin ivi er um, at ein fólkatingssessur kann bæði brúkast til at byggja sam- starvið í ríkisfelagsskap- inum upp við, og eisini til at bróta tað niður við. Tí hevur tað alstóran týdning, at tann sum situr í sessin- um, vil virka fyri, at ríkis- felagsskapurin verður varð- veittur og styrktur, heldur enn at brúka hann til at fremja fullveldi gjøgnum bakdyrnar. Eisini hevur tað týdning, at tann sum um- boðar Føroyar á Fólkatingi, hevur tilknýti til flokkar og persónar í Danmark, sum virða Føroyar og føroy- ingar. Sambandsflokkurin hev- ur líka síðani 1906 havt eitt gott samstarv við Vinstra, hvørs núverandi forsætis- málaráðharri, Anders Fogh Rasmussen, hevur víst føroyingum stóra virðing (serliga um samanborið verður við undanmann hansara, Poul Nyrup Ras- mussen — fyri ikki at tala um verandi andstøðuleið- ara, Mogens Lykketoft). Tí fer Sambandsflokkurin millum annað at nýta fólka- tingssessin til at gera sína ávirkan (so langt sum hon røkkur), fyri at tryggja, at sitandi stjórn kann halda fram eftir fólkatingsvalið, til gagns fyri Føroyar og føroyingar. Samstarv er vegurin fram! Lívsins kelduvað Hoyri fótafet, tigandi harðmælt spøk sum heimalomb hørð sum torusláttur sjónlig fótaspor smá og stór fylgi slóðini sálin stendur føst í fótafetinum kendi tíni fótafet løtt, føst, blíð, bleyt, hørð kimilig, melodisk geva ljóð tínar kenslur, tankar hugburður sinnisrørsla sál og lund dúnmjúk-steinhørð sálarheimurin sveimandi gjøgnum likamið darrandi beinagrind hvør nerv, æðr á tremur í stríðum streymum spennandi tankar vítt hugflog fjøltáttað, víttfevnandi hugskot fótafet sýna megi, kraft máttloysi- einsemi málrættar- endaleys medvitandi jarðbundin sveimandi fótafet komandi, farandi slitin, tváað hvørva av tíðarinnar tonn ljóðið hangandi í rúminum eina lítla løtu fjarandi hvørvur innar í upphavið á veingjum innar í fjarleikan setur seg fast í minni ella í gloymskuna kvirran í nærveruni hoyri síggi tínar tankar tíni orð óteljandi sum sandurin við sævarflóð blóðreyð stríðshuga fótaspor slóðin geisar víða kærleiksbirtan ljómar valdsharra fótaspor lívsleiðin fyri hesum hatur og myrkur rættvísisins fótaspor hvørja í grammleikanum blákøld fótaspor sorg, pína, ótti, angist hvørva í fjarleikanum lívsins kærleikans fótaspor ongantíð hvørva ótømandi kelduvað Sólmundur Joensen 2004 Samstarv á fólkatingi C M Y K 11 10