týsdagur 25. september 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. september 2018 · Nr. 111
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Liðskiparin hjá Kroatia er kosin til heimsins besta
fótbóltsspælara í 2018. Tað er fyrstu ferð í tíggju ár, at
Lionel Messi og Cristiano Ronaldo standa eftir við ongum
Tróndur Arge
Stóra gallakvøldið hjá FIFA – altjóða
fótbóltssamgongan – hevur verið í
enska høvðusstaðnum London.
Fyrsti fyrstu ferð í tíggju ár, er
tað hvørki Cristiano Ronaldo ella
Lionel Messi, sum vinna heiðurin
sum árins spælari.
Stóri sigursharrin á degnum
mánakvøldið var 33 ára gamli Luka
Modric úr Kroatia. Í summar leiddi
hann balkiska landið, við sínum
beint yvir fýra milliónum íbúgvum,
til HM-finaluna í Russlandi. Fyri
Real Madrid var hann ein lykla
spælari, tá kongafelagið úr Spania
vann Champions League triðja árið
á rað.
Hvørki Cristiano Ronaldo, sum
var í uppskotið til ársins spælara,
ella Lionel Messi møttu upp til
tiltakið í London.
FIFA Best Award
Tað er eftirhondini eitt sindur ringt,
at skilja í millum allar heiðarnar,
sum verða latnir. Herfyri bleiv
Luka Modric eisini kosin til ársins
spælari hjá UEFA, meðan FIFA og
Ballon d’Or eru farin hvørsín veg,
eftir at “FIFA Ballon d’Or” heiðurin
í árunum 2010 til 2015 var heilt stóri
heiðurin. Tað er franska tíðarritið,
France
Football,
sum
stendur
aftanfyri FIFA Ballon d’Or, sum
hevur verið ein fastur táttur hvørt
ár síðani 1956.
Í hesum tíðum, har alt snýr
seg um pengar og lýsingar, so
tykist FIFA Best Award at verða
størsti heiðurin, sum er at vinna
fyri einstaklingar. Tiltakið dregur
nógvar stjørnur til og eitt nú var
tað kendi sjónleikarin, Idris Elba,
sum var vertur.
Luka Modric ársins spælari
Tað hevur í eina tíð verið kjakast,
um hvør kann taka heiðurin frá
Cristiano Ronaldo og Lionel Messi,
sum hava vunnið heitið fimm ferðir
í part seinastu tíggju árini. Okkurt
árið hava spælarar sum Xavi Her
nandez (FC Barcelona/Spania) og
Wesley Sneijder (Inter Milan/Hol
land) verið mettir sum góð boð,
meðan Franck Ribery og Andrés
Iniesta hava vunnið UEFA Player
og the Year í ávikavist 2013 og 2012.
Nú ár hevur leingi verið lagt
upp til, at hvørki Lionel Messi ella
Cristiano Ronaldo fóru at vinna.
Luka Modric var í uppskoti saman
við Cristiano Ronaldo, sum nú spælir
við Juventus, og Mohamed Salah, ið
spælir við Liverpool og Egyptalandi.
Til atkvøðugreiðsluna verður
lagt upp til, at tú skal hava í huga
yrkisleiðina, felagssigrar og avrikini
í avgerandi dystunum. Tað er helst
her, at Luka Modric vinnur heitið
framum Cristiano Ronaldo, Lionel
Messi og Mohamed Salah, sum allir
hava verið avgerandi framman
fyri málinum í hesum kappingar
árinum. Sympatiski miðvallarin,
sum eisini bleiv kosin til besta spæl
aran í HM-endaspælinum í summ
ar, fekk næstan ein triðing av at
kvøðunum. Cristiano Ronaldo bleiv
nummar tvey, meðan Mohamed
Salah bleiv nummar trý.
Atli Gregersen og Lars
Olsen ósamdir
Tað
eru
landsliðsvenjararnir,
liðskipararnir á landsliðunum
og eitt ítróttartíðindafólk úr
hvørjum limalandi, sum atkvøður.
Tey skulu velja nummar eitt,
tvey og trý. Landsliðsvenjari hjá
Føroyum er Lars Olsen, meðan
Atli Gregersen úr Víkingi er lið
skipari. Teir eru ikki heilt samdir
um,
hvør
skal
verða
ársins
spælari.
Liðskiparin á føroyska lands
liðnum atkvøddi fyri Luka Modric
sum nummar eitt, Cristiano Ronal
do nummar tvey og Lionel Messi
sum nummar trý.
Lars Olsen, landsliðsvenjari, at
kvøddi fyrst fyri Cristiano Ronaldo,
síðani Luka Mordic, meðan triðja
atkvøðan fór til Kylian Mbappé.
Messi
atkvøddi
fyri Ronaldo
Afturgangandi seinnu árini hevur
verið,
at
kappingarneytarnir,
Cristiano Ronaldo og Lionel Messi,
ikki hava atkvøtt fyri hvørjum øðr
um. Nú ár eitt tó eitt undantak, tí
Lionel Messi hevur sett Cristiano
Ronaldo sum nummar trý á sín at
kvøðuseðil.
Lionel Messi atkvøddi fyri Luka
Modric sum nummar eitt, Kylian
Mbappé sum nummar tvey og
Cristiano Ronaldo sum nummar
trý.
Cristiano Ronaldo atkvøddi fyri
Raphael Varane sum nummar eitt,
Luka Modric sum nummar tvey og
Antoine Griezmann sum nummar
trý.
Annars ein onnur áhugaverd
eygleiðing, at Neymar Jr úr PSG og
Brasil ikki fekk eina tí einastu at
FIFA Best Award 2018:
LUKA MODRIC
SKUMPAÐ
MESSI OG
RONALDO AV
TOPPINUM