týsdagur 25. september 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 26. september 2018 · Nr. 111
kvøðu. Hann skifti annars til
Paris Saint-Germain, tí hann
vildi sleppa úr skugganum hjá
Lionel Messi í FC Barcelona.
Kjak um ársins lið
Til seinast í tiltakinum bleiv eisini
ársins lið sett – og tað hevur sett
gongd í eitt kjak.
Í málinum er David De Gea úr
Manchester United, men tað hong
ur ikki heilt saman við, at belgiski
Thibaut Courtois bleiv kosin til
ársins málverja. Faktist var David De
Gea ikki í uppskoti til árins málverja.
Í verjuni eru tað Dani Alves
(PSG/Brasil), Serigo Ramos (Real
Madrid/Spania),
Rafael
Varane
(Real Madrid/Frakland), Marcelo
(Real Madrid/Brasil). Her verður
serliga sett spurnartekin við Dani
Alves, sum hvørki hevur havt eitt
framúr kappingarár, ella er sloppin
undan skaðum. Hann var millum
annað ikki við til HM-endaspælið,
sum annars hevur verið orsøkin til
at fleiri av hinum hava vunnið sær
pláss á liðnum.
Mitt á miðjuni eru tað heims
meistarin úr Cheslea, N’Golo Kanté,
og ársins spælari, Luka Modric.
Frammanfyri teir er Lionel Messi
úr FC Barcelona og Argentina. Hó
ast hann vann La Liga og sponsku
steypakappingini, bleiv toppskjútti
í Evropa og legði upp til flest mál,
hevði flest væl eydnaðar dribbling
ar og skapti flestar møguleikar av
øllum spælarunum í teimum fimm
stóru deildunum, so endaði hann á
fimta plássi.
Á høga vongi er tað franska
stórtalentið,
Kylian
Mbappé,
sum spælir við PSG, meðan Eden
Hazard úr Belgia og Cheslea er á
liðnum. Her undrast tey flestu á,
at Mohamed Salah úr Liverpool og
Egyptalandi ikki er á liðnum. Hann
var í uppskotið til ársins spælara,
men ikki á ársins liði. Hartil endaði
Antoine Griezmann frammanfyri í
ársins spælara samanteljingini.
Í álopinum er tað Cristiano
Ronaldo, sum nú spælir við Juvent
us í italia. Hóast hann átti klárt
tað besta málið, so vann hann ikki
Puskas Award. Tað gjørdi hinvegin
Mohamed Salah. Her vilja fleiri
verða við, at talan var ikki ein gongd
um besta málið hjá Mohamed Salah
í farna kappingarári.
FÓTBÓLTUR
FÓTBÓLTUR
Soleiðis blivu
atkvøðurnar fordeildar:
1. Luka Modric - 29.05%
2. Cristiano Ronaldo - 19.08%
3. Mohamed Salah - 11.23%
4. Kylian Mbappe - 10.52%
5. Lionel Messi - 9.81%
6. Antoine Griezmann - 6.69%
7. Eden Hazard - 5.65%
8. Kevin De Bruyne - 3.54%
9. Raphael Varane - 3.45%
10. Harry Kane - 0.98%
Her eru vinnararnir
frá kvøldinum:
ÁRSINS SPÆLARI HJÁ MONNUM:
Luka Modric
ÁRSINS SPÆLARI HJÁ KVINNUM:
Marta
ÁRSINS VENJARI HJÁ MONNUM:
Didier Deschamps
ÁRSINS VENJARI HJÁ KVINNUM:
Reynald Pedros
ÁRSINS MÁL (PUSKAS AWARD):
Mohamed Salah
FIFA-FAN AWARD:
Fjeppararnir hjá Peru til HM-
endaspælið
FIFA FAIR PLAY AWARD:
Lennart Thy
Føroysku atkvøðurnar
Lars Olsen:
1. Cristiano Ronaldo
2. Luka Modric
3. Kylian Mbappe
Atli Gregersen:
1. Luka Modric
2. Cristiano Ronaldo
3. Luka Modric
Símun Christian Olsen:
1. Luka Modric
2. Lionel Messi
3. Cristiano Ronaldo
DAVID DE GEA
(MANCHESTER
UNITED/SPANIA)
MARCELO
(REAL MADRID/
BRASIL)
RISTIANO RONALDO
(JUVENTUS/
PORTUGAL)
SERGIO RAMOS
(REAL MADRID/
SPANIA)
EDEN HAZARD
(CHELSEA/BELGIA)
LUKA MODRIC (REAL
MADRID/KROATIA)
RAFAEL VARANE
(REAL MADRID/
FRAKLAND)
LIONEL MESSI
(FC BARCELONA/
ARGENTINA)
N’GOLO KANTÉ
(CHELSEA/
FRAKLAND)
DANI ALVES
(PSG/BRASIL)
KYLIAN MBAPPÉ
(PSG/FRAKLAND)
FIFA ársins lið 2018: