Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-25, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN SEPTEMBER 2018 4 k v i n n u b l a ð i ð Siri Jensen Tað er heilsugott fyri sálina uppímillum at goysa tankar og kenslur. Tað er eisini – til tíðir – áhugavert og læruríkt hjá teimum runda­num. Tá vinkur hittast, er tað næstan eitt krav; hvat er til dømis eitt gott bindi­ klubbakkvøld uttan eitt sindur av slatri? Tað kann gott vera, at køkuborðið hevur nógv at týða, men tað er slaturin, ið knýtir okkum saman. Tað hava granskarar langsíðani funnið útav. Vit læra um mørk, grína, sleppa av við forargilsi, vísa samhuga og samkenslur, og fáa innlit í hvussu onnur menniskju eru. Granskarar eru ikki á einum máli, men meginparturin heldur, at slatur er ikki bara slatur; hann kann bólkast í ymisk sløg. Greitt er tó, at tað als ikki er vist, um menniskjan klárar at stýra, úr hvørjum sjónarhorni hon sigur søguna víðari. Lívfrøðin er ein gella! Kanadiski sálarfrøðingurin, Lisa Feldman Barrett hevur granskað, hvat slag af slatri riggar best. Soleiðis fór royndin fram: Fólk (royndarevnini, ein ísenn) skuldu sita frammanfyri telduskermi, ið vísti skiftandi andlitsmyndir. Afturvið myndunum hoyrdu tey upplisnan tekst um andlitini – søguna um tey. Teksturin var býttur í tríggjar bólkar: positivur, neutralur og negativur. Síðani varð kikari, ið vísir tvær andlitsmyndir ísenn, annahvørt reytt og grønt, settur fyri eyguni. Heilin klárar bara at síggja annað andlitið í senn, og tá sæst út frá valinum, hvat andlit hevur vakt størsta áhugan (Binocular Rivalry). Greitt varð, at menniskjan minnist best andlit, sum hava eina negativa søgu afturat sær. Út frá tí staðfesti Barrett, at besti slaturin er av negativa slagnum; meinfýsni er spennandi og tá vit speireka hini, vísa vit samstundis, at okkara sosiali bólkur ikke er á sama (lága) stigi. Perle Møhl, mannfrøðingur og slatur- granskari á KU, hevur kannað bygdaslatur. Niðurstøða hennara er, at slatur krevst at skapa sambond og brøðraløg. Møhl sigur, at ósæddir gerningar missa sosiala virðið, tá ongin leggur teir til merkis. Vit er sædd, tá onkur tosar um okkum, og so vita vit, at vit eiga pláss í felagsskapinum. Á bygd hava øll síni eyðkenni, og um ongin tosar um teg, ber altíð til sjálv/-ur at purra uppundir slaturin, við at gera eitthvørt, sum er typiskt tú. Hetta er tað, Perle Møhl kallar positivur slatur við einum sosialum endamáli. Menniskjan er sosial vera. Vit hava meiningar um mangt og hvat og tað triðja hjá okkara medmenniskjum. Men sum kanningin hjá Barrett ger greitt, so er lættast at leggja til merkis tað, ið vit meta sum skeivt. Legg afturat, at vit sum heild síggja onnur út frá egnum fatanarstøði, mentan og uppaling, og so gerst greitt, at negativur slatur er komin fyri at verða. Tá alt kókar, kann væl henda, at íhugin (empati) fyri honum ella henni, slatrað verður um, verður skúgvaður til síðis. Ein fjøður verður til 5 hønur, og søgan fær mestsum egnar veingir. Veruleikin krevur fleiri sjónarhorn, slaturin sjálvdan. Tað er so deiliga lætt; tær nýtist ikki eingongd at kenna viðkomandi, slatrað verður um! Og kortini fært tú á staðnum, óbeinleiðis, framført, at soleiðis ert tú ikki. Tá vit slatra í smáum bólkum, fáa vit luft, og tað var so tað. Skaðin er ikki so stórur, um slaturevnið ikki verður blakað í ein serligan bólk: “...henni havi eg bara ringt at bera...” ella “...hatta slagið...”. Heftimerki minnast vit, og sjálvt um tað kanska snýr seg um fyrstu og einastu ferð viðkomandi hevur gjørt okkurt býtt, so hongur merkið við. Fordómar eru ikki tespiligir at sleppa av við – hjá báðum partum. Øll gera okkurt býtt og siga okkurt tápuligt. Slatur ØLL MENNISKJU SLATRA; EG, TÚ, HINI, OG SERLIGA HON SJÁLV, TÚ VEITST...HVUSSU ER TAÐ NÚ HON EITUR..? MINNIST IKKI REIÐILIGA, MEN HON ER SERLIGA HERVILIG! KaylaKandzorra on Visualhunt.com