týsdagur 25. september 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN SEPTEMBER 2018
6
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
Tá slaturin gongur fyri seg á netinum, eru fleiri um
boðið at geva sítt íkast. Ein tannlækni úr Amerika fór til
Afrika at skjóta eina leyvu, og tað elvdi til ramaskríggj
á bæði Facebook og Twitter. Leyvan fekk navnið Cecil,
og tannlæknin varð skammaður av milliónum av fólki.
Søga hansara er ikki eindømi. Heilur hópur av firtnum
brúkarum á sosialu miðlunum øsa seg ísenn – og tað
fyribrigdið eitur shaming ella at skamma. Hví øsa vit
okkum, heldur enn at lata fara? Hvat er mið og mál?
Facebook er mest brúkti sosiali miðilin. Á
Facebook hava øll ein vegg – ella livandi
uppslagstalvu – har alt tað, ið vinir og
kenningar og bólkar og síður, tú hevur
givið ein ”tummil upp”, sæst. Tú kanst við
merkja, ”dáma” ella goyma uppsløg.
Nýggjasta nýggja á facebook er ”Market
place” – nethandil, har brúkarar selja og
keypa nýggja og brúkta vøru. Facebook er
fyrst og fremst eitt óhátíðarligt og sosialt
torg
Á Twitter hittast fólk at vera um ”her-og-
nú”-samskifti. Brúkarar deila dagføringar
hjá sær og øðrum. Á Twitter síggja øll tíni
Tweet, eisini tá tú brúkar @ at skriva bein
leiðis til onkran. Vanligt er á Twitter at
brúka # at bólka evnini. Eitt tweet er mesta
lagi 140 tekin til longdar
LinkedIn er smekkfult av CV´um. Arbeiðs
takarar og vinnur í øllum heiminum brúka
LinkedIn sum eitt risa kervissamstarv.
Á Instagram er snúningsdepilin myndir.
Tá myndin er tikin, eru hópin av filtrum at
velja í millum, og flest allar myndir á Insta
gram hava eitthvørt dreymakent yvir sær.
Allir Instagram-brúkarar kunnu døma
tína mynd, og til ber eisini at gera viðmerk
ingar.
Myndirnar á Instagram kunnu eisini
leggjast út á aðrar sosialar miðlar.
Snapchat er sum at senda eitt sms – men
ístaðin fyri bókstavir, senda brúkarar stutt
videobrot til hvønn annan. Til ber at goy
ma brotini, men gerst tú onki, detta tey.
gera skammfuktaðan, gera til skammar,
skemma, vanæra, skamma e-n (út); skamma
teg! fý el. tví vorðið tær…
Public Shaming · Tattoo Shaming · Drunk
Shaming Butt Shaming · Fat Shaming ·
Parking Shaming, eru millum hundratals
bólkarnar á m.a. Facebook, har fólk
hittast at flenna eftir ella øsa seg um med
menniskju.
- og tá Sea Sheperd gjørdi klárt at fara
til Føroyar at steðga grindadrápi, kom upp
Faroese Shaming-bólkur á Facebook.
Ofta eru tað kvinnur, ið standa fyri skoti, tá
tað snýr seg um Body Shaming, Fat Sham
ing, Skinny Shaming og í heila tikið sovor
ið, ið snýr seg um útsjónd.
Serena Williams er eitt dømi.
72 World Tennis Association
heiti, klædnaframleiðsla, arbeiði
fyri Unicef, leiklutir í filmum og
sjónvarpsrøðum og mangt annað
hava minni at siga, tá draktin, hon
vanliga spælir dystir í (Williams
fekk ein blóðtøpp, tá hon átt
fyrsta barn sítt, og draktin hevur
somu ávirkan á kroppin sum
studningssokkar) varð bannað.
Google hevur yvir 80 milliónir
leitingarúrslit um evnið. Á Facebook-
og Twittersíðuni hjá Williams er
væl meiri rís enn rós. Onnur helvtin
hevur eina meining um tennis-siðir,
ítróttarklæðir sum heild, og líknandi.
Hin helvtin (fleiri siga seg slettis
ikki hyggja at tennis), leggja á
útsjóndina hjá Serenu Williams…
Tann, ið er óføra sterkur, má
eisini vera óføra fittur.”
Pippi Langsokkur
“TAÐ ER BARA SO:
BYGDAFÓLK ERU
RASKARI AT ARBEIÐA
ENN HAVNAMENN!”
“ONKI AT IVAST Í, AT
HON HEVÐI VERIÐ
SO YNDIG, UM HON
KLÆNKAÐI EINI 15
KILO...”
“TÚ SKRÍÐIR Í
SKRÆÐUNI! FÆRT TÚ
ONKI AT ETA HEIMA?”
“BINDIKLUBBAR ERU
TANN BERI SLATUR.”
“HATTA SLAGIÐ ER
BARA SO!”
“FÓTBÓLTSSPÆLARAR
HAVA IKKI SO NÓGV
INNANFYRI...Í OVARU
HÆDD.”
“ONGLENDINGAR ERU
SO GALANTIR.”
“ALLIR
GRØNLENDINGAR ERU
VÁTLIGIR.”
“VERMØÐUR ERU IKKI
TESPILIGAR!”
“´ÁLÍTANDI´ OG
´SELJARI´ GANGA IKKI
HOND Í HOND.”
Skamma -aði