Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 SOSIALURIN SEPTEMBER 2018 k v i n n u b l a ð i ð Kvinna er kvinnu verst…? STEREOTYPUR OG FORDÓMAR ”Ein stereotypa er einfalt, alment hug­tak ella einfaldað veruleikafatan. Stereo­typi­ sering er sum eitt filtur, ið verjir okkum ímóti støðuga streyminum av upplýsing, kunn­ing og tíðindum. Í staðin fyri at taka støðu til 100-tals ókend fyribrygdi hvønn einasta dag, flokka vit tey ístaðin, og goyma tey í nøkun­lunda neutralum ”skuffum”. … Fordómar eru neilig sjónarmið á aðra mentan/uppaling; fordómar spretta úr skeivari og óliðiligari generalisering. Oft­ast eru fordómar tvinnaðir saman við sterk­um kenslum. … Sterotypisk tankagongd og fordómar ganga ofta hond í hond. Boð, tú sendir avstað, skulu gjøgnum filtr­ið hjá mótakaranum, og tá kann væl henda seg, at boðini verða lisin øðrvísi enn ætlað.” Det kulturelle møde, Systime, 2011 VIT ROYNA STØÐUGT AT PARA UPPLIVINGAR OG ÁVIRKAN UTTANÍFRÁ VIÐ TAÐ KENDA. LÍVIÐ ER LÆTTARI, TÁ VIT SKIPA ALT Í ”SANNROYNDIR” VIT VITA VÆL, AT VERULEIKIN Á NETINUM ER UPPSTILLAÐUR OG VIÐGJØRDUR. MEN VIT VERÐA AVLÍKAVÆL SNÝTT, TÁ UPPSLAGIÐ VÍSIR ”SHOPPING” OG MYNDIRNAR LÍKJAST ONKRUM ÚR EINUM MÓTABLAÐI – VIT GLOYMA, AT VIÐKOMANDI KANSKA BARA DUGIR VÆL VIÐ MYNDATÓLINUM…OG HEVUR VERIÐ TIL HANDILS! VIT SAMANBERA STØÐUGT OKKARA LÍV VIÐ LÍVIÐ HJÁ TEIMUM RUNDANUM, EISINI Á NETINUM, OG VIT HAVA EINA MEINING UM BÆÐI MYNDIR OG UPPSLØG. VIÐGJØRDAR MYNDIR FÁA T.D. NÓGV FLEIRI ”DÁMA” ENN UPPRUNAMYNDIR Í 2015 vísti kanning frá Syddansk Uni, at ungar gentur, ið brúka sosialu miðlarnar, ofta halda minni um egna útsjónd, enn gentur, ið bert vitja Facebook og Instagram av og á. - 46% vildu ynskt, at teirra egni kroppur var meira líkur kroppunum á Facebook og Instagram. - 35% redigera egnar myndir, áðrenn tað verður lagt á Instagram. - Ungar gentur, ið brúka bæði Facebook og Instagram, hugsa nógv um, hvørt tær eru nóg klænar. Í AppStore er hópin av appum, ið gera tað skjótt og lætt at fríðka um veruleikan. Ein tann mest brúkti er Facetune og á netinum eru alskins filmar, ið læra teg at brúka appina. 1-2-3, og burtur eru posar undir eygunum, rukkur, pirrur, undirhøka, veruleikin! Shaming snýr seg um at vísa, hvat ein sjálv/ur heldur vera skeivt, og um sosialt tamar­hald. Málið er full­komni einstaklingurin. Men leitanin eftir tí fullkomna flytir markið til tað fullkomna. ”Sjálvandi kunnu vit royna at gerast betri, og eydnu­samari menniskju, men tá málið er eitt einstáttað, ófáiligt og eftirgjørt ideal, gerst leitanin sjúklig! Í jakstranini eftir tí fullkomna menniskjanum gloyma vit, at tað serliga, tað løgna og eindømini eru at virðismeta minst líka høgt sum tað fullkomna. Hitt er ein heldur einstáttað og fábroytt tankagongd. Fleiri teirra, ið vit í dag meta sum søguligar fyrimyndir, vóru skeivir eksistensar, ið heilt vist ikki høvdu passað inn í idealið um tað fullkomna.” Birthe Linddal MA í Sociologi og Cand. Scient. Soc - Framtíðargranskari Sambært kanning hjá HK, er onki hald í orðatakinum, tá talan er um slatur á arbeiðsplássinum. Gaman í, kvinnur slatra á arbeiðsplássinum, men onki verri enn menn gera. Munurin er, at kvinnurnar væl vita, at so er, og at menninir aftra seg at kalla tað slatur. Menn koma við ”góðum ráð­um um arbeiðsfelagar”, taka sær tíð til eitt lítið ”túnatos” og ”kanna málið um eitt­hvørt ella einhvønn”. Samanumtikið slatra menn væl meira enn kvinnur. Myndin er øðrvísi, tá vit hava frí. Og tá vit reika á netinum. Evolutiónsgranskarar á lærda háskúlanum i Ottawa eru komnir til ta niðurstøðu, at kvinnur slatra – jarð­ leggja og eyðmýkja – um aðrar kvinnur, fyri sjálvar at taka seg betri út hjá hinum kyni­num. Slutshaming, bodyshaming, mummy­shaming… Tað vísir seg, at samsvar er eisini mill­ um, hvussu nógv kvinnur slatra um kvinn­ ur, og hvussu kappingarsinnaðar tær eru í øðrum høpi. Fakta: KVINNUR SLATRA Á LEIÐ 52 MINUTTIR UM DAGIN MENN SLATRA Á LEIÐ 76 MINUTTIR UM DAGIN Kelda YouGov UK