týsdagur 25. september 2018síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN SEPTEMBER 2018
8
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
Siri Jensen
Í 2013 hevði amerikukvinnan Justine Sacco
170 fylgjarar á Twitter. Mest brúkti hon net-
pallin, soleiðis smáspoyskt, at niðurgera
forrættindini hjá hvítum fólki í vesturheimi
num.
Um jóltíðir var Justine Sacco stødd í
Heathrow Floghavn, ávegis til Suðurafrika
úr New York. Meðan hon bíðar eftir flogfari
num, tweetar hon:
“Ávegis til Afrika. Vónandi fái eg ikki
AIDS. Nei. Tvætl. Eg eri hvít.”
Justine sløkkir telefonina, fer umborð
á flogfarið, og leggur seg at sova tað mesta
av 11 tímar langa túrinum. Tá hon lendir
í Suðurafrika er alt øðrvísi. Ein rúgva av
fremmandum fólkum eru komin at taka
ímóti henni í Johannesburg, og túrurin út til
hýruvognin er ikki tespiligur.
Tað vísir seg, at meðan Justine sat í flog
farinum, hava fleiri 100 túsund lisið hennara
tweet – eini fylgjarin hjá henni sendi boðini
til ein tíðindamann við 15.000 fylgjarum, og so
var eldur í - og nærum øll á Twitter hava lisið
tweetið. Bókstaviliga. Uttan smáspeiskni.
Tey fyrstu endur-tweetini vóru frá heilum
hópum af forargaðum tweetarum og teimum,
ið hart og týðiligt tóku frástøðu frá rasistiska
sjónarmiði Justine. Onkur loyvdi sær at
seta spurnartekin við, um upprunatweetið
kanska skuldi skiljast øðrvísi, men tað elvdi
bara til spott. Sum tímarnir liðu, gjørdust
tweetini harðligari og ógvusligari. Justine
bleiv kallað hora, illgresi, vána menniskja og
tað, ið verri er.
Knappliga er tað onkur, ið heldur, at
arbeiðsplássið, har Justine Sacco starvast
sum marknaðarfólk, burdi tikið frástøðu
frá rasistiska starvsfelaganum – tað einasta
rætta er at geva henni sekkin. Nógv tweet
seinni letur arbeiðsplássið hoyra frá sær; teir
taka støðuna í stórum álvara.
Spenningurin á Twitter økist. Tað er sum
at hyggja at einum filmi: Justine Sacco hevur
kanska mist arbeiðið, og sjálv veit hon onki!
Net-trøllini (ið liva av at bera brenni til
bálið) byrja at blanda seg uppí. Trøllini gera
altíð sítt til at ómenniskjaligagera offrið, og
so gerst tað lættari hjá meðmenninskjunum
at øsa seg uppaftir meira.
“Onkur við HIV burdi neyðtikið hasa tík
ina – so finna vit útav, um húðarliturin ger
nakran mun!”
Justine Sacco fekk boðini um rokið frá
einari vinkonu, tá hon tendraði telefonina,
komin til Suðurafrika, men tá høvdu nevn
ingarnir langt síðani sagt sín úrskurð, og
dómararnir kappaðust um at døma harðast.
Justine Sacco varð koyrd. Sjálvsmyndin
skeklaðist. Hon fekk angist og tunglyndi, og
er framvegis merkt av hendingini.
Justine Sacco er bara ein av mongum í
bókini “So you´ve been Publicly shamed”
(Jon Ronson, 2015). Í bókini prátar Ronson við
“skuldsett” um, hvussu tað kennist, tá fólka
mongdin skammar ein.
Enn er ikki serliga nógv skrivað um evnið
at skamma í almenna rúminum; fyribrigdið
er so mikið nýtt, gransking manglar, og tey,
ið hava upplivað fólksins dómstól á netinum,
hava lært at tiga.
Men tey, Jon Ronson hevur tosað við, siga
øll somu søgu: Tey missa fótafestið. Áðrenn
tey vóru alment skammað, hildu tey seg
vera nøkunlunda hampafólk – sum flest.
Samleikin var eitt arbeiði, familja, eitt sindur
av sjálvbodnum arbeiði, tey goldu sínar rokn
ingar og høvdu moral. Men samleikin var tor
førur at halda fast í, tá so nógv menniskju
uttanífrá bert høvdu ilt at bera teimum. Tað
elvdi hjá fleiri teirra til, at tey ikki tordu út
fyri dyr í longri tíð, og at psykan ridlaði.
Facebook hevur tikið í egnan barm á fleiri
økjum (fjøldin kravdi tað, tá tað kom fram
í ljósið, at upplýsingar um brúkarar vórðu
brúktir at ávirka amerikanska valið). Mill
um annað hevur Facebook fyri fyrstu ferð
loyvt yrkislærdum fólki uttanífrá at siga
sína meining á Newsroom (ið annars mest
av øllum hevur snúð seg um herðaklapp
til Facebook – frá starvandi á Facebook) og
at samstarva um stóru evnini: Oyðileggja
sosialu miðlarnir demokratiið? Elva ekko
kømur til polarisering? Øll eru á einum máli
um, at algoritman má broytast, so brúkarar
renna seg í minst líka nógvar søgur, tey ikki
taka undir við, sum umvent, á sosialu miðlun
um, um vit áhaldandi skulu vera kræsin og
ikki slúka alt rátt. Tosað verður eisini um, at
leggja størri dent á at greiða brúkarum frá,
at makt og ábyrgd fylgjast – eisini á netinum.
EITT HITT MEST VIRKNAÐ
Á NETINUM ER, TÁ FJØLDIN
STENDUR SAMAN. TAÐ ER
IKKI HISSINI DÓMARAR,
IÐ DAGLIGA SITA VIÐ
KNAPPABORÐ KRING ALLAN
HEIM OG OYSA GOR OG GALL Á
ALT OG ØLL UMVEGIS SOSIALU
MIÐLARNAR. FYRIBRYGDIÐ
ER IKKI NÝTT, MEN ONGANTÍÐ
HEVUR FJØLDIN VERIÐ SO
STÓR SUM NÚ, ØLL HAVA
MØGULEIKA AT VERÐA HOYRD
Tá fólksins
dómstólur talar