týsdagur 25. september 2018síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN SEPTEMBER 2018
22
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
Vit ynskja allar, at okkara børn skulu hava
tann ultimativa matpakkan, eta nógv, fjøl
broytt og sunt og ikki ganga svong í skúla
num ella barnagarðinum, ímeðan mamma
og babba eru til arbeiðis. Men aftaná teir
fyrstu hundratals matpakkarnar, har bert
helvtin av matinum er farin niðurum, tímir
man simpulthen ikki at blíva við at vísa síni
kreativu matpakkakynstur. Tí endar tað ofta
við, at man smekkar ein klapp-sammen við
tí vanliga, agurk og tomat i ein matpakka og
frukt til fríkvarterið. Vit hava allar nokk at
hugsa um, tá vit drøna avstað um morgnar
nar, so hvussu sleppa vit undan at matpakkin
verður eitt issue?
VIT HAVA SAVNA NØKUR EINFØLD
OG GÓÐ RÁÐ TIL MATPAKKAN
1) Tosað við barnið, um hvat tey vilja hava við,
fyri at sleppa undan matoyðsli, gev teimum
møguleikan at velja frukt, grønt og vanligt
pálegg, so tey fáa eitt sindur av hvørjum.
2) Restir eru GENIALAR at brúka til mat
pakkan, nemt og skjótt, tað kann eitt nú
verða høsnarungi, frikadellur, lasagna, ella
tað, sum tit nú hava eftir frá døgurðanum,
við tilhoyri so sum grønmeti, saman við
einari dressing, sum tú veitst, at barninum
dámar.
3) Gev børninum ein matpakka við nógvum
rúmum, t.d grønmeti i eitt rúm, ber ella
mandlur, møguliga ein ostehaps, í eitt rúm
og breyð o.a er í tí stóra rúminum.
4) Um børnini megna tað sjálvi, lat børnini
gera sín egna matpakka.
Niðanfyri síggjast myndir, har maturin
er settur saman, nemt, skjótt og sær
leskiligt út.
Á donsku heimasíðuni, altomkost.dk er
tað møguligt at taka ein faldara niður "Giv
Madpakken en hånd." Her fært tú fleiri
góð ráð til matpakkan.
Matpakkar, Easy-peasy - ikki so?