Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-25, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2018síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN SEPTEMBER 2018 28 k v i n n u b l a ð i ð TILFAR Frikadellur úr neytakjøti til uml. 4 pers. 500g hakka neytakjøt 2 smáir leykir 2 fet av hvítleyki 1 egg 1,5 dl mjólk 75g hveitimjøl (Havragrýn kann eisini nýtast) 1,5 tsk. salt Eitt buntið av hakkaðari persillu (ikki neyðugt) Smør til at steikja við MANNAGONGD 1. Hakka leykin og hvítleykin fínt 2. Blanda tilfarið saman, soleiðis at tað verður til frikkadellufars 3. Forma farsið við einari spísiskeið í lógvanum 4. Síðani skulu tær steikjast á einari pannu við smøri við miðal hita, til tær eru gjøgnumsteiktar. HUGSKOT TIL TILHOYR Tað riggar væl at hava ovnsteikt epli, rótfruktir afturvið og tzatziki ella lættan dressing. Norðurlendskar, grikskar ella italskar frikadellur Durita Adela Joensen Hendan uppskriftin er so sera einføld og tú kann krydda hana júst sum tær listir. Mær dámar væl at gera eina lekkra tomatsós aftur við frikadellunum, sum eg havi kryddað við oregano og basilikum. Tað besta er, at sósin kann frystast niður og verður tikin upp tá børnini ynskja Spaghetti og kjøtsós til døgurða, so sera lætt og einfalt, tá tað skal ganga skjótt fyri seg. Um summarið verður hendan sama uppskriftin nýtt, har eg millum annað koyri fetaost og reyðleyk ístaðin fyri vanligan leyk og eitt lekkurt summarsligt edamamubønusalat. Sí basis frikadelluuppskiftina niðanfyri. Tomatsós TILFAR 3-4 blikk av hakkaðum tomatum 1 fínt hakkaðan leyk 2 oksa terningar (morlast niður í grýtuna) 3 spísiskeiðir av Basilikum (ofta meira) 1-2 fet av fínt hakkaðum hvítleyki MANNAGONGD Koyr alt í eina grýtu og rør væl, lat kóka í einar 15 mín.