hósdagur 27. september 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMEBER 2018
SOSIALURIN 112
18
EIRIKUR LINDENSKOV
A
fturlítandi
kvøld
við
einum
væl
spælandi rockbólki úr
sjeytiárunum.
Soleiðis kann í stuttum takast
saman um konsertina við Uriah
Heep, sum var í Høllini á Hálsi í
Havn leygarkvøldið.
Uriah Heep má teljast millum
yndirockbólkarnar hjá føroy
ingum, og undirtøkan fyri kon
sertini var eisini sera góð. Upp
runaliga skuldi konsertin vera
í Dansifrøi í Havn, men har var
skjótt greitt, at øll fólk fóru ikki
at rúmast har. Tí varð konsertin
flutt í Høllina á Hálsi, sum tekur
størri fjøld, og eini 1400 fólk
mundu vera á konsertini.
Uriah Heep spældi sínar fyrstu
tónar í 1969, og næsta ár fara teir
tí at hátíðarhalda 50 ára jubileum
– ein hálv øld sum ferðandi rock
bólkur. Tónleikararnir í Uriah
Heep eru eldri menn, men teir eru
í sera góðum formi, og bólkurin
spældi sum ein væl smurd rock
maskina. Uriah Heep er kendur
fyri at vera góður live-bólkur, og
teir spæla framvegis omanfyri
hundrað konsert um árið, og tað
hoyrist. Onkur kundi óttast fyri,
at auto-piloturin varð settur til,
men soleiðis upplivdist bólkurin
als ikki. Teir spældu við stórari
orku og høvdu gott samband við
áhoyrararnar.
Duga og orka
Uriah Heep vann fram á altjóða
rockpallinum í sjeyti árunum, og
tað var serliga við sangum sum
Easy Livin’, Lady In Black, Stealin’,
The Wizard og Gypsy. Bólkurin
var við at mynda klassiska brets
ka rocktónleikin, sum var so væl
umtóktur gjøgnum 70’ini.
Ein av uppruna tónleikarunum
er eftir í Uriah Heep. Tað er Mick
Box, sum spælir gittar og hevur
verið við at skrivað nógvar av
sangunum hjá bólkinum. Allir
hinir tónleikararnir eru komnir
við í bólkin seinni, men fleiri
teirra hava spælt í Uriah Heep í
langa tíð. Tríggir av teimum fimm
tónleikarunum, sum spældu í Før
oyum um vikuskiftið, vóru eisini
við í Uriah Heep, tá ið bólkurin
vitjaði í Føroyum í 1988 og 1990.
Uriah Heep spældi sín kjarnu
tónleik á Hálsi leygarkvøldið.
Teir spældu sangir, sum teir
eru heimskendir við, og teir
spældu sangirnar í eyðkenda
Heep-ljóðinum. Tað var ein
hugalig afturlítandi rockløta,
og sannførandi framførslan hjá
Uriah Heep var við at seta tvær
strikur undir, at her er veruliga
talan um ein av klassisku dygdar
rockbólkunum úr Bretlandi – og
teir bæði duga og orka enn.
GAMLIR GARPAR
SPRELLAÐU
Á HÁLSI
Rockbólkurin Uriah Heep var
í góðum formi, tá ið teir farna
vikuskiftið høvdu konsert
í Føroyum. Bólkurin, sum
nærkast 50 ára jubileum og er
akutellur við nýggjari útgávu,
spældi bert gamlar sangir,
men gjørdi tað sannførandi