hósdagur 27. september 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 112
17
Hetta sigur
lógin um
Public Service
§ 10. Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar,
ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp
Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar-
og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað
tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og
siðalæru føroyinga.
Stk. 2. Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava gott
føroyskt mál í sínum sendingum. Kringvarp Føroya hevur skyldu
at tryggja starvsfókunum holla málsliga ráðgeving.
Stk. 3. Kringvarp Føroya skal ansa eftir, at sendingar ikki
kunnu skaða likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina
hjá børnum og ungum undir lógaldri, eitt nú við ónærisligum
ella ógrundaðum harðligum innihaldi.
Stk. 4. Sendingarnar skulu ikki á nakran hátt elva til
mannminkan, harðskap ella hatur orsakað av húðaliti, kyni,
átrúnaði ella tjóðskapi.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at í
sendivirkseminum skal serligt fyrilit vísast børnum og ungum.
Stk. 6. Virksemið hjá Kringvarpi Føroya kann eisini fevna um at
endurvarpa útlendskar public-service sjónvarpsrásir.
§ 11. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera public-
service sáttmála við Kringvarp Føroya.
Stk. 2. Áðrenn public-service sáttmáli verður undirskrivaður,
skal landsstýrismaðurin tryggja sær, at Løgtingið hevur havt
høvi at umrøða ætlaða innihaldið í sáttmálanum.
§ 12. Umframt egnar sendingar kann Kringvarp Føroya eisini
kringvarpa sendingar, ið onnur framleiða. Slíkar sendingar koma
undir somu treytir, sum nevndar eru í § 10.
Hesi hava
stjórnað
almennu
miðlarnar
Útvarp Føroya:
Aksel Tórgarð: 1957 - 60
Niels Juul Arge: 1960 - 90
Jógvan Jespersen: 1990 - 2005
Sjónvarp Føroya:
Jógvan Asbjørn Skaale: 1984 - 1993
Árni Gregersen: 1993 - 1995
Tróndur Djurhuus: 1995 - 2000
Mikkjal Helmsdal: 2001 - 2004
Kringvarp Føroya:
Jógvan Jespersen: 2005 - 2008
Annika Mittún Jacobsen: 2008 - 2012
Dia Midjord: 2012 - 2017
Johnny í Grótinum: 2017 - 2018
ndaleiðaran
24. november 2017 –
Vikuskiftis Sosialurin ger
stórt tema um støðuna við
útgangsstøði í skjølum,
sum kringvarpsstýrið hevur
fingið um støðuna.
30. november 2017 – Liljan
Weihe fær ætlanarskriv um
uppsøgn frá Johnny í Grótinum.
21. desember 2017
– Liljan Weihe verður
endaliga søgd úr starvi.
3. januar 2018 – Liljan
Weihe kærir uppsøgnina
til Mentamálaráðið.
10. januar 2018 – Jan Lamhauge, Rólant Waag
Dam og Rógvi Olavson kæra kringvarpsstýrið til
Mentamálaráðið og fáa stutt eftir kunning um, at
ráðið ikki fer at viðgera kæruna, men tekur møguliga
kæruna við í viðgerðina av kæruni hjá Liljuni Weihe.
20. apríl 2018 – Liljan
Weihe fær viðhald frá
Mentamálaráðnum. Uppsøgn
hennara verður ógildað, tí
hóast brot verða staðfest,
verður uppsøgn ikki mett
at vera í samsvar við
proportionalitetsprinsippið.
24. mai 2018 – Liljan Weihe
fær endalig boð frá Johnny
í Grótinum um, at tað varð
gjørt av at flyta Liljuna Weihe
í annað starv í Kringvarpinum
– eitt akademiskt starv.
24. mai 2018 – Sigmund
Poulsen, sakførari, kærir vegna
Liljan Weihe til Mentamálaráðið
um avgerðina hjá Johnny í
Grótinum um at flyta Liljan
Weihe til annað akademiskt
starv. Sakførarin metir, at hetta
skal tulkast sum ein uppsøgn.
14. juni 2018 – Johnny í
Grótinum fer úr starvinum sum
kringvarpsstjóri. Kári Sólstein
verður settur sum fyribilsstjóri.
u setast