Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 112 16 Kringvarpið Starvið sum kringvarpsstjóri og starvið sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum eru tvey av mest máttmiklu størvunum í føroyska fjølmiðlaheiminum. Hetta eru teir báðir leiðararnir, sum í stóran mun avgera tilfarið, ið verður sent í almenna sjónvarpinum og útvarpinum HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO A t Kringvarpið í hesum døgum má søkja eftir nýggjum stjóra og tíðindaleiðara kann sigast at vera beinleiðis avleiðingin av einum stríði millum tveir av leiðandi persónunum í stovninum. Eitt stríð, ið enn ikki er heilt liðugt. Talan er um stríðið millum Johnny í Grótinum, fyrrverandi kring­varpsstjóra, og Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðara. Stýrið fyri Kringvarpið og Johnny í Grót­ inum blivu í 15. juni í ár samd um at enda samstarvið, aftaná at hann hevði skrivað dulnevndar greinar á Vágaportalinum, meðan Liljan Weihe bleiv koyrd úr starvið í end­ anum av november í fjør. Tað málið er tó enn ikki liðugt viðgjørt, men tað er lítið, sum bendir á, at Liljan Weihe sleppur aftur í starvið sum tíð­indaleiðari. Valdmikið starv Starvið sum kringvarpsstjóri og starvið sum tíðindaleiðari í Kring­ varpinum eru tvey av mest mátt­ miklu størvunum í føroyska fjøl­ miðla­heiminum. Hetta eru teir báðir leiðararnir, sum í stóran mun avgera tilfarið, ið verður sent í al­ menna sjónvarpinum og útvarp­ in­um. Stjórin í Kringvarpinum hevur 95 starvsfólk undir sær og hevur dagliga ábyrgdina av tí innihaldið, ið verður sent í Kringvarpinum. Í §6 í løgtingslóg um kringvarp verð­ ur arbeiðsøkið hjá stjóranum lýst fylgjandi: Stjórin hevur dagligu pro­gramm­ ábyrgdina og røkir fyrisit­ing­ arligu- og búskaparligu leiðsl­una av Kringvarpi Føroya. Stk. 2. Stjórin ger uppskot til stovnsbygnað, sum stýrið staðfestir, tó so at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær tíðindaredaksjónir. Stk. 3. Stjórin eigur at taka atlit til journalistiskan førleika, tá ið størv verða sett á tíðindaredaksjónunum. Meðan starvið sum tíðindaleiðari ikki er nevnt beinleiðis í lógini fyri kringvarp, so er lítil ivi um, at talan er um eitt næstan líka valdmikið starv, tí tað er tíðindaleiðarin, ið setur dagsskránna fyri teir tjúgu journa­listarnar, ið starvast í Dag&Viku og tíðindasendingunum hjá útvarpinum. Málið um tíðin Tað var síðst í november í fjør, at Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum, fekk ætlanarskriv um uppsøgn frá Johnny í Grótinum, fyrrverandi stjóra í Kringvarpinum. Stutt eftir, at Johnny í Grótinum tók við stjórasessinum í Sortudíki 1. september í fjør, byrjaðu ósemjur at stinga seg upp millum fyrrverandi stjóran og fyrrverandi tíðindaleiðaran. Málið hevur útviklað seg nógv, og her sæst ein stutt tíðarlinja, sum vísir, hvat er hent í málinum 1. september 2017 – Johnny í Grótinum verður settur sum stjóri í KVF 2. oktober 2017 – Liljan Weihe, táverandi tíðindaleiðari, verður sjúkrameldað í tríggjar vikur orsaka av tí, ið hon sjálv hevur kallað ”einari kenslu av ovurhondsstórum eftirliti og misáliti frá stjóranum”. Teir fyrstu mánaðirnar hjá nýggja stjóranum í sessinum tók stríð seg upp innanhýsis – serstakliga um sokallaða Skattamálið. 23. oktober 2017 – Liljan Weihe, tíðindaleiðari, kunnar stýrisformannin Rúna Heinesen um støðuna í Kringvarpinum. 14. august 2018 – Mentamálaráðið gevur Liljan Weihe viðhald í seinnu kæruni, og sendir málið aftur til Kringvarpið. 29. august 2018 – Liljan Weihe fær enn einaferð uppsagnarskriv frá Kringvarpinum, men fær samstundis fyri aðru ferð bjóða eitt nýtt akademiskt starv í Kringvarpinum, tó hesa ferð við lønarmissi. Um hon ikki tekur við tilboðnum, verður hon loyst úr starvi í Kringvarpinum. Liljan Weihe fær fjúrtan dagar at svara nýggja ætlanarskrivinum. 14. september 2018 – Freistin at svara, um hon tekur av nýggja tilboðnum verður longd til 21. september. 21. september 2018 – Freistin hjá Liljuni Weihe at svara verður enn einaferð longd, tí mett verður, at hon ikki hevur fingið nøktandi innlit í hvat nýggja starvið inniber. Ógreitt er nær nýggja freistin at svara er. 26. september 2018 – Liljan Weihe hevur sent Kringvarpinum hoyringssvar til seinasta uppsagnarskrivið. Nú verður bíðað eftir eini endaligari avgerð frá Kringvarpinum. Kári Sólstein, stjóri í Kringvarpinum, hevur onga viðmerking, um nær endalig avgerð verður tikin. Valdmikil størv skulu