hósdagur 27. september 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 112
15
Stýrið er ovasta leiðslan á
stovninum og hevur yvirskipaðu
ábyrgdina av, at ásetingarnar í
lógini og øðrum fyriskipanum
um virksemi stovnsins verða
fylgdar. Eftir tilmæli stjórans
staðfestir stýrið virksemi
stovnsins sum heild og
yvirskipaðu meginreglurnar
fyri programmpolitikkin
í fíggjarárinum, stendur
millum annað í §5 í
løgtingslógini um kringvarp
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
M
eðan tað vanliga er
kringvarpsstjórin, ið
stendur fyri skotum,
tá ið borgarar hava
eitt ella annað at finnast at við
víkjandi tí, ið verður borðreitt við
í Kringvarpi Føroya, so er tað eitt
stýrið omanfyri stjóran, ið hevur
ovastu leiðslu á stovninum.
Tað er kringvarpsstýrið, ið hev
ur ovastu ábyrgd fyri, at stovn
urin røkir tær skyldur, ið eru
ásettar í kringvarpslógini og øðr
um fyriskipanum um virksemi á
stovninum.
- Stýrið er ovasta leiðslan á
stovninum og hevur yvirskipaðu
ábyrgdina av, at ásetingarnar í
lógini og øðrum fyriskipanum um
virksemi stovnsins verða fylgdar.
Eftir tilmæli stjórans staðfestir
stýrið virksemi stovnsins sum heild
og yvirskipaðu meginreglurnar
fyri programmpolitikkin í fíggj
arárinum, eins og stýrið skal góð
kenna og hava eftirlit við stovnsins
rakstrarætlan og roknskapi, er
ásett í §5 í løgtingslógini um kring
varp.
Harumframt hevur stýrið
ábyrgdina fyri at gera eina starvs
skipan fyri virksemið hjá Kring
varpinum, ið landsstýrismaðurin
góðkennir, og at seta og loysa úr
starvi kringvarpsstjóran.
Politiskt sett stýri
Tað er løgtingslógin um kringvarp,
ið staðfestir hvussu bygnaðurin
av Kringvarp Føroya er. Tað er
§4 í løgtingslógini um kringvarp,
ið staðfestir hvussu nevndin er
mannað.
- Kringvarp Føroya verður
stjórnað av stýri við sjey limum.
Landsstýrismaðurin tilnevnir sjey
stýrislimir og sjey varalimir fyri 4
ár í senn.
Hóast lógin um kringvarp stað
festir, at stjórnin er mannað við
sjey limum, so eru tað sambært
heimasíðuni hjá Kringvarpinum
einans seks limur í dagsins stjórn.
Orsøkin er at Hjalmar Hansen, ið
var limur í stýrinum, fekk starv í
Mentamálaráðnum og kundi so
statt ikki vera limur í kringvarps
stýrinum.
Tey sum nú mannað stýrið eru
Rúni Heinesen, formaður, Katrin
Petersen, næstforkvinna, Gunvá
við Keldu, Petur Elias Petersen,
Theodor E.D. Olsen og Carsten M.
Arnskov.
Hóast tað er landsstýrismaðurin,
ið endaliga tilnevnir nevndina, so
hevur viðkomandi ikki fríar teymar
til at seta eina nevnd saman eftir
egnum høvdi, men staðfestir lógin
hvussu samansetingin skal vera.
Átta av teimum fjúrtan persón
unum verða settir eftir tilmæli av
politisku flokkunum, ið hava um
boð í løgtinginum. Av teimum átta
persónunum skal landsstýrismað
urin tilnevna fýra stýrislimir og
fýra varalimir.
Harumframt eru ein limur og ein
varalimur í kringvarpsstýrinum
tilnevnd eftir tilmæli frá starvs
fólkum, ið eru í føstum starvi í
Kringvarpinum.
Landsstýrismaðurin fær síð
an fríar teymar til at velja teir
báðar síðstu stýrislimirnar og
varalimirnar í stýrinum. Harum
framt áliggur tað eisini landsstýris
manninum at tilnevna formannin
og næstformannin í stýrinum.
Skal veljast av nýggjum
Núverandi kringvarpsstýri varð
tilnevnt av Bjørn Kalsø, táverandi
mentamálaráðharra, 1. januar
2015. Av tí, at stýrið verður valt
fyri fýra ár í senn, merkir tað, at
landsstýriskvinnan í heyst fer
undir tilgongdina at fáa tilmælir
til vega frá politisku flokkunum, so
at eitt nýtt stýri kann tilnevnast, ið
tekur við 1. januar 2019.
Men tá nýggja stýrið skal setast
saman, so eru tað eisini nakrir
førleikar, ið Rigmor Dam, lands
stýriskvinna í mentamálum, má
taka atlit til. §4 stk. 4 ásetur fylgj
andi:
- Teir stýrislimir, ið verða til
nevndir sbrt. stk. 2, skulu samlað
umboða førleikar, ið fevna um
dyggan kunnleika til og innlit í
føroysk samfelagsviðurskifti og
mentan, fjølmiðlar og fíggjar- og
roknskaparviðurskifti.
Harumframt eru eisini tær av
markingar, at stýrislimir kunna
ikki vera løgtingslimir og fólka
tingslimir og kunnu heldur ikki
vera í starvi, nevndarlimur ella í
leiðsluni hjá øðrum føroyskum
fjølmiðli.
- Kringvarp
Føroya verður
stjórnað av stýri
við sjey limum.
Landsstýris
maðurin
tilnevnir sjey
stýrislimir og
sjey varalimir
fyri 4 ár í senn
Stýrið hevur evstu ábyrgd
- Teir stýrislimir,
ið verða til
nevndir sbrt.
stk. 2, skulu
samlað umboða
førleikar,
ið fevna um
dyggan kunn
leika til og innlit
í føroysk sam
felagsviðurskifti
og mentan, fjøl
miðlar og fíggj
ar- og roknskap
arviðurskifti