hósdagur 27. september 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 112
14
Næstu tíðina skal Kringvarpið
nevniliga hava nýtt stýri, nýggjan
stjóra, nýggjan tíðindaleiðara
og nýggjan mentanarleiðara.
Tað er landsstýriskvinnan í
mentamálum, ið skal tilnevna
nýtt stýri, stýrið, ið setur
nýggjan stjóra, og nýggi stjórin,
ið setir nýggjan tíðindaleiðara
og mentanarleiðara
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
B
roytingar verða nærum
gerandiskostur
hjá
starvsfólkunum í Kring
varpinum næsta hálva
árið, nú fleiri av leiðandi fólkunum
í stovninum eru uppsøgd ella farin
í annað starv seinastu mánaðirnar.
Næstu tíðina skal Kringvarpið
nevniliga hava nýtt stýri, nýggjan
stjóra, nýggjan tíðindaleiðara og
nýggjan mentanarleiðara. Tað er
landsstýriskvinnan í mentamálum,
ið skal tilnevna nýtt stýri, stýrið,
ið setur nýggjan stjóra, og nýggi
stjórin, ið setir nýggjan tíðinda
leiðara og mentanarleiðara.
Tað merkir, at umframt stýrið, so
verða trý av teimum seks leiðandi
størvunum í Kringvarpinum sett
næstu mánaðirnar.
Nýggj oddafólk
Í løtuni røkir Kári Sólstein starvið
sum kringvarpsstjóri, men innan
nakrar fáar vikur kunna starvs
fólkini vænta at fáa ein nýggjan
stjóra. Tað upplýsti Rúni Heinesen,
formaður í stýrinum fyri Kring
varpið, í samband við at freistin at
søkja nýggja starvið var úti fríggja
dagin í farnu viku.
Tað tykist eisini, at stóri áhugi er
fyri at standa á odda fyri føroyska
Public Service stovninum, tí við
Kringvarpið upplýsti Rúni Heine
sen, at tjúgu umsóknir vóru til
starvið. Fýra kvinnur og sekstan
menn høvdu bjóðað seg fram at
leiða stovnin.
Starvið sum stjóri í Kringvarp
inum er leyst, aftaná at Johnny í
Grótinum 15. juni í ár fór frá sum
stjóri. Tað gjørdi hann aftaná, at
hann og stýrið vóru blivin samd
um, at tað var best at enda sam
starvið í kjalarvørrinum av, at nógv
stríð hevði verið um hansara per
són. Johnny í Grótinum var stjóri
í Kringvarpinum frá 1. september
2017 til 15. juni 2018.
Umframt nýggjan stjóra, so skal
Kringvarpið eisini hava eitt nýtt
stýri í næstum. Sambært lógini um
kringvarp skal landsstýrismaðurin
í mentamálum velja nýtt kring
varpsstýri fjórða hvørt ár. Sitandi
stýri bleiv tilnevnt av Bjørn Kalsø,
táverandi landsstýrismanni, 1.
januar 2015, og skal nýtt sostatt
taka við 1. januar 2019.
Sostatt er líkt til, at tá hol verður
sett á nýggja árið, so eru øll odda
fólkini, bæði stjórin og stjórn, ið
hava myndað stovnin seinnu árini,
skift út við nýggj fólk.
Nýggir deildarleiðarar
Umframt oddafólkini, so eru
eisini munandi broytingar fyri
frammanfyri á næstovasta stigi í
leiðsluskipanini. Av teimum fýra
deildarleiðarunum í stovninum,
eru tað tvær deildir, ið eru uttan
fastar leiðarar í løtuni.
Bygnaðurin í Kringvarpinum
er sum nú er skipað í fýra deild
ir. Fyrisiting, Tøkni, Mentan og
Aktuelt. Harumframt er verkætl
anin Savnsgull. Jákupa Mikkelsen
er deildarleiðari fyri Fyrisiting,
Hjallgrím P. Hentze er deildarleið
ari fyri Tøkni og Mass Hoydal er
leiðari fyri Savnsgull.
Neyðugt er tó at søkja nýggja
leiðarar til hini bæði størvini,
Aktuelt og Mentan. Starvið sum
deildarleiðari fyri Mentan verð
ur leyst 1. november, tá Barbara
Samuelsen, núverandi deildar
leiðari, fer í farloyvi fyri at taka
við starvinum sum stjóri í Visit
Tórshavn 1. november.
Fýra ætlanarskriv
Av teimum báðum deildarleiðara
størvunum er tað serliga starvið
sum leiðari fyri Aktuelt-deildina,
ið er tíðindaleiðara starvið í Kring
varpinum, ið hevur fingið nógva
umrøðu síðsta árið.
Talan er um gamla starvið hjá
Liljuni Weihe. Tað var síðst í nov
ember í fjør, at Johnny í Grót
inum, táverandi kringvarpsstjóri,
segði tíðindaleiðaran úr starvi.
Í ætlanarskrivinum til uppsøgn
varð tá staðfest, at orsøkin var, at
stjórin ikki kundi góðtaka illoyala
atburðin hjá tíðindaleiðaranum
móti stjóranum og stovninum.
Liljan Weihe kærdi avgerðina
hjá stjóranum og skjótt eitt ár
eftir uppsøgnina er málið enn ikki
liðugt avgreitt. 30. august fekk Lilj
an Weihe fjórða ætlanarskrivið,
har henni varð bjóðað eitt nýtt
akademiskt starv í stovninum.
Fyrrverandi tíðindaleiðarin hevur
sent sínar viðmerkingar til ætlan
arskrivið og nú verður bíðað eftir
endaligu avgerðini hjá stovninum.
Sostatt er enn óvist hvør síðsti
leikur verður, men tað tykist vera
rímiliga greitt, at Kringvarpið skal
hava ein nýggjan tíðindaleiðara.
Heini Gaard hevur verið virkandi
tíðindaleiðari síðan Liljan Weihe
fekk fyrsta ætlanarskrivið.
Kringvarpið
- Tað tykist
eisini, at stóri
áhugi er fyri at
standa á odda
fyri føroyska
Public Service
stovninum, tí
við Kringvarpið
upplýsti Rúni
Heinesen, at
tjúgu umsóknir
vóru til starvið.
Fýra kvinnur og
sekstan menn
høvdu bjóðað
seg fram at
leiða stovnin
REMBINGARTÍÐIR
Í SORTUDÍKI