hósdagur 27. september 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 112
13
STARVSKARMAR OG -INNIHALD
Klaksvíkar býráð er virkið í arbeiðinum at menna
kommununa. Hetta setur stjóranum serlig krøv.
Hann skal, saman við hinum stjórn arlimunum
og starvsfólkum á vinnu- og mentanardeildini,
stuðla býráðnum í at seta dagsskránna og
megna at halda visjónir og møguleikar í
miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnu-
og mentanarlívið í kommununi.
Vinnu- og mentanarstjórin mannar
stjórnarbólkin saman við borgarstjóranum,
kommunustjóranum, trivnaðarstjóranum og
tekniska stjóranum.
Vinnu- og mentanarstjórin hevur leiðsluliga og
fakliga ábyrgd av vinnu- og mentanardeildini.
Týdningarmestu uppgávurnar hjá
vinnu- og mentanarstjóranum eru at:
•
Tryggja, at samtyktir gjørdar av nevndum
og býráð verða settar í verk
•
Standa fyri at menna og betra
tænastu støðið innan vinnu og
mentan í Klaksvíkar Kommunu
•
Tryggja fullgóða fíggjarstýring á vinnu- og
mentanar økinum og saman við hinum
stjórnar limunum tryggja, at fíggjarliga
raðfestingin samsvarar politisku
raðfestingini og tørvinum hjá kommununi
•
Tryggja, at vinnu- og mentanardeildin
veitir politisku skipanini professionella
og fakliga nøktandi ráðgeving
•
Tryggja, at vinnu- og mentanardeildin
hevur eitt skilagott og professionelt
samstarv og samskifti við avvarðandi
samstarvs- og áhugabólkar
•
Samstarva um eitt vælvirkandi og
samskipandi leiðslutoymi saman við
kommunustjóranum og deildarstjórunum
Starvið sum vinnu- & mentanarstjóri í Klaksvíkar Kommunu er
eitt áramálssett starv og er nú leyst at søkja.
Hevur tú viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella tilsamans samsvarandi
útbúgvingarstøði og royndir, ert tú serfrøðingur við almennari tilgongd, ið eisini dugir
fyrisitingarliga handverkið, hevur tú áhuga fyri vinnu og mentan, og hevur tú kunnleika til
leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til starvið.
www.klaksvik.fo
TIL KLAKSVÍKAR KOMMUNU
VINNU- OG
MENTANARSTJÓRI
FØRLEIKAKRØV:
Faklig
Ynskt verður, at umsøkjarar hava:
•
Viðkomandi útbúgving frá lærdum
háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving
saman við royndum
•
Kunnleika til leiðslu, fyrisiting og
fíggjarstýring
Leiðsla
•
Leiðsluroyndir og evni at leiða onnur
•
Hava myndugleika og samstundis vera
góður liðleikari
•
Dugir at samstarva tvørtur um fakmørk
•
Arbeiða strategiskt og halda fokus
•
Fáa málini framd og skapa úrslit
Persónlig
•
Lurta og vísa virðing fyri
ymsum sjónarmiðum
•
Sparra og kveikja á fakliga og
fyrisitingarliga økinum
•
Hava evni at raðfesta, samskipa
og avhenda uppgávur
•
Hava evni og vilja at taka avgerðir
og standa við tiknar avgerðir
•
Hava góð evni at lýsa
sjónarmið fyri øðrum
•
Dáma at samskifta við starvsfólk,
leiðslu og viðskiftafólk
•
Megna at umboða kommununa
á ein bæriligan, reiðiligan
og álitisvekjandi hátt
Tann, ið verður settur, skal hava gott innlit
í og vitan um tær treytir, sum eru galdandi
í einari kommunalari umsiting. Tað er sera
týdningarmikið, at umsøkjarar hava vilja og
hegni at ganga nýggjar leiðir.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið sum vinnu- og mentanarstjóri
verður sett í 5 ár. Starvið er flokkað í 36.
lønarflokki sambært sáttmála millum
Tænastumannafelag Landsins og
Fíggjarmálaráðið umframt 10 % í viðbót fyri
tíðaravmarkað starv.
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum,
leiðsluligum og persónligum førleikum.
Upplýsingar um starvið
Hevur tú spurningar, ella vilt tú hava fleiri
upplýsingar,
ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Tummas T. Eliasen, kommunustjóra
Tlf. 217788
Teldupostur: tummast@klaksvik.fo
Umsókn
Umsókn til starvið skal vera Klaksvíkar
kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin
22. oktober 2018 kl. 12:00.
Umsóknin skal sendast til:
Klaksvíkar kommuna
Nólsoyar Pálsgøta 32
Postboks 2
FO-710 Klaksvík
ella sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo.
Viðmerk „Vinnu- og mentanar stjóri“
á umsóknina.