hósdagur 27. september 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 112
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
12
MARTIN ZACHARIASEN NÝGGJUR REKTARI Á IT-UNIVERSITETI
51 ára gamli hoyvíkingurin Martin Zachariasen er í dag settur sum nýggjur rektari í IT-universitetinum í Keypmannahavn.
– Sum KT-serfrøðingur og við drúgvum royndum innan leiðslu frá universitetsheiminum er tað eitt dreymastarv hjá mær
at blíva rektari á IT-Universitetinum, sigur Martin Zachariasen millum annað við heimasíðuna hjá skúlanum. Martin hevur
tjúgu ára royndir við gransking og útbúgving á universitetsstigi, og hevur verið leiðari í tíggju ár – seinast sum dekanur
í Náttúruvísindadeildini á Syddansk Universitet og limur í stjórnini hjá universitetinum, skrivar heimasíðan um nýggja
rektaran. Heini er Sonur Petur Zachariasen í Hoyvík. Hann tekur við nýggja starvinum á nýggjárinum.
Mikkjalsmessu
dag fyllir Halgir
Winther Poulsen,
advokatur, 80 ár.
Ikki sær út til at
árini tyngja stór
vegis. Hann er
kvikgongdur og
fattur, og ands
frískur sum fáur
Eg havi kent Halgir meir og
minni, síðan eg fór niður til
Keypmannahavnar at lesa í
1961. Tá var hann ein av teim
um, ið høvdu fleiri ár á baki
sum lesandi, og sum tók livandi
part í kjakinum rundan um
borðið í “føroyska krókinum” á
Kannibalinum.
Vit hava altíð, tá ið høvi
hevur verið, tosað um føroysk
samfelagsmál í orðsins breiðu
merking.
Eftir nøkur ár sum advokat
fulltrúi i Keypmannahavn fór
hann við familjuni heimaftur at
starvast sum advokatur.
Halgir er fyrst og fremst
kendur og viðurkendur sum
advokatur. Á hesum øki hava
onnur meira kunnleika til avrik
hansara enn eg. Tað, ið eg fyrst
og fremst havi havt við hann
at gera er í virki hansara fyri
føroyskar myndugleikar. Har
hevur hann avrikað nógv, ið
vert er at minnast við slíkt høvi.
Vit komu at arbeiða saman,
tá ið Atli Dam løgmaður í 1987
setti okkum í eina nevnd at
verja føroysku áhugamálini
í málinum um yvirtøku av
undirgrundini.
Løgtingið
hevði síðan 1975 roynt at fáa
í lag samráðingar við ríkis
myndugleikarnar um yvir
tøku, men hesum vildu teir
ikki vita av. Sum so mangan
varð politikkurin fjaldur undir
løgfrøðiligum páhaldum um at
hetta skuldi vera ósambæriligt
við grundlóg og “rættarligar
grundreglur”.
Í 1985 hevði Halgir, saman
við tveimum øðrum løgfrøð
ingum, Magnusi Petersen og
Jallgrími Hilduberg, skrivað
“gula álitið”, har teir á ein greið
an og logiskan hátt vístu hes
um uppáhaldum aftur. Halgir
mundi eiga stóran part í hes
um áliti.
Okkara uppgáva skuldi vera
at byggja víðari á hesa próv
førslu, og eisini taka altjóðar
ættarlig atlit, og harumframt
kanna loysnir í øðrum londum,
har stríð hevði verið um ræði á
undirgrundini.
Vit fóru til verka, lósu
bøkur, ráðførdu okkum við
serfrøðingar og gjørdu kann
ingarferðir, m. a. til Keypmann
ahavnar, har fakliga netverkið
hjá Halgiri kom okkum væl
við, tá ið hann setti okkum í
samband við kenda danska
løgfrøðingin Per Magid, við
drúgvum altjóða royndum
og lektari í altjóðarætti við
univeristetið í Keypmanna
havn. Eisini fóru vit til Genf, til
Nýfundnalands og til seminar
í Qaqortoq. Í øllum hesum
var Halgir sera íðin. Hansara
intellektuella forvitni og hugur
og evni at koma við nýggjum
og annarleiðis sjónarmiðum og
vinklum, ger tað sera hugaligt
at arbeiða saman við honum.
Burtur úr hesum komu
í 1988 trý álit, eitt blátt, eitt
reytt og eitt hvítt, um ávika
vist ríkisrættarlig og altjóð
arættarlig sjónarmið, og eitt
yvirlit yvir pragmatiskar
loysnir, ið kundu hugsast at
loyst knútin og slóðað fyri yv
irtøkuni.
Við hesum førningi kundi
løgmaður enn einaferð fara
í holt við myndugleikarnar í
Keypmannahavn. Hurðin varð
nú latin á glopp, og ein føroysk-
donsk embætismannanevnd
varð sett at finna uppskot til
loysnir. Vit komu báðir í hesa
nevnd, og arbeiddu væl saman,
og nevndin legði mangt áhuga
vert fram, til hon mátti ásanna,
at nú slapst ikki longur uttan
at politiska valdið gav henni
nýggjar heimildir. Nýggja
politiska umfarið endaði við tí
kenda úrslitinum, at Schlüter
á fundi 11. september 1992 legði
kongin og gav eftir fyri føroyska
kravinum um yvirtøku av máls
økinum, uttan treytir av týdn
ingi. Halgir var sjálvur við til
fundin, har hetta hendi. Vit
vóru báðir hjástaddir, tá ið
formliga avtalan varð undirrit
að í Tinganesi beint fyri jól 1992.
Henda djarva avgerðin hjá
danska forsætismálaráðharra
num kom honum í politiskan
andróður í tveimum umførum.
Andstøðan á fólkatingi vildi
ikki vita av yvirtøkuni og
mátti kyrrast. Nógv ár seinri,
tá ið gamli partamaður hansara
Hans Engell ráddi fyri borgum
á Ekstrablaðnum, legði blaðið
Schlutter undir grundlógarbrot
og nærum landasvik, tí at hann
hevði “givið” føroyingum und
irgrundina. Fólkatingið tók
málið upp og fekk innlit í alla
málsgongdina í donsku miðfyr
isitingini. Tá kom undan kavi,
at í fyrstu atløgu hevði danska
embætisverkið ikki sæð nakr
ar løgfrøðiligar forðingar fyri
yvirtøku, men tá ið politikk
ararnir ikki vildu, bíløgdu og
fingu teir nakrar hóskandi
løgfrøðiligar grundgevingar.
Hetta høvdu hvørki føroyingar
ella tey í Danmark, sum undr
aðust á, at yvirtøkan knapliga
var lóglig, fingið nakað at vita
um fyrrenn tá.
Enn vóru ikki allar súðir
syftar. Orsakað av óvissunum
um yvirtøku ella ikki, vóru
ongar fyrireikingar gjørdar til
at handfara málsøkið. Halgir
var tá, saman við nøkrum
jarðfrøðingum, við til at heita
á løgmann um at seta eina
oljuráðleggingarnevnd at orða
politikk og leiðreglur fyri eini
møguligari oljuvinnu. Eisini
har komu vit at arbeiða væl
saman og lá hansara partur av
gjørt ikki eftir, tá ið vit longu
á jóansøku 1994 kundu leggja
fram álit og uppskot til lóg um
loyvi til forkanningar.
Soleiðis hildu vit fram, tá ið
nýggj oljuráðleggingarnvend
varð sett at orða politikk og lóg
gávu fyri oljuleiting og -fram
leiðslu. Hon legði fram álit við
lógaruppskoti í 1997, og varð
lógin samtykt stutt eftir.
Tá var eitt annað álvarsmál,
tætt knýtt at undirgrundar
málinum, farið í gongd, nevnliga
samráðingarnar við Bretland
um undirgrundarmarkið. Eisini
har vóru vit báðir við, og tá ið
landsstýrið eftir áheitan frá
ríkismyndugleikunum, í kjalar
vørrinum av yvirtøkuni, á vári
1993 tók við leiðsluni av sam
ráðingunum, varð eg sjálvur
tilnevndur formaður. Tá var
gott sum ikki-løgfrøðingur, ið
skuldi dystast við hin sera lóg
køna David Anderson, at hava
lógkønar menn sum Dánj
al Nolsøe og Halgir, og seinri
eisini Herálv Joensen, ið nýliga
var heimkomin úr Bristol, har
hann hevði lisið altjóðarætt,
at ráðføra seg við, fyri ikki at
tala um Per Magid, ið eisini
kundi fáa samband við kend
ar serfrøðingar í øðrum lond
um. Samráðingarnar endaðu
úrslitaleysar, men eftir stjórn
arskifti, bæði í Bretlandi og
Føroyum, varð umsíðir í 1999
møguligt at fáa eitt úrslit. Sátt
máli skuldi orðast, og var Halg
ir eisini við í tí. Stutt eftir varð
farið undir at bjóða út til olju
leiting á landgrunninum, og var
Halgir eisini við í tí arbeiðinum.
Í 1999 hevði landsstýrið eis
ini boð eftir okkum til eina aðra
uppgávu. Landsstýrið ætlaði at
fáa í lag grundleggjandi broyt
ingar í viðurskiftunum millum
Føroyar og Danmark. Lands
stýrið vildi hava eina “hvítbók”
at lýsa ymsar síður av hesum
fløkta máli. Vit fingu, saman
við øðrum, serliga løgfrøðing
um, til uppgávu at lýsa tær
altjóðarættarligu síðurnar av
málinum. Har lá parturin hjá
Halgiri heldur ikki eftir. Bur
tur úr kom eitt sakligt, avvigað
og upplýsandi kapitul um hesi
torgreiddu mál.
Vit eru komnir at kennast
rættiliga væl. Tað er altíð hugn
aligt og stimbrandi at hitta
Halgir á máli, ikki minst uppi
hjá teimum á Hvítanesvegi,
har hann og Ása vísa góðan
føroyskan blíðskap. Stundum
eru onkur av børnum hans
ara har og taka lívliga part í
orðaskiftinum; trý av teimum
hava lisið løgfrøði, og báðir
synirnir virka sum advokat
ar. Halgir fylgir sera væl við í
samfelagsgongdini og ands
menningini bæði burturi og
heima og ger sær sínar egnu
persónligu niðurstøður um al
skyns mál, og hevur altíð væl
umhugsaðar grundgevingar.
Politikkur hevur ikki freist
að hann, hóast bæði abbin og
pápin vóru aktivir sjálvstýris
politikarar, og onnur dóttirin
nú er á tingi. Politiskt er hann
ómøguligur at seta í bás. Tað
skuldi ikki undrað meg, um
tey høgravendu halda hann
vera vinstravendan – og øvugt.
Helst er hann sosialliberal
ur av onkrum slag, ið hvussu
er liberalur, tí rættindi ein
staklingsins mótvegis makt
havarunum hava altíð ligið hon
um á hjarta, og hann hevur lítið
álit á politikarum yvirhøvur,
so neyvan er nakar politiskur
flokkur, ið finnur náði fyri
hansara atfinningarsama eyga.
Onkur heldur hann helst vera
eitt tvørball ella eitt gamalt
grenj, tí hann setur ein heiður
í ikki at geva eftir fyri tí til eina
og hvørja tíð valdandi tíðar
andanum. Hetta kemur eisini
undan kavi, tá ið hann - alt ov
sjáldan - tekur lut í almenna
orðaskiftinum.
At enda fari eg at ynskja
Halgiri hjartaliga tillukku við
teimum áttati, við vón um at
hann kann halda fram við at
ríka okkara tilveru við sínum
eygleiðingum og viðmerking
um nógv ár afturat.
Árni Olafsson
Kendur løgfrøðingur fyllir áttati
Politiskt er hann ómøguligur at seta í bás. Tað skuldi ikki undrað meg, um tey
høgravendu halda hann vera vinstravendan – og øvugt, skrivar Árni Olafsson
Tíðindaskrivið frá forsætismálaráðnum, tá undirgrundin varð yvirtikin í 1993