Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 112 11 FØROYINGAR HITTAST Í SVEIS 2. september hittust Føroyingar í Sveis aftur. Tey siga, at luttøkan var góð hesaferð, og at fleiri nýggj andlit at síggja. Og so heilsa tey, at um onk­ur føroyingur, sum býr í Sveis, vil vera við næstu ferð, fær hann fleiri upplýsningar við at venda sær til: hann@hispeed.ch Í morgin, leygardagin 29. september, verður kendi advokaturin, Halgir Winther Poulsen, 80 ár Á mikkjalsmessu, fyllir Halg­ ir Winther Poulsen, ad­vok­ at­ur í Hoyvík 80 ár. Halg­ir er skopuningur, sonur Krist­ ionnu, f. Mikkelsen, av Tvør­ oyri og fyrrverandi lands­ stýr­is­mannin og læraran, Niels Winther Poul­sen, úr Skop­un. Hann tók sína ad­vo­kat­út­ búgv­ing í Keypmannahavn og ar­beiddi í nøkur ár sum ad­vok­at­full­trúi á ad­vok­at­ skriv­stovuni hjá kenda ad­ v­o­kat­i­num og seinni tí so um­strídda pol­itikararnum Mog­ens Glis­trup, áðrenn hann flutti heim aftur til Før­oya. Tá Mogens Glistrup í 2002 vitjaði í Før­oyum í summ­ar­ frí, hitti Sosialurin hann í Vágs­botni og spurdi hann tá, um hann kendi nógv í Føroyum: – Ikki tað stóra, eg læs kanska saman við onkrum, men havi gloymt navnið. – Jú for­restin Halgir Winth­er Poul­sen byrj­aði hjá mær sum ful­trúi, áðrenn hann gjørd­ist advokatur. Hitt­ir tú hann so heilsa end­ i­liga. Eg havi lært hann upp, segði Mogens Glistrup við ein­um smíli við Sosialin. Gott nokk er Halgir Winth­er Poul­sen egin, men eing­in kann sam­an­bera hann við Glistrup, tó at hann byrj­aði sína løg­frøð­is­starv­s­ leið hjá honum! Síðan seinnu helvt av 60'­ u­num hevur Halgir arbeitt sum ad­vokatur í Havn. Hann er kendur og avhildin ad­v­ok­ atur, sum dugir sera væl at ar­g­umentera fyri sínun sjón­ ar­miðum og tosar um løg­ frøði, soleiðis at vanlig fólk skilja tað, og verður tí javnan nýtt­ur sum viðmerkjari. Hann fylgir væl við í tí sum fyri­ferst, bæði úti og heimi. Hann hevur luttikið í nógv­um nevndararbeiðum, sum hava havt stóran sam­ fel­ags­lig­an týdning, sum t. d. um yv­ir­tøku av und­ir­grund­ ini – sum hann eigur sín stóra lut av æruni fyri, at tað røkk á mál í 1993. Somuleiðis við markn­asam­ráð­ing­um mill­um Før­o­y­ar og Bret­land, eins og hann var við í olju­ ráð­legg­ing­ar­nevndini. Hann var við í nevnd­ini sum skrivaði hvítu­bók um ald­ar­skifitð. Eis­ini var hann for­mað­ur í nevndini, sum fyr­i­rei­k­aði yvirtøkuna av skip­a­sýninum. Eitt tíðarskeið í seinnu helvt av 90-unum las hann al­tjóð­a­rætt í London. Hann hevur verið virk­in innan Amnesty Int­er­nat­i­ on­al-Føroya Deild, har hann hev­ur verið nevndalimur og for­maður. Hann var í nógv ár for­maður í nevndini í Føroya Sparikassa. Saman við øðrum átti og rak Halg­ir ad­vok­at­skriv­ sto­vu­na, sum fyrst var í Fr. Petersensgøtu og seinni á Frúutrøð í Havn. Tann sum koyrir eftir Hvíta­nesvegnum í Hoy­døl­ um leggur merki til sera vakra og vælhildna urt­a­ garð­in og snotuligu húsini í numar 13. Har síggj­ast bæði Halg­ir og Ása javn­an. Halg­ir sæst eisini titandi eft­ir Hvíta­nesvegnum við hund­i­num – og hittir tú hann, so hev­ur hann altíð eina við­merk­ing og altíð eina mein­ing um dagsins mál – sum hann næst­an altíð slett ikki er samd­ur við. Tað kemur ikki minst til sjónd­ar í »parlamentinum« í hita­rúm­ i­n­um í svimjihøllini í Gunda­ dali. Halgir er giftur við Ásu Ell­efsen, ættað úr Miðvági, dótt­ir Sofíu, f. Højgaard, og Jo­en Elias Ellefsen í Miðvági. Ása og Halgir eiga børnini: Niels, Elin, Kristiannu og Jógv­an Elias. Ása er lærari og sál­ar­frøð­ ing­ur, og tey fýra børnini hava øll ávirkan, har tey eru. Trý tey elstu børn­ini hava lis­ið løg­frøði, syn­ir­nir eru ad­ vok­at­ar. El­in er verk­ætl­an­ar­ leið­ari fyri á­tak­i­num Sig frá und­ir Al­mann­a­mál­a­ráð­num, og yngra dótt­ir­in, Kristianna, er løg­tings­kvinna. Halgir Winther Poulsen áttati Til minnis um Høgna Vestergaard Góði pápi og verpápi Ja, hevði eg havt tínar gáv­ur, so hevði verið skjótt at fest nøkur orð á blað. Tú hevði gávur sum fá­ur, at skriva og yrkja, hetta sást eisini aft­ur í teim­um mongu brøv­u­ num tú skrivaði, tá vit búðu í Århus, og hvørja ferð tú og Mar­ia vóru utt­ an­lands, skrivaði tú post­ kort til øll, tú hevði kær. Tá ið upp­gáv­ur skuldu lat­ast inn, komu tey til tín, at fáa hana rættlisna, tað dámdi tær væl og fekk tú onkr­an spurning, gavst tú ikki, fyrr enn tú hevði fun­nið svarið. Tær dámdi eisini so væl at yrkja og serstakliga var tað fosturlandið og alsk­ur­in til lív­ið og fam­ilj­una, ið høvdu tín tokka. Tú hevði eina so sjáld­sama vakra skrift og dámdi best at skriva við fyll­i­penni. Eg kom í tykk­ara heim fyri umleið 30 ár­um síðani og tað fyrsta eg beit merki í, var tykk­ara gestablídni og tín alsk­ur til Føroya Land. Tá tit fingu vitjan, og vitj­an fingu tú og Maria tíðum, har komu mangan fólk á gátt, vart tú skjótur út í hjall­in eftir einum tjógvi, og tit áttu al­tíð ís í boks­ ini til abba og lang­abba­ børn­ini. Tú fylgdi væl við í lívs­ ins við­urskiftum og tey pol­it­isku viðurskiftini høvdu tín serliga áhuga. Tú var tjóð­veldismaður og loy­s­ing­ar­maður um ein háls. Eisini fylgdi tú væl við, hvat børnini og abba­børnini tókust við og skype nýtti tú dagliga, nú fleiri av tykkara ommu og abba­børn­um bú­leikaðust utt­an­lands. Góði Høgni, tað er so nógv eg kundi skrivað um teg, tí tú vart ein vit­ug­ur og hjarta­góður maður. Eg eri takk­som fyri at hava kent teg og takksom fyri tað, tú hevur lært meg, ikki minnst lívsins lær­ dóm. Góði pápi tú er ei meir, Lívið tú gav mær, tað gloymi eg ei. Vit vóru í fjøru, á ill hellu við, Lupu út á stóra stein, at finna rætta mið. Lívi móti deyðanum ber, Eg veit, vit síggjast einaferð. Deyðin er vísur, er tað sætt Vit hevja glasi um tað er rætt. Vit drekka eina skál fyri tykkum har uppi øllum, Vit síggjast aftur í himna høllum. Mamma og Martin sorgin kann níva, Men guð vil altíð hjá tykkum blíva. Eg biði hvørja nátt, at hann kemur á gátt, At geva linna og frið, til tit aftur sita við teirra lið. Hvíl í friði elskaði pápi og verpápi og TAKK fyri alt. Olaf og Sigrid Nakrar yvirskriftir úr Sosialinum 12. september í 1993, tá stríðið um undirgrundina umsíðir var av. Halgir Winther Poulsen var drívmegin í løgfrøðisliga fyrireikingararbeiðinum at fáa undirgrundina á føroyskar hendur Halgir Winther Poulsen sigur altíð sína meining, ið ofta er hansara heilt serliga meining