Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 112 10 FRAMSØKING UNG NÝGGJA NEVND Til aðalfundin hjá Framsøkin Ung, ið var leygarkvølldið 22. september, varð nýggj nevnd vald. William Bærentsen gjørdist formaður, Aleksandur L. Olsen næstformaður og afturat teimum vóru Bárður Clementsen, Ludvík Petersen og Vilhelm Clementsen valdir í nevndina. Nevndin skipaði seg soleiðis, at kassameistari gjørdist Ludvík Petersen, Bárður Clementsen gjørdist skrivari og Vilhelm Clementsen nevndarlimur. Afturat hesum vóru Kristianna Tórheðinsdóttir, Jógvan Fríði Tróndarson og Teitur Vestergaard Jakobsen vald til tiltakslimir. Til minnis um Sigrun Røsvik Góða elskaða mamma Ja, nú er longu 1 ár síðani, at tú so brádliga takkaði fyri teg. Tað sigst, at tíðin lek­ ir øll sár, og saknurin er nak­að, ein lærir at liva við, men hvat er tíðin? Tað tykist, sum tað var í gjár, at eg fríggja­ morg­un­in 29. september í fjør, fekk boð um at skunda mær oman á Hvíta­nes, tí okkurt var á­fatt við tær. Hóast tað ikki er langt, at koyra frá Hoyvík oman á Hvíta­nes, tyktist hes­ in tein­ur­in sera, sera drúgv­ur hendan morg­ un­in. Sjálvt um portørarnir gjørdu alt, teir megnaðu, var títt lív ikki til at bjarga. Eg hevði verið hjá tær og babba kvøldið fyri og skuldi koma om­ an til tykk­um við ný­ bak­að­um bollum, sama morg­un sum alt hendi. Lít­ið vistu vit, hvat morg­in­dag­ur­in hevði at bjóða. Góða mamma, tú fylgdi so væl við øllum tí eg gjørdi og stuðlaði, tað tú megn­aði. Tú ringdi nær­um hvønn dag fyri at práta og vita hvussu vit høvdu tað. Tað fyrsta tú segði var altíð: – Hettar eri eg, mamma tín. Eg plagdi skemt­i­liga at svara: og hett­ar eri eg, Sigrid dótt­ ir tín, tá flent tú og síðan spurdi tú: hvat ger Olaf. Tú vart bæði hjartagóð, hitt­in­orðað, skemt­ing­ar­ som, og hevði eitt minni sum fá­ur. Mamma tú vart so góð við babba, tína familju og vinir. Tú ringdi hvørja ferð onkur hevði verið á gátt, at siga frá vitj­an­ini, tá vart tú glað. Ikki minst gleddist tú um, at síggja og frætta frá tínum ommu og lang­omm­u­børnum – tey høvdu eitt størt pláss í tín­um hjarta. Góða mamma, nú ringir tí ikki meira, tín rødd tagna. Eg hugsi um teg hvønn dag, sakni teg nógv, men góðu minnini sam­an við tær, goymi eg í mín­um hjarta. Hvíl í friði elskaða mamma og TAKK fyri alt. Sigrid Sunnudagin 30. sep­tember verð­ ur Jefri Just­in­us­ sen í Havn 80 ár Hann er upprunaligur leir­ vík­ing­ur, sonur Minu og Abs­ a­lon Justinussen. Hjá einum bygdadrongi tá í tíð­ini var ikki stórt annað at gera enn at fara til skips. Tað gjørdi Jefri eisini. Jefri fór blaðungur í 1953 við Lizzi. Hetta var ein slupp av tí gamla slagnum, har reið­ skap­ur­in var snøri. Hetta var í eini tíð, tá ið útgerðin var lít­il og eingin, og hvør fiskur mátti dragast á dekkið. Seinni var hann við Søk­ a­num og Gulakletti. Hetta vóru kendir útróðrarbátar í Leir­vík, har útróðrurin var av størsta týdningi . Í 1958 var hann eitt skifti við norsk­um fiskibáti. Hetta var í eini tíð, tá ið tað var ringt at fáa líkinda kjans við før­oyskum fiskiskip­um. Men tá kom gongd á end­ur­ nýggjanina av fiskiflotanum, og í 1961 fór Jefri við Brestir og í 1963 við Beinir. Hesir vóru í teirri tíðini roknaðir fyri at vera framkomnir línu­ bátar, sum seinni blivu um­ b­ygd­ir til kraft­blokk­a­veiðu. Fyrst í 1970-u­num fór hann við Norðborg, sum var um­ bygd­ur stórur línubátur. Hon var upp­runaliga ogn hjá P/F Hval­nes hjá Eiler Jacobsen við Pet­ur Háberg sum stjóra. Skip­ari var Sámal Jacobsen, ein tann fremsti fiskimaður vit hava havt. Norðborg varð seinni keypt av reiðarínum hjá Krist­ian Mart­in Rasmussen og Jefri var ein av mann­ing­ ini, sum fylgdi við til nýggja eig­ar­an. Hetta var byrjanin til ta nú­ver­andi Norðborg, sum er eitt tað fremsta fiskiskip á okk­ara leiðum. Vinskapur millum fiski­mann­a­fam­iljur Jefri hevur verið við øll­um Norð­borg­um til fyri fá­um ár­ um síðani og eigur hann síni 60 ár til skips. Teir eru ógvuliga fá­ir, sum hava ver­ið so nógv ár á sjó­ num. So Jefri kann tosa við, tá ið talan er um fiskiskap. Hann hev­ur verið til alla menn­ing av fisk­i­skipum frá gaml­ari slupp til mest fram­ komnu skip. Hetta merkir eis­ini, at hann hevur verið við til alla menning innan upp­sjóv­ar­flotan, har tað eisini hava verið ótrúliga stór­ar broytingar. Jefri hevur sera gott minni, og hann kann livandi greiða frá sínum mongu upp­liv­ils­um bæði á sjógvi og landi. Við fyrstu Norðborg var ein serligur vinskapur mill­ um menn­inar, sum vóru við. Hetta var serliga galdand mil­l­um verfaðir tann, sum skri­v­ar hetta, Nikkel av Eiði og Jefri. Nikkel gavst at sigla leingi áðr­enn Jefri, men teir hildu á at hava samband mill­um sín, so leingi Nikkel livdi sum við vitj­an­um og øðr­um sam­ skifti. Tað sama var eisini við Rólvi í Nor­ð­depli. Her var viss­u­liga talan um trúfesti. Tað vóru ikki bara menn­ inir, sum blivu vinir, tað blivu konur teirra eisini. Jefri hevur eisini onnur á­ hug­a­mál. Eitt er telving, sum hann hevur gjørt nógv við. Hann er eisini virk­in í Ebenezer, og hann er sjálv­ skriv­aður at lut­ta­ka í mill­um ann­að sjó­mann­a­møt­ir í sam­ kom­uni. Jefri er giftur við Gunn­ vør, f. Berghamar. Tey eiga børn­ini Absalon, Sigurd, Ann­ika og Trónd umframt abba­børn. Eisini eru tey bliv­in lang­ omma og -abbi. Tey eru bæði tvey hugalig fólk, sum tað al­tíð er áhugavert at fáa eitt prát við. Ikki minst, tí vit eru ætt­arfólk báðar vegir. Tað kann geva nógv at tosa um. Hiðani frá blaðnum skal verða ynskt Jefri, og eisini Gunn­vør, hjartaliga tillukku við 80 ára degnum. ó. Jefri og Gunnvør Justinussen framman fyri trúboðaraskipið Logos Hope, gamla Norrøna Jefri Justinussen: Ein sjógarpur verður 80 ár NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo