Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 112 9 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum Eg eiti Jón Miðberg, eri giftur og eigi 3 børn, 7 abbabørn og 3 langabbabørn. So familjan hevur nógv at týða fyri meg. Hví Miðflokkurin: Tí flokkurin setur familjuna fremst á stevnuskrá síni, sum er grundað á ta kristnu lívsá skoð­ anina, sum er Guds orð, Bíblian. Tí bæði Miðfloksungdómur, sam an við leiðslu og løgtingsfólki okk ara, eru ein sterk rødd móti tí ráki, sum eru við at niðurbróta tey kristnu virði, sum hava alt at siga fyri fólk og land okkara. Miðflokkurin ynskir at unga ættarliðið verður ment bæði andaliga og handaliga, so tey verða ein ábyrgdarfullur og sunnur ungdómur við virðing fyri teimum, sum løgdu lunnar undir land okkara. Tí er tað nakar, ið kann seta Føroyar á heimskortið, bæði vinnuliga, ítróttar og mentunarliga, so eru tað tey ungu. Sum somuleiðis lyfti merki okkara høgt, merkið, hvørs krossur umboðar ta kristnu trúnna, næstakærleika og at tey fremmandu verða væl móttikin, so tey kenna seg væl okkara millum. Miðflokkurin vísir eisini greitt á, at hjúnabandið er millum mann og kvinnu og at børnini verða fult vard frá móðurlívi. Og flokkurin ynskir, at kristni fær størri pláss í fólkaskúlanum Hví Miðflokkurin: sum fólkapensionistur takki eg tingfólkum floksins fyri ta nærlagni teir leggja fyri dagin, hvat eldra ættarliðinum viðvíkur, so pensionistarnir fáa eitt gott og virðiligt lív, við einari góðar pensiónsskipan framyvir. Tí havi eg fult álit á tí arbeiði, sum tingfólk Miðfloksins gera á Føroya Løgtingi, við vón um, at Miðflokkurin kemur í samgongu til næsta løgtingsval. www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN SITAT Drekkið tykkum ikki drukkin av víni - í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum (Bíblian) Uppskot um liberalisering av rúsdrekkalógini Hósdagin fer Løgtingið enn einaferð at viðgerða uppskot um liberalisering av rúsdrekka, hesum løgi, sum, hevði hann verði marknadarførður sum heilivágur, ikki hevði verðið góðkendur vegna álvarsom hjáárin. Ein løgur, sum miskunnarleyst tínir mannalív, sindrar familjur, fremur álop á okkara børn og ungu og kostar samfelagnum ovurhonds upphæddir, sum vóru betri brúktar! ØRANDI HAGTØL UM RÚSDREKKA Nðanfyri eru endurgivin tøl frá heimsheilsustovninum WHO: • Nýtsla av rúsdrekka kostar hvørt ár 2,5 milliónir mannalív, harav er ein stórur partur ung. • Saman við tubbak er rúsdrekka høvuðsorsøkin til stóra vøksturin av diabetes og krabbamein. • Rúsdrekka er næst størsta orsøk til at fólk doyggja tíðliga, missa førleikar ella fáa heilsuskaða. • Rúsdrekka er høvuðsorsøkin til harðskap, umsorganarsvík og misnýtslu av børnum. Danski Blái Krossur ber boð frá børnum úr heimum, har rúsdrekka er dagligur gestur, • 47% siga frá fysiskum og 61% frá sálarligum harðskapi í barnaheiminum. • 17 % siga frá sexuellari misnýtslu heima. • 26 % siga seg hava upplivað sjálvmorðshóttanir­ og royndir hjá mammu og pápa. • 61 % hava tunglyndi og 2½ ferðir størri vanda fyri at verða innløgd á sálar­ sjúkrahús. • Tey hava umleið dupult so stórum vanda fyri at royna sjálvmorð. • Tríggjar ferðir so stóra vanda fyri at verða tvangsflutt heiman. • og 10 % enda við einari sálarligari diagnosu. Ikki skilja vit, at nakar kann seta sær sum mál, at gera rúsdrekka lættari atgongi­ ligt, beint móti tilmælum teirra serkønu. Vangamynd ÁKI BERTHOLDSEN S unnudagin varð heimasíðan hjá FO um­sitingini nic.fo álopin av teldu­ sník­um. Nic.fo er stovnurin, sum varð­ar av øllum føroyskum økis­ nøvn­um, .fo-domenum. Tekniska kanningareindin hjá løg­ regluni kannar í løtuni málið, og hóast álopið varð steðgað, so verður sagt at sníkarnir hava fingið fatur í teldupostadressum og loyni­orðum hjá øllum brúka- rum á nic.fo. Upp­lýsingar um gjaldskort o.a. eru ikki rakt­ir av álopinum. – Nógv fólk brúka sama loyniorð til ymiskar skipanir, tí er tað av alstórum týdn­ingi, at fólk broyta síni loyniorð á øðrum skipanum beinavegin fyri at trygg­ ja, at sníkarnir ikki sleppa inn at skaða aðra­staðni, skrivar nic.fo í tíðindaskrivi. Nic.fo varð sløkt fyri at steðga álopinum, og letur uppaftur mánadagin í nýggjari skipan. Øll navnaøki eru sostatt nú í trygg­um kørmum, og verða ikki ávirkað av hesum. Tá nic.fo letur uppaftur, fáa allir verandi brúkar­ar ein teldupost við leinki at velja nýtt loyniorð til skipanina. TELDUSNÍKAR HAVA STOLIÐ ØLL LOYNIORÐ HJÁ NIC.FO FO-umsitingin hevur verið fyri álvarsomum telduálopi Løgreglan kannar nú telduálopið á Nic.fo EYÐUN KLAKSTEIN T ýsdagin vóru fýra málningar hjá før­oyska listamanninum Sámal Joen­sen-Mikines seldir á upp­ boðs­sølu hjá upp­boðs­sølu­húsi­ num Bruun Rasmussen í Danmark.  Allir fýra málningarnir vóru av grinda­ drápi, og teir vóru málaðir millum 1942 og 1958. Tann dýrasti málningurin fór fyri 130.000 krónur. Tað var ein stórur olju­máln­ ingur við mátinum 111x151 sentimetrar. Máln­ingurin sæst á myndini omanfyri. Hinir tríggir málningarnir fóru fyri 75.000, 65.000 og 55.000 krónur. Samanlagt vóru málningarnir seldir fyri 325.000. Upplýst verður ikki, hvør seldi máln­ingarnar, ella hvør keypti teir.  Málningar hjá Mikines verða javnan seld­ir á uppboðssølu í Danmark.  Seldu Mikines fyri 325.000 krónur Málningar hjá Mikines eru høgt í metum Hesin málningurin hjá Mikines fór fyri 130.000 krónur